Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 176 • 16. september 2009 U m dagarnar var tað ein av okkara trúføstu lesarum sum segði, at hon “elskaði at lesa Petur Alberg.” Hetta er eisini galdandi fyri tann, sum skrivar hesar reglur. Tað, sum hevur gjørt hann kendan millum føroyingar er, at hann skrivaði lagið til okkara tjóðsang. Men annars er tað lítið, sum hevur verið alment frammi um hann. Aftaná eina ættarveitslu hjá Geilaættini í 1999, fekk eg við loyvi frá dótrini Biritu atgongd til skjalasavnið hjá Petur Alberg á landsskjalasavninum. Her fanst hetta áhugaverda tilfarið. Tað, sum Petur Alberg skrivaði í sínum dagbókum, vísir ein mann við kenslubornum sinni, sum er sera beskeðin, kanska mótsatt beiggjanum Kristin. Tað er tíð uppá, at Petur kemur meira fram í ljósið, soleiðis sum tað var gjørt í FF-blaðnum og nú í Miðvikuni. Frásøgnin hesa ferð er um eina norska kórvitjan í 1924, fyri 85 árum síðani. Hetta er ein áhugaverd lýsing av eini serligari hending. Men eisini ein lýsing av Petur Alberg sjálvum og um lívið í Havn um hetta mundi. Tað tykist at hava verið rættu- liga vanligt, at gjørdar vóru ferðir av ymiskum slag til Íslands, og so hevur verið steðgað á í Føroyum. Hetta vóru tá stórhendingar. Eitt dømi var danska studentaferðin til Íslands í 1900, sum eisini steðgaði á i Føroyum. Hetta var eisini dagur í viku í Havn, soleiðis sum Petur Alberg eisini greiddi frá í síni fyrstu dagbók. Aftaná varð givin út ein bók við frásøgn frá hesi ferðini. Her eru eisini áhugaverdar myndir úr Havn. Onkrar av teimum fara vit at endurgeva í hesi grein. So koma vit til Petur Alberg: Brævið til Noregs Tað er nakað síðan, at tað frættist, at 50 norskir sangarar skulu koma higar við Merkur 11. juli. Tað er Kristiania Handdels- stands Sangforening, sum kemur at leggja at landi her á veg til Íslands. Eg sá í Dimmalætting, at teir millum annað skuldu hava íslendsk songløg á programminum, og so fekk eg hug til at senda eitt av mínum løgum yvir, tí tað var so freistandi at teinkja sær tann møguleika at hoyra eitt lag av mær tóna frá 50 útvaldum norskum sangarum, kanska staddur niðanfyri tinghús- ið í Havn. Við Mercur 24. mei 1924 sendi eg tí soljóðandi bræv til redaktør Thomassen, Kristiania: I anledning af det norske kors påtænkte besøg her tillader jeg mig at bed Dem venligst gøre mig en tjeneste. I en notits i et af vore blade, har jeg set, at sangkoret på sit program skal have nogle islandske melodier, og jeg er derfor kommet på den forfænge- lige tanke, at der kanske var mulighed for at få en færøsk melodi med. Dette er grunden til, at jeg tager mig den frihed at plage dem med min anmodning om at rette en henstilling til den rette vedkommende, i dette tilfælde antageligt dirigenten, hr. Leiv Halvorsen. Jeg har valgt en sang (Eg elski teg land), som er meget kendt her og – når jeg selv skal sige det – nok så yndet. Jeg vedlægger en udsættelse for 4st mandskor samt en for piano. Den sidste er et udklip af et lille afholdsblad Dúgvan, i hvilket den var optaget næst- sidste jul. Skulde De have brug for den til deres store blad, ville jeg selvfølgelig være himmels- henrykt, men nu beder jeg dem venligst tilgive mig min store ubeskedenhed og påtrængenhed. I så fald, at min melodi finder nåde for hr. Halvorsen øjne – eller rettere sagt øren, skulde der måske foreligge en oversætt- else af teksten til norsk, rigs- eller landsmål. En dansk oversættelse kunne måske fremskaffes her, men jeg tror, at den lettere vil kunne oversættes til landsmål. Dette lader sig imidlertid næppe gøre her, og de bedes venligst sige mig, hvad de mener herom. Kunne jeg opnå deres indflydelsesrige assistance, vilde jeg være dem meget taknemlig. At tænke sig – hvis 50 udvalgte norske sangere stod udenfor tinghuset i Thorshavn og sang en melodi af mig! Der ville løbe både varmt og koldt nedad ryggen af mig! Besvime gjorde jeg kanske ikke, thi jeg har altid haft et stærkt hjerte. Jeg skal i hvert fald ønske sangerne hjertelig velkommen, selv om min melodi bliver vejet og fundet for let., og idet jeg takker Dem for Deres ulejlighed er jeg med højagtelse og hilsen deres hengivne Peter Alberg. Telegrammið! Mánakvøld 30. juli 1924 Í kvøld millum 6 og 7 meðan Dia og eg málaðu uttanfyri, vestara skjøldur, kom telegrafboðið við einum telegrammi til mín. Eg gitti, ivaðist, men kundi ikki reiðuliga rokna út frá hvørjum, tað var. So sá eg, at tað var frá Kristiania, og mín fyrsti tanki var um vørur og tílíkt. Men so hugsaði eg víðari, at eg kundi ikki fáa nakað telegramm um vørur ella nakað, sum hevði við forrætning at gera. Mín næsti tanki var so “Thomassen,” “sangurin.” Og sum Hans Andreas yrkti á sinni um sítt kærleiksbræv: Eg tók tað, skræddi bjálvan av, og tað har skrivað stóð eg og læs, og tað vóru hesi orð: “Kristiania 30.6 kl 15,30 Deres sang antatt av Handelsstandens kor. Vil blive sunget på turnéen. Hilsen Thomassen.” Eg bleiv glaður sjálvandi, strálandi glaður, tí eg hevði ikki væntað hetta. Eg hevði einki hoyrt frá Thomassen, síðan eg sendi brævið 24. mei, so eg trúði, at antin hevði Thomassen einki gjørt við tað, ella at sangurin ikki var brúkiligur. Men nú var hann so anntikin. Eg segði tað fyri Johannu (konuni) og seinni fyri Pouli og Kristini (brøðrunum), og eg fari bert at siga tað fyri nøkrum fáum vinum. Tað er stuttligari, at hetta kemur óvæntað, tá dagurin kemur, og – tað kundi jú komið okkurt sum forðaði, og so er tað betri, at ikki ov nógv vita tað. Bara nú veðrið eydnast. Eg gleði meg til at hoyra eitt útvalt kór syngja ein av mínum sangum, og so gleði eg meg til at síggja glómurnar í ymsum, tá hann verður sungin. Ein blívur jú við at vera eitt forfeingiligt barn, men eg haldi, at hetta er óskyldug forfeingiligheit. Eg havi so sanni- liga ikki reklamera ella roynt at troðka míni løg fram. Men tað tykist, sum at nógv av teimum hava sjálvi troðkað seg inn í Føroya fólks hjørtu. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer “at fanta seg”, sum Sam plagdi at siga. Nú hava teir verið her! Sunnudagur 13. juli 1924 Nú hava teir norsku sangararnir verið her, og nú fari eg at skriva eitt sindur! Eitt sindur áðrenn teir komu, var bílætið Petur Alberg: Norska kórvitjanin í 1924 Vit hava havt fleiri frásagnir um Petur Alberg. Tað er fyrst og fremst talan um hansara stak áhugaverdu dagbøkur, hann sum drongur skrivaði um aldarskifti, og so eisini um tíðina í ungmannafelagnum í Havn fyrst í øldini. Men hann skrivaði eisini annað Leif Halvorsen og Petur Alberg í 1924 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘