mikudagur 16. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 176 - 16. september 2009
Ein øðrvísi lista
framsýning letur
upp fríggjadagin í
Müllers pakkhúsi í
Havn. Ellivu kvinnur
sýna fram tað, sum
tær hava lært at gera
burtur úr at brúka
klæði av ymsum slag
og brodera á
List
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Müllers Pakkhús í Havn
hevur seinastu árini javnan
verið karmur um ymist
listarligt virksemi. Har hava
verið fleiri framsýningr,
men slík listaframsýning,
sum letur upp í hesum húsi
num, hevur aldrin áður ver
ið, hvørki í Müllere Pakk
húsi
ella
aðrastaðni
í
Føroyum.
Myndirnar á framsýning
ini verða umleið 150 í tali,
men myndirnar eru hvørki
oljumálningar,
vatnlits
myndir
ella
tekningar.
Felags fyri allar myndirnar
eins og koddarnar, taskur
nar, baðigardin og annað er,
at tær eru úr klæði, ið
borderað er á.
Ellivu kvinnur sýna fram
tað, sum tær hava lært á
skeiði yvir tvey ár hjá don
sku listakvinnuni Bettinu
Andersen. Tær eru undir
vístar í 160 tímar samanlagt.
Fann útbúgvingina
á netinum
Alt byrjaði við, at Majken
Hammer,
sum
nývald
forkvinna í Føroya Heima
virkisfelag setti sær fyri at
finna okkurt nýtt. Hon fór á
internetið at leita og fann tá
fram til Bettinu Andersen,
sum framt at hava fram
sýningar
undirvísti
í
nýskapandi brodering.
Tað hevði verið væl dýrari
hjá føroyskum við áhuga í
hondarbeiði at skula til
Danmarkar á skeið hjá henni,
og tí fór Majken Hammer at
kanna, um tað ikki bar til at
fáa Bettinu Hammer at koma
til Føroya.
Eg má siga, at eg var eitt
sindur ivasom, áðrenn eg
kom fyrstu ferð, tí fólka
grundarlagið var so lítið, og
eg setti spurnartekin við,
um tað fóru at koma nóg
nógvar á skeiðið, sigur
Bettina Andersen.
Hon fekk beinanvegin
annað at síggja, tí samanlagt
fullførdu 34 kvinnur grund
skeiðið tað fyrsta árið.
Ellivu kvinnur hava full
ført útbúgvingina, og eg kalli
tær brodøsur. Tað er eitt orð,
sum eg sjálv havi gjørt, sigur
Bettina Andersen.
Tær hava lært bæði um
ymiskt toy, litlæru, litsa
manseting, at brodera við
maskinu og í hond á toy,
metall og annað. Eitt heilt
serligt, sum tær lærdu, var
at brodera á upploysiligt
plast, og tá verkið var
liðugt, og tað varð vaskað,
var bara broderíið eftir. Tær
hava brúkt evni, sum varð
brent, og sumt varð skrætt.
Tær vórðu kastaðar út í
uppgávur at loysa eftir
egnum
hugi,
men
við
leiðbeining frá læraranum.
Summar uppgávur byrj
aðu við, at tær skuldu lurta
eftir tónleiki og lata seg
forføra av tónleikinum, tá
ið tær gjørdu myndirnar.
Ein uppgáva var at gera
modernaðar
ikonir
við
útgangsstøði í tí klassiska,
men ikonirnar nýttust ikki
at vera religiøsar.
Alt kann brúkast
Klæðir skapa myndir, sigur
Bettina Andersen og peikar
á tvær myndir. Á aðrari
myndini er broderað á eitt
gamalt slips, og á hinum er
ein lummi.
Vit síggja eisini myndir,
sum gjørdar eru úr gomlum
broderaðum koddum ella
ljósadúkum. Siðbundið og
nýtt saman.
Myndir eru við føroyskum
dansi, og myndir eru av
landsløgum. Summar hava
valt at krøkja onkrar lutir
uppí myndinar. Lutir, sum á
ein ella annan hátt siga
teimum nakað.
Bettina Andersen sigur,
at nógv fólk hava verið
neilig, tá ið tey hava fingið
at vita um hesa listagreinina,
men so skjótt tey hava sæð
verkini, hava tey broytt
hugsan.
Øll kenna toy
Tað hevur nakað við at
kenna aftur, tí tey síggja,
hvat fyri toy, ið er brúkt.
Sjálv haldi eg henda mátan
vera meira spennandi at
arbeiða við, tí tilfarið er so
ymist, og yvirflatan ikki so
eins sum á eitt nú málning
um,
sigur
Bettina
Andersen.
Hon rósar næmingum sín
um fyri ágrýtni og hugflog.
Tað hevur verið stuttligt at
undirvíst teimum, og sjálv
hevur hon eisini fingið tað
burturúr, at hon hungrar
eftir at koma í gongd aftur
við síni list. Inspirerað av
undirvísingini í Føroyum.
Framsýningin letur upp
fríggjadagin klokkan 17 og
er opin til klokkan 20 tað
kvøldið. Opið er allar dagar
fram til mikudagin í næstu
viku frá klokkan 10 til 20,
sunnudagin letur tó ikki
upp fyrr enn klokkan 14.
Allar
dagarnar
verða
onkrar av listakvinnunum í
Müllers Pakkhúsi og kunnu
greiða frá, hvussu verkini
eru gjørd.
Tær ellivu listakvinnurnar
eru Karin Andreassen, Anne
lin DalChristiansen, Jórun
Dánialsdóttir,
Majken
Hammer, Una Højgaard,
Oddný í Lon, Edna Niclasen,
Fía Petersen, Malan Ras
mussen, Gunnbjørg Rubek
sen og Malan Rubeksen.
Brodøsurnar fylla høllina
Ikki álit á bankunum
Ein nøgdsemiskanning, sum danska brúkararáðið hevur
gjørt, vísir, at danir hava fullkomiliga mist álitið á sínum
peningastovnum. Í kanningini eru fólk spurd, hvussu tey eru
nøgd við tænastuna á 51 ymsum økjum, og her enda bankar
nir sum nummar 41. Í teirri tilsvarandi kanningini í fjør vóru
teir nummar 31. Lene Espersen, búskapar og vinnumálaráð
harri, sigur við DR, at danir høvdu stórt álit á sínum peninga
stovnum, til korthúsið rapaði. Hon heldur eisini, at søgur um
vánaliga ráðgeving í bankunum hava viðvirkað til, at fólk
hava mist álitið á teimum.
Íslendskt nei til ES
Triði hvør íslendingur tekur undir við, at Ísland skal fara
upp í Evropasamveldið, men annar hvør er ímóti. 17
prosent eru hvørki fyri ella ímóti. Tað er úrslitið av
einari meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri
íslendska ídnaðarfelagið, og sum íslendsku fjølmiðlarnir
endurgeva. Spurd, hvussu tey høvdu atkvøtt, um spurn
ingurin um limaskap kom til fólkaatkvøðu nú, svaraðu
61,5 prosent, at tey helst ella heilt vist høvdu atkvøtt
ímóti. 38,5 prosent svaraðu hinvegin, at tey helst ella
heilt vist høvdu atkvøtt fyri ESlimaskapi.