Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 16 nr. 176 • 16. september 2009 av teimum ústillað í vindeygað niðri í bókahandlinum, og Sigurd Niclassen, sum arrangeraði alt viðvíkjandi húsi og tilíkum, hevði fingið sendandi eitt stórt flott programm, sum var prentað til ferðina. Ein heil bók við myndum av teimum ymisku dirigentunum fyri Handelsstandens Sangfor­ ening gjøgnum tey farnu árini líka frá 1847. Her stóð sjálvsagt eisini bílætið av tí núverandi dirigentinum, Leif Halvorsen, ein sera vakur maður. Nøvnini á øllum sangarum stóðu prentað í programminum, og so kom ein listi yvir allar sangirnar, 38 í tali, og aftaná teksturin til allar hesar sangir. Listin var orðnaður alfabetiskt og fremstur stóð mín sangur “Eg elski teg land.” Hjartað ornaði sjálvsagt á mær, tá eg sá hetta – tað var jú ein stór æra. Í Tidens Tegn hevði verið at lisið, at Mercur skuldu steðga ein heilan dag, soleiðis at ferðafólkið kundi síggja seg um. Hetta dámdi okkum væl, men tá til stykkis kom, frættist tað, at skipið bert skuldu steðga 3­4 tímar, og tað líka sum tók pippið frá okkum, so eingin hevði hug at gera nakað. Mercur kundi væntast fríggja­ dag fyri middag, og millum 11 og 12 kom hann inn um Skansa­ tanga. Eg stóð tá uppi á kvistinum og rakaði mær og lat meg í pussið. Tí um eg skuldi komið í hóslag við nakran, var tað best at vera klárur – tó eg ikki skuldi nølgast uppi í teimum, men halda meg eitt vet aftanfyri, tað var mín ætlan. Ongin skuldi siga, at eg fjeppaðist uppi í teimum. Kvøldið fyri hevði eg málað við tusch 3 plakatir um konsertina. Sigurd Niclassen skuldi geva mær beskeð, tá sangararnir vóru ílandkomnir. So skuldi eg seta talið fyri klokkutíðina á plakatina. Tað var tað einasta, sum restaði á plakatunum. Um middagin 11.juli ankraði altso Merkur, og eina løtu aftaná fór eg oman í Geil. Tá møtti eg hópin av sangarum við hvítum húgvum, men eg kendi sjálvsagt ongan, og teir kendu heldur ikki meg. So fekk eg beskeð frá Sigurd, at konsertin skuldi vera kl. 6 og fór so niðan aftur at gera plakatirnar lidnar. “Generalprøvin.” Eina løtu aftaná, eg var tá staddur niðri í kjallaranum, rópar Jóhanna til mín, at Herluf Lützen var haruppi og spurdi eftir mær. Hann bar mær heilsan frá dirigentinum Leif Halvorsen, sum bað meg koma niðan í gymnastikk­ húsið at hoyra sang mín og siga teimum, um teir sungu hann, sum eg vildi hava tað. Tá vit komu niðan, fór Herluf fyrst inn gjøgnum dyrnar, og tá eg kom inn, fekk eg eina dygga klappsalvu frá øllum kórinum, ið stóð uppstillað uppi á scenuni. Eg bukkaði sjálvsagt – ovfarin sum eg var ­ einar tvær reisur, og so dundu klappini aftur. Halvor­ sen kom nú móti mær og tók í hondina á mær. Eg kann ikki við orðum siga, hvussu inntakandi og hjartaligur hesin maður var, so lítillátaður og náttúrligur, ikki tað minsta petti viktigur ella fínur. Ein aðalborin maður, eitt herligt menniskja at líta á. So sungu teir “Eg elski teg Land,” og eg fór sum í dreymi fót fyri fót oman eftir gólvinum. Hópur av børnum sat á beinkjun­ um og lurtaði. Seinni fekk eg at vita, at norðmenn høvdu biðið tey koma inn. Meðan eg gekk oman eftir gólvinum í mínum egnu tonkum, síggi eg, at eitt barn rættir hondina upp. Eg hyggi, og eitt sigur: “Pápi!” Anna mín, so sanniliga. Og við hennara lið uttast á einum bonkarenda sat Djóni so fittur og stillur við húgvuni í hondini. Tá streymaði tað so heitt gjøgnum hjartað, og eg setti meg hjá mínum elskaðu børnum. Birita mín, hon spældi í kamarinum, hon tímdi ikki við til slíkan vasa, fekk eg seinni at vita. Ein eldri maður bað Herluf um at blíva presenteraður fyri mær, og hann æt K.V. Harmess, førstearkivar i Utenriksdepartementet., sum tað stóð á visitkortinum. Hesin maður vildi so fegin hitta Jóannes bónda, og eg beyð so Halvorsen og honum inn til ein lítkan sjuss. Halvorsen setti seg at skriva kort. Eg ringdi oman á hotellið (Djurhuus), og Jóannes bóndi kom niðan. Boðin umborð Tað var ein hugnalig løta, meðan teir sótu her. So fóru vit niðan á telegrafstøðina, og tá vit fylgdust oman aftur, bað Halvorsen Jóannes bónda og meg koma umborð á Mercur til døgurða klokkan fýra. Vit bóru okkum undan, men tað hjálpti ikki. Eg vildi heldur sitið við mín egna borðenda og etið, tonkti eg við mær sjálvum. Men ikki bar til at vera ov serur, og so játtaði eg. Nú aftaná angri eg tað ikki. Døgurðin umborð var sera hugnaligur. Har vóru hildnar røður, eg minnist nú ikki rekkifylgina, sum vit siga á havnardonskum. Men eg hugsi, at tað var hildin ein tala fyri mær, fyri Jóannes bónda, fyri konslinum Herluf Lützen og fyri arrangørinum Sigurd Niclassen, ið báðir sjálvsagt eisini vóru við umborð. Jóannes bóndi helt talu, orðini vóru góð sum altíð, men málið var ógvuliga knartlut. Tað skuldu vera norskt, men eg vil heldur kalla tað gøtudanskt, sum vit plaga at siga, tá tað hvørki er eitt ella annað. Men væl var móttikið, óføra væl og orðini vóru frálík sum sagt, og tað er tað sum umræður. Herluf takkaði í fáum hjartaligum orðum, náttúrligur og lítillátaður, sum hann altíð er. Eg royndi so eisini at halda eina røðu, og eg kendi á mær, at eg hevði fingið fatur á tann “rætta endan” og sligið á tann rætta tónan. Eg plagi ikki – og mær dámar ikki – at rósa mær (tað kann Jóhanna attestera), men eg visti ta løtuna á mær, at eg gjørdi tað gott sum “lejligheitstalari”. Eg var beskeðin, spakur og stilt gemyttligur, og eg, sum annars eri vanur at missa tráðin, hevði kláran og róligan tanka. Stutt sagt, tað eydnaðist óføra væl, tá eg sjálvur skal siga tað. Teir róptu “hør” og “bravør” ofta, og ein kundi ikki annað enn blíva inspireraður til at siga vøkur orð, tá ein sat millum so herlig menniskju, sum hesar norsku sangarar, fyrst og fremst Halvorsen og operasangarin Thorleif Sohlberg. Við ein borðenda sat Halvorsen, ovast vinstrumegin honum sat Sohlberg og ovast høgrumegin á síðuni sat eg. Sohlberg er ein deiligur maður, so kraftfullur og so nátturligur, einki skaparí. Eg var aldeilis bedáraður av hesum manni, tí hann tók ímóti mær, sum kundi eg verið beiggi hansara. Eitt mannfólk var hann. Hann líktist forrestin ógvuliga nógv Fríðrikki 8. Petur Alberg var giftur við Johanne f. Petersen (1894-1965). Tað sæst greitt í dagbókunum hjá Petur Alberg, hvussu inniligt sambandið millum tey hevur verið Sambandið við børnini hevur ikki verið minni inniligt. Stóra gentan er Anna, tann minna er Birita, og drongurin er Djóni. Í 1924 fingu tey Petur, sum doyði fýra gamal. Í frásøgn í Hendur ið Sleptu varð greitt frá, hvussu stórur smeitur hetta var hjá teimum ➘ Eg elski teg land, eg elski teg, land! tá ið grønur er dalur og ong, og bylgjurnar kyssa og fevna tín sand. Eg elski teg land, eg elski teg, land! tá ið fuglurin byrjar sín song. Eg elski teg, land! tá ið dunandi hart gjøgnum skørðini stormurin fer, og loftið er vorðið so bikandi svart. Tá kenni eg teg, sum ein vølva tú vart, ið framskygda sálina ger. Eg elski teg, land, eg elski teg, land! tá ið illlýsi spælir um tind, og sól litar skýggj eins og logandi brand, tá kenst tað, sum stevndi ein sigrandi and’ so treyst móti himmalsins grind. Tú dregur meg at tær, tín megi er stór, og minnið um teg er mær kært. Eg veit eina stund, eg tær trygdareið svór, og um enn eg víða um verðina fór, tú støðugt í huga mær vart. So mikið er prentað og mikið er sagt um teg og um vesaladóm tín, so sárt hava mangan teg synirnir rakt, ­ tó enn hevur ikki títt merki tú lagt, títt snjóskæra drotningalín. Er sonur tín ikki, sum vónandi var, er ættin øll ráðleys og veik, kann verða, hin stundin tó ikki er fjar, tá tú kanst tær byggja av nýggjum ein garð og byrja av nýggjum ein leik. Sum kongsmóður ert tú, ið rikin úr høll til fjarðløgdu oyggjarnar fór. Hon átti sær son, hann fór fram yvir fjøll, hann valdi sær garpar; tá stúrsaðu øll, tí hansara megi var stór. Hans A Djurhuus “Eg elski teg land”, sum hann var prentaður í fráhaldsblaðnum Dúgvuni