mikudagur 16. september 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 176 - 16. september 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Anna Abrahamsen, ættað úr Mykinesi, búsitandi
í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum mána
dagin, 58 ára gomul. Bønarhald verður í kapellinum
á Landssjúkrahúsinum mikudagin kl. 17. Jarðar
ferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin
kl. 13. Sungið verður sálmabókini. Tey, ið vilja
minnast Onnu við blómum ella kransum, kunnu í
staðin lata Føroya felag móti Krabbameini eina
peningagávu. Konta í peningastovnum.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum mongu, ið gleddu
meg á 80 ára degnum 30. juni 2009.
Takk fyri uppringingar, heilsanir, blómur
og gávur. Eisini ein tøkk til
tykkum mongu, sum hjálptu til og gjørdu
mær dagin so hugnaligan.
Bestu heilsanir
Solveig Steinhólm
Dagurin
16. september. Eufemia,
deyð umleið ár 300.
Kvinnuligur pínsluváttur,
sum varð tikin av døgum
undir Diocletianus
keisara. Grikst navn sum
merkir gott umdømi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
Á sumri 1929 var øllum greitt, at
ein ólukka var hend, og at skúla
skipið København ikki kom aftur.
Skipið er helst farið á jólum 1928.
Aftaná 22. desember hoyrdist
einki frá København.
At einki radiosamband fekst
aftur við skipið gav ongan illgruna
í fyrsta umfari. Sendarin kundi
vera blivin í ólagi, men tá skipið
ikki kom fram, skiltu menn at ein
ólukka var hend. Í fleiri ár var
roynt at finna út av, hvat var hent
skipinum, men uttan úrslit. Tað
bleiv ein gáta, hvat var hent
„København“.
Skipið var ein ein fimmmastrað
bark, bygd í Skotlandi til reiðaríið
ØK í 1921. Hon var 3.901 brt.og
lastaði 5.150 tons og var tá eitt av
heimsins størstu seglskipun.
Manningin taldi 60, av hesum
vóru 45 næmingar.
Í Føroyum hevur verið nógv
tosað um hendan sorgarleikin.Tá
tey gomlu greidd frá honum,
løgdu tey oftast afturat, at hetta
helst var einastu ferðin, at eingin
føroyingur var við København.
Seinasti túrurin
Teir fóru úr Keypmannahavn tann
14. septembur 1928 til Norre
sundby við Ålborg, har teir last
aðu cement. Har lógu teir nakar
dagar og fóru higani til Santos í
Brasil og síðan til Buenos Aires í
Argentina, hagar komið var hin 6.
desember.
Har lá ein last, men teir tóku
hana ikki, tí teir fingu ov lítið fyri
hana. Teir fóru haðani 14. desem
ber og skuldu til Adelaide í
Australien.
Tann 17. desembur høvdu teir
telegrafiskt samband við D.F.D.S.
skipið Arizona. Tá var alt væl.
Tann 21. og 22. høvdu teir tele
grafiskt samband við norska
skipið William Blumer. Tá var
framvegis alt væl. Tollaksmessu
dag 23. desember royndi fjarritarin
á norska skipinum aftur at fáa
samband við teir. Men nú var tað
uttan úrslit. Tað hoyrdist einki
aftur til skúlaskipið København.
Teir skuldu verið komnir til
Adelaide um 1. februar. At skipið
var nakað seinkað gav ongan ill
gruna. Hálvan februar fóru fólk at
ótolnast. At skipið ikki hevði ikki
lata frætta frá sær, tá teir skuldu
havt verði nærindis Cape Town í
Suðurafrika, var ikki dámligt.
Tann 18. februar 1929 byrjaði
ein umfatandi leiting eftir Køben
havn. Leitað varð í fleiri ár uttan
úrslit. Góð trý ár eftir, at skipið
var horvið, støðgaði tann almenna
leitingin.
Thorvald
Stauning,
táverandi danski stats og sjófarts
ministarin, boðaði umboði fyri
tey avvarandi soleiðis frá:
„Idet jeg meddeler Dem dette,
haaber jeg samtidigt at have klar
lagt for Dem og den Kreds af Paa
rørende til de forulykkede unge
Sømænd, som har sluttet sig til
Deres Henvendelse, de Grunde,
der maa bevirke, at jeg er afskaaret
fra at tage Initiativ til Udsendelse
af nye Eftersøgningsekpeditioner
eller blot tage Ansvaret for, at
saadanne udsendes.“
Men tað vóru aðrir, ið royndu at
halda lív í leitingini. Eitt nú blaðið
Den danske Pioneer, sum kemur
út í USA. Í útgávu í 1932 minti
blaðið á tær kr. 100.000, nógvir
pengar tá, ið reiðaríið ØK hevði
lovað í samsýning fyri týðandi
upplýsningar.
Hvat var hent skipinum bleiv
ein gáta. Hóast tað var hásummar
á sunnnaru hálvu, var ofta ótespu
ligt at sigla um tær leiðir, teir
sigldu. Tað var hildið, at teir
kundu hava siglt á eitt ísfjall.
Ein grundin til hesar reglur er
millum annað, at eg á loppumarkn
aði í summar í Danmark keypti
ein málning av skúlaskipinum
København við Krúnborg um
stýriborð. Sølumaðurin greiddi
mær frá, at skipið var gingið burt
ur fyri nógvun árum síðani. Eg
legði afturat: „Det var nok i 28.“
„Det
var
det
vist,“
segði
sølumaðurin.
Móður mín tosaði ofta um sorg
arleikin, tá ið København gekk
burtur og um teir hálvthundrað
ungdómarnar ið sjólótust.
Sigfríður Joensen
80 ár síðan skúlaskipið »København« gekk burtur
Myndin hjá Sigfríð. Skúlaskipið København við Krúnborg um stýriborð. Hetta var níggjanda ferðin hjá skipinum. Tað vardi bert 5 mánaðir, til teir aftur
í september 1928 høvdu Krúnborg um stýriborð, sum tey tóku til. Ta tíggjundu ferðina skipið aftur skuldi havt Krúnborg um stýriborð um ólavsøkumundi
1929 kom einki skip. Tað var øllum greitt, at ein ólukka var hend.