Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 • 16. september 2009 MIÐvIkaN 17 Halvorsen var, sum hann hevði verið, óalmindiliga blíður. Eingin donsk “niðurlátinheit”, men rætt sum hann kundi verið ein gamal vinmaður. Tað var ein frálík løta umborð, men vit máttu skunda okkum, tí klokkan leið at seks, og tá skuldi konsertin vera. Konsertin So stóðu vit aftur inni á Kongabrúnni. Vit vóru í fyrsta bátin, og meðan vit bíðaðu eftir hinum var tað ein, sum tók eitt bílæti av Halvorsen og mær tilsamans. Eg visti, at Halvorsen hevði violin sína við, og eg bað hann endiliga taka hana við og spæla eitt sindur fyri okkum á konsertini. Hetta hevði hann góðan hug til, men hann bað meg um at “uppfordra” hann til tað. Hann lovaði at spæla Sæterjentens Søndag og einar tveir afturat. Hann bað meg um at bera fiólina fyri seg, tí annars var hann bangin fyri at vera móður í fingrunum, tá hann skuldu spæla. Hann segði, at violinin var ein gamal italienari frá 1700 og nøkur ár. Hon kostaði millum 30 og 40.000 kr. (Um 50 árslønir hjá fiskimonnum tá.) Tá vit fóru niður í bátin, bað hann meg hjálpa sær at taka ímóti violinini, tí hann var so bangin fyri at nakað skuldi henda henni. So stillaðu vit, tá allir vóru ílandkomnir, 3 og 3, og hitt norska flaggið á odda. Eg ætlaði mær at ganga onkunstaðni aftaná, men Halvorsen hálaði meg framum. Eg skuldi ganga millum hann og Sohlberg. Aftaná meg gekk norski konsulin Herluf Lützen millum tveir aðrar norðmenn. Teir mundu vera formaðurin Jacobsen og viceformaðurin Knudsen, hugsi eg. Tá var klokkan yvir 6, og vit hoyrdu at gymnastiksalurin var stúgvandi fullur av fólki. Tá vit komu tvørtur um húsið hjá okkum, fór eg inn á vegnum. Johanna var tá longu farin niðan. Tá eg kom niðan í Gymnastikkhúsið, vóru teir longu uppstillaðir, og eg leitaði mær eftir sessi og var so heppin at sleppa at sita á næstfremsta beinki, uttast til høgru. Ætlanin var, at teir skuldu byrja við mínum sangi. Men eg og Halvorsen tosaðu um hetta umborð, og mær dámdi betri, at hann steðgaði til seinni. Tað var kanska tápuligt av mær. Vit gjørdu so av, at aftaná at programmið var liðugt skuldi formaðurin Jacobsen rópa eitt “livi” fyri føroyingum og so skuldi syngjast: “Eg elski teg land.” So skuldi eg rópa “livi” fyri norðmonnum, og so skuldu teir syngja: “Ja, vi elsker..” Nú er at siga, at á tí lítla programminum, sum serstakt var prentað til konsertina í Føroyum var ikki mín sangur uppi á. Teir søgdu, at hann kom so seint fyri hvítusunnu, og tá fingu teir flestu feriu, og hetta lítla programmið var prentað áðrenn. Men hitt stóra samlaða programmið við øllum tekstunum varð prentað seinni, og her var hann komin uppá. Men at sangur mín ikki stóð á tí lítla programminum gjørdi mong nervøs, sum vistu, at ætlanin var at syngja hann, og eg veit at kanska onkur, sum ikki hevði gott eyga á mær, uggaði seg við, at hann fór ikki at verða sungin. Men eg visti betur og var tí róligur. Gymnastiksalurin var stapp­ andi fullur av fólki. Johanna var farin niðan undan, tí hon var bangin fyri ikki at fáa sess. Tá eg kom inn, royndi eg at kaga eftir henni, men ikki eydnaðist mær at fáa eyga á hana. Seinni segði hon mær, at hon sat inni undir trappuni, sum gongur uppá ta stóru balkongina, altso í vestara enda. Eg raggaði mær so niðan eftir gólvinum og var so heppin at finna ein rúmligan sess uttast á næstfremsta beinki til høgru. Uppi á tí lítlu balkongini sótu millum onnur Kristin bróður, Kristian Hansen, málari og Sverri Patursson. Beint aftanfyri meg sótu Anna systir og maður hennara Andreas Ziska. So byrjaði hin hátíðarliga stundin. Nú veit eg, at ta stund­ ina livir ein ikki umaftur, men meðan tað “stendur uppá” teinkir ein ikki yvir tað góða, ein hevur. Síðan greiðir Petur frá teimum ymsu framførslunum, sum vóru ymisk­ ar til dygd. Og hann heldur fram: Og so at enda kom Sohlberg við síni málmrødd: “Ja, brenn du varde, du signade klasse.” Tað var eldur í honum, tá hann sang hetta, og tó at kórið tá sang við megi, so hevjaði rødd Sohlbergs fulltónandi fram um. Á, hvat var tað tó herligt og stórsligið. Norðmenn, norðmenn, tað er eitt kraftugt álvarsamt fólk. Danir eru so undarliga veikir aftur ímóti, tað kendi eg henda dag. “Eg elski teg land.” So var sjálvt programmið at enda. Nú steig Jacobsen, formaðurin, fram og rópti eitt “leingi livi” føroyingar og so stemmaði kórið í “Eg elski teg land”. Tó at hann var nakað mattur aftur ímóti hinum við tað, at sangararnir máttu hava tekstin frammanfyri eyguni, og teir ikki dugdu so væl at syngja føroyskt, ja, so fekk mín sangur kanska mest klapp av øllum. So stóð eg upp og rópti eitt “leingi livið” fyri okkara frændum, og so var sungið “Ja, vi elsker”, og tá hendi Programmið á konsertini í Havn Kórið sum kom úr Noregi Tórshavn í 1900 ➘