mikudagur 16. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 176 • 16. september 2009
tað undarliga ella vidundarliga
kann ein siga í hesum tíðum,
nú tað stendur so skarpt millum
Noreg og Danmark, at alt fólkið
reisti seg og standandi hoyrdi
hin norska nationalsangin verða
sungnan. Hetta var symbolskt.
Tað var hitt føroyska hjartablóðið,
ið ornaði móti frændum okkara.
Teir danskarar, ið við vóru,
høvdu óivað ein undarligan
smakk í munninum, men teir
tordu ikki at demonstrera. Eingin
danskur embætismaður var
við til konsertina. Amtmaðurin,
sorinskrivarin og fysikus, eru
ofta við til livandi bíløt, tá Mary
Pickford, Douglas Fairbanks ella
okkurt av hesum “døgnflugu”
menniskjum eru at sjá á løriftinum.
Teir hirdu ikki at koma við til eina
slíka kunstprestatión sum hesa.
Men tað var tann norska
smittan teir ræðast. “Die dumme
danen.” Tað var eitt tað fyrsta,
ið hoyrdist, tá liðugt var: “Eingin
danskur embætismaður var við.”
Bert Ludvigsen bankastjóri, hann
var við. Messenschmidt er burtur.
Stríðið millum
Danmark og Noreg
um Eysturgrønlandi
Hesin spenningur millum Dan
mark og Noreg, sum her verður
umrøddur, man vera í samband
við stríðið teirra millum um
Eysturgrønland.
Stríðið var um økið millum 71°
30' og 75° 40' N við eini norskari
radiostøð i Grønlandi.
Í 1921 boðaði Danmark frá, at
alt Grønland skuldi vera undir
donskum harradømi. Hetta var
ein fráboðan sum norska stjórnin
metti gera seg inn á norsk
rættindi vegna norsku kópa og
hvalaveiðumenninir, sum veiddu
í Eysturgrønlandi. Noreg roknaði
Grønland sum gamalt norskt land
og viðurkendi ikki, at Danmark
hevði ræði yvir tey óbygdu økini í
Grønlandi. Tá Danmark boðaði frá
eini kanningarferð til norsku økini
í 1930 gjørdist støðan spentari.
Tann 27. juni 1931 hersetti ein
norsk deild við fimm monnum,
leidd av norska fangaranum
Hallvard Devold, umrødda økið.
Vísandi til Eirik Reyða, sum
uppdagaði Grønland í 985 og
undanfarin norsk stýri í Grønlandi
kallaðu norðmenn økið fyri land
Eiriks Reyða.Hertikna økið lá fleiri
túsund kilometur frá donsk øki,
har fólk búði.
Noreg hersetti alment økið
19321933. Men Danmark stevndi
Noreg inn fyri altjóða dómstólin
í Haag. Hann avgjørdi í 1933,
at økið skuldi vera danskt. Økið
sum síðan fekk navnið Land Kong
Christian X, er nú ein partur av
tjóðarpark Grønlands. Helge
Ingstad, sum var leiðari av eini
veiðuferð til økið 19321934, var
sýslumaður í hesum stutta her
setingartíðarskeið. Tað er greitt,
at hetta mál skapti illstøðu millum
Danmark og Noreg í nógv ár.
Men tað forvitnisliga er
partvíst, at hetta kundi fáa ávirk
an millum donsku embætismenn
inar til eitt slíkt tiltak sum hetta.
Tað kann sigast at vera eins
løgið, at føroyingar eftir hesum
at døma nýta høvið við eina slíka
konsert til at stuðla norðmonnum
í hesum stríði.
Hetta javnaði seg aftur sum
frá leið. Danir sendu Henrik
Kauffmann til Noregs sum sendi
mann. Hann royndi sum plástur
á sárið at útvega norðmonnum
útróðrarstøðir í Vesturgrønlandi.
Kauffmann kom seinni at
skriva aðra søgu. Sum danskur
sendimaður í USA undir krígnum
”avreiddi” hann Grønland til
amerikanarar. Fyri hetta var hann
fyrst roknaður sum landasvíkjari,
seinni sum hetja, men tað er ein
heilt onnur søga.
Umborð aftur
á Mercur
Skiparin á Mercur hevði givið
sangarunum ordrar til at vera
umborð klokkan 8, tá skuldi
vera liðugt at lossa. Teir fóru
tí beinanvegin oman á Konga
brúnna. Halvorsen ynskti sær
so fegin eina føroyska húgvu.
Eg sprakk tí oman eftir mínari
og niðan aftur í skúlagarðin við
henni. Hann vildi endiliga hava
hana á høvdinum, meðan teir
marsjeraðu oman. Allur riðilin
av fólki fylgdi eftir teimum. Eg
ætlaði mær ikki umborð men
stóð longri uppi á Kongabrúnni
og tosaði við tveir norðmenn.
Tá róptu tey, sum stóðu niðast á
brúnni, til mín, at teir bíðaðu mær
í bátinum og spurdu eftir mær.
Eg fór so oman og inn í bátin. Tað
var Halvorsen, sum vildi hava
meg við. Tann deiligi Halvorsen!
Janus Djurhuus var við í bátinum.
Tá Halvorsen, Hammer og eg vóru
inni í bókahandlinum aftaná, at
teir høvdu verið uppi hjá mær við
2tíðina, keypti eg tvey eintøk av
Janusar yrkingum. Eg skrivaði so
í bøkurnar: “Til venlig erindring
o.s.v.” og tók tær við umborð kl. 4.
Halvorsen var ógvuliga glaður fyri
hesa bók, tí yrkingar á føroyskum
interessaði hann óført. Hann hevði
um fyrimiddagin givið mær bílæt av
sær við “eginhendigari” dedikatión
á. Nú var hann komin í hóslag við
Janus skaldið, og sjálvsagt beyð
hann honum umborð, og sjálvsagt
var Janus í essinum.
Inni í roykisalongini á Mercur
samlaðist nú hópur av sangarum.
“Black og White” og Selters
treyt ikki, og Halvorsen setti
seg at spæla uppá “handorgul.”
(hamoniku), tað var jubil. Hann
spældi einar tveir, so gav hann
tað frá sær til annan, sum var
fult so kringur. Uppaftur ein
annar spældi munnharpu, summir
sungu, summir steppaðu og
gjørdu kommers og restin flenti.
Summir royndu at práta, men tað
bar ikki væl til fyri øllum kætin
um, men harmleysur og óskyldig
ur var stuttleikin. Við tað borðið,
har eg sat, vóru Halvorsen, Sohl
berg og Janus Djurhuus. Seinni
kom Knud Knudsen til. Talur vóru
hildnar og sangir sungnir.
Klokkan var um 11,30, tá vit fóru
í land. Vit mundu ikki sloppið frá
teimum, so blíðir vóru teir. Hurráróp
rungaðu frá báðum pørtum, og
hesin vakri dagur var endaður.
Eg var troyttur, tá eg kom
til hús av øllum vasanum og
upplivilsunum hendan dag, og tað
var so vælgerandi at leggja seg
niður, har teir kæru ungarnir lógu
og svóvu so søtt við rósum á kinn.
Mercur kemur aftur
Leygardagin 19. juli kom Mercur
aftur úr Íslandi. Nú var glitrandi
sól. Til alla vanlukku var skipið
nú sperrað. Eingin slapp í land,
tí meslingar og barnalammilsi
skuldu ganga í Íslandi. Vit fóru
tí út til skipið og lógu har og
prátaðu við teir. Halvorsen og eg
tóku í hondina á hvørjum øðrum
gjøgnum eitt kúgveyga.
Steðgurin var ikki langur, okkurt
um 1½ tíma. Teir sungu fýra
sangir. Meðan teir sungu tann
seinasta, hivaði Mercur akkerið
inn, og Sohlberg stóð í “røk og
damp”, meðan hann sang sína
síðstu solo: Ja, brenn du varde,
du signede kaare.”
So sigldi Mercur, og hurrárópini
rungaðu, og tær seinastu heilsan
irnar vóru róptar. So veittraðu
vit til hvønn annan, so leingi, vit
kundu skilja.
Frá 1900. Kvinnan á myndini verður søgd vera “Færøernes eneste kvindelige
student.” Hvør man hon vera? Menninir eru danir
Frá 1900. “Baldamer fra Festen i Thorshavn.” Ber nakar kenslu á nakra?
Gongin í 1900. Kennist nakar við hesar dreingir?
Komandi partur
Tað er uttan iva tilfar til enn eina Miðviku um Petur Alberg, sum
kann koma seinni. Men komandi partur verður um tveir syðrugøtu
menn, sum vóru við til at skriva søgu. Annar er Jóan Jákup Petersen
í Ólastovu, sum var ein av niðursetumonnunum í Rituvík. Hin er
Absalon Jacobsen á Skála, sum gjørdist framúr vinnulívsmaður