mikudagur 16. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 16. september 2009
13
14. septembur er ein
merkisdagur í tjóðskapar
stríði Føroya fólks.
Ja, vit kunnu við æruni
siga, ein søguligur dagur.
Tað eru í dag 63 ár síðani
føroyska tjóðin (fólkið)
valdi loysing frá Danmørk
ini. Hetta er eisini fyrstu og
einastu ferð, at Føroya fólk
hevur fingið møguleika at
taka støðu viðvíkjandi
sínum egnu tjóðskapar og
stjórnarligu viðurskiftum.
Uppskotið frá Sambands
flokkinum og Javnaðar
flokkinum var samtykt
Í lógini um fólkaatkvøðuna
varð, eftir uppskoti frá
Sambandsflokkinum og
Javnaðarflokkinum, nærri
tilskilað soleiðis, at fyri
veljarnar vórðu lagdir tveir
spurningar:
Ynskja tygum danska
stjórnaruppskotið sett í gildi?
Ynskja tygum loysing
Danmarkar og Føroya
millum?
Lógaruppskotið um
fólkaatkvøðuna varð sam
tykt 10. mai 1946 og 13.
mai kunnger danski amt
maðurin lógaruppskotið
sum lóg. Eftir seinni kunn
gerð, sum landsnevndin
setti, varð atkvøðudagurin
settur til 14. september.
So statt fekk fólkið í
Føroyum við samtykt
Føroya Løgtings og við
samtykt danska ríkisvald
sins at velja millum danska
stjórnauppskotið ella
loysing. Her vóru greiðar
gøtur at velja í millum.
Hetta var ikki nøkur
vegleiðandi fólkaatkvøða.
Vit kundu við góðum rætti
siga, at fólkaatkvøðan var
lógarbundin. Tað vil siga
hon er bindandi.
Sambandið helt í fyrstuni
væl til standa. Tað var
sambandið, sum saman við
dønum sum hevði íspunnið
hesa atkvøðu, og júst í tí
formi, hon fekk:
Samband ella loysing:
Sambandsmenn kendu
seg fullvísar í sigri sínum,
tí teir høvdu sæð veikleika
fólkafloksins sum var í
tvíningum, har afturat
høvdu teir stuðul Javnaðar
floksins at dúva upp á.
Teimum kom als ikki til
hugs, at Føroya fólk, uttan
um allar politiskar flokkar
og tvørtur um øll floks
politisk mørk, megnaði at
taka seg saman sum fólk.
Nú skuldi sláast fast um
aldur og allar ævir, at før
oyska tjóðin fráskrivaði
sær frumburðarættin til
óðal og ogn sína. Hetta var
tað, í sambandið ætlaði við
fólkaatkvøðuni.
MEN MONGUM brestir
ætlan. Dagurin 14. sep
tember rann upp. Hann
gjørdist dómadagur sam
bandsins og frælsisdagur
føroysku tjóðarinnar.
Sambandið tapti og
loysingin vann.
Dagin eftir, 15. september
Dagin eftir, 15. september,
sum var sunnudagur, fór
merkið á stong um alt Før
oya land, og veitraði fyri
fyrstu ferð yvir frælsari tjóð.
Úrslitið av fólkaatkvøð
uni gjørdist meiriluti fyri
loysing, og tað vóru fólk úr
øllum flokkum sum at
køddu fyri loysing, ja enda
vóru tað eisini fólk úr Sam
bandisflokkinum, sum at
kvøddu fyri loysing, tí tey
vildu ikki góðtaka stjórn
aruppskotið, sum í veru
leikanum er Heimastýris
lógin frá 1. Apríl 1948.
Tey fimm árini undir
seinna heimsbardaga hava
ivaleyst sannført meirilutan
av landsmonnum okkara
um, at nú var tíðin komin
at taka lógvatak saman og
tveita ófrælsis okið av
herum sínum.
Tað var eins og í flagg
spurninginum, Føroya fólk
sum lagaði henda varða
uttan um allar politiskar
flokkar og tvørtur um øll
politisk mørk, megnaðu at
taka seg saman sum tjóð.
Hetta loypti ótta á don
sku stjórnina og ávísar
politiskar afturhalds kreftir
í Føroyum.
Tað vóru stórar rembing
ar í føroyskum politikki
undir krígnum, og serliga
aftana á fólkaatkøðuna 14.
september 1946, tá føroy
ingar valdu loysing frá
Danmørkini.
Tey, sum serliga talaðu
fyri loysingini í 1946, vóru
í stóran mun somu fólk,
sum stovnaðu Tjóðveldis
flokkin í 1948. Tað vóru
eisini okkara fiskimenn
sum silgdu vandasjógv øll
krígsárin undir Føroyska
flágginum, sum tóku undir
við loysingini.
Men so hendi tað at
danska ríkisstjórnin, sum
hevði góðtikið fólkaatkvøð
una og sum hevði lati for
sætisráðharra sín kunngera
at londini máttu skiljast, tí
tað høvdu danir lova føroy
ingum, brádliga gekk frá
lyftum sínum, á slíkan hátt,
ið má kallast ósømiligt fyri
eitt land sum Danmørkin
sigur seg at vera. Hetta var
einki minni enn ein nýggj
herseting av Føroya landið.
Danska ríkisstjórnin
settu lógliga fólkaatkvøðu
samtykt og lógliga løg
tingssamtykt úr gildi. Nú
skuldu føroyingar boyggj
ast. Danska stjórnin við
amtmanni sínum visti at
tað mundi verða so sum so,
við stimbrinum í fleiri av
tingmonnum meirilutans.
Lýst hevði verið til ting
fundar 27. september kl.
10, men bert ein tingmaður,
Jákup í Jákupstovu, møtti.
Rættarstøða Føroya
lands aftan á fólkaatkvøð
una var tann, at Føroyar
vóru uttan fyri danskt
ríkisvald.
Løgtingsupploysnin var tí
grovligt rættarbrot. Trýst
skuldi leggjast á føroyingar,
og í evstu stund skuldi
roynd gerast at bjarga hes
um danska ognarluti í Norð
uratlandshavi. Herskip
sveimaðu um oyggjarnar.
Vápnaðir danskir matrósar
gingu í Havnargøtum.
Fólkaflokkurin, sum tá
skuldi eitast at vera sjálv
stýrisflokkur, stakk halan
millum beinini og rýmdi av
Tingi saman við hinum
sambandsflokkunum. Tað
var bert ein tingmaður sum
møtti til tingfund, aftan á at
danir høvdu sent tingi til
hús. Tað varð Jákup í
Jákupsstovu, sum var inn
valdur á lista Javnaðar
floksins í Vága valdømi.
Seinni varð hann ekskluder
aður úr Javnaðarflokkinum,
sum tá endaði sum ramur
sambandsflokkur.
Flestu tjóðir hava ein
hátíðardag til minnis um
stórhendingar í søgu tjóðar
innar, í flestu førum er tað
tann dagin, tá tjóðin steig
fram sum frælst land. Enn
hava vit ongan slíkan dag,
sum til dømis Íslendingar
hava 17. juni ella sum
normen 17. mai sum
tjóðardag teirra.
Men vit kunnu sagtans
brúka 14. september sum
okkara tjóðardag, tí tað er
einasti dagur føroyska
tjóðin er sloppin at taka
støðu viðvíkjandi sínum
egnu tjóðskapar og
stjórnarligu viðurskiftum.
Frásiga sær
frumburðarættin:
Enn í dag 14. september
2009 berjist Sambansflokk
urin við sínum formanni
Kaj Leo Johannesen sum
úlvur á skóg fyri at innlima
Føroya land inn í EF sum
danskan ríkislut.
Tað kann tykast løgið, at
tað skulu finnast politikk
ara í Føroyum ár 2009,
sum eru til reiðar at frásiga
sær frumburðarættin til
okkara føðiland.
Hetta kann hann gera við
hjálp frá somu flokkum,
sum sviku 1946 Javnaðar
flokkinum við Jóannes
Eidisgaard á odda og Fólka
flokkinum við Jørgen
Niclasen á odda.
Vit mugu bert ásanna, at
greinin fellir ikki so langt
frá trænum.
Heimasíða mín: http://
heima.olivant.fo/~hoyh/
Heimildir
Løgtingstíðindi 194548
„Í hjørtum okkara býr
frælsið“ 1985.
Bók eftir Erlendur
Patursson
Sannleikin aftan fyri Fólkaatkvøðuna
14. september 1946
løgtingsmaður
Heini O.
Heinesen
Góði Hergeir. Síggi, at tú í
bløðunum sóknast eftir
einum svari frá mær uppá
eitt lesarabræv hjá tær, har
tú spyrt eftir vallyfti mín
um um at styrkja tónleikin.
Tú skalt fáa svarið. Men
vil í sama viðfangi gera
vart við, at orsøkin til, at
eg ikki valdi at svara tær,
var óhøviski tónin í fyrru
grein tíni.
Tú hevur rætt, at eg
undan valinum lovaði at
virka fyri tónleikinum. Tað
lyftið standi eg framvegis
við. Og tað hevur eisini
eydnast at fremja smáar
batar, m.a. viðvíkjandi
musikskúlanum, hóast
umstøðurnar enn eru langt
frá nøktandi.
Tað er trupult at fáa ljóð
fyri øktum stuðuli fyri
tónleiki í politisku skipan
ini, sum hon nú sær út. Og
sum tú veitst, so skal man
hava ein meiriluta aftan
fyri seg, fyri at fáa eitt mál
ígjøgnum. Havi umrøtt
tónleikagrunnin við lands
stýriskvinnuna í mentamál
um, sum umsitur tónleika
økið, og hon hevur lovað at
virka fyri hesum. Men,
sum tú helst veitst, er trup
ult at fáa fatur á pengum
fyri tíðina, og i dregur
hetta arbeiðið út.
Hóast tað er harmiligt, at
tað ikki hevur gingið nóg
skjótt at fáa tónleikagrunn
in til veruleika, kunnu vit
tó fegnast um, at tónleika
vinnan á aðrar hættir hevur
verið stuðlað úr almennu
skipanini, m.a. gjøgnum
marknaðarføringsátøk úti í
heimi.
Annars góða eydnu við
áhuga og arbeiði tínum fyri
tónleikinum.
Svar til
Hergeir Staksberg
JOHn
JOHannessen
viðmerkingar
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
Nógvir kulir hjálmar
Flottir heildekkandi hjálmar við allergivinarligari bjálving og løttum lási til høkureim.
Klárt glas, ið ikki skøvast. Góðkendir til motorsúkklu og tí eisini væl egnaðir til knallert
og skutara. Fáast í fleiri litum og støddum.
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!
fastir, lágir prísir á dekkum og felgum
Nýtt felgukatalog við øllum
teimum flottu felgunum frá
Dekkmaster kann nú takast
niður á www.dekkmaster.fo
Summardekk
175/65-14 ........................... úr 620,-
195/55-15 ........................... úr 775,-
195/65-15 ........................... úr 795,-
205/55-16 ........................... úr 890,-
205/40-17 ........................... úr 965,-
225/45-17 ........................... úr 995,-
225/40-18 .......................úr 1.290,-
235/35-19........................úr 1.710,-
Prísdømi
790,-
einans