mikudagur 16. september 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Formaðurin í Flogbólts
sambandinum var á
aðalfundi um dagarnar
afturvaldur sum forseti
fyri norðurlendska
flogbóltssamstarvið,
NEVZA, har hann vann
valið í kapping við
formannin í danska
flogbóltssambandinum
Í farnu viku vóru umboð fyri Flog
bóltssambandið, Magnus Tausen
og Niclas Joensen, á aðalfundi í
europeisku flog bólts samgonguni,
CEV. Aðalfundurin var í Izmir í
Turkal andi, har samstundis var
dystast um europameistaraheitið í
mansflogbólti.
Men tað, sum kanska var enn
meira merkisvert, sæð úr føroyskum
sjónarhorni, var afturvalið av Magn
usi Tausen sum forseta í norður
lendska flogbólts samstarv inum,
NEVZA. Felagsskapurin hjá norður
lendsku flogbóltssambond unum
hevði aðalfund dagin fyri CEV
aðalfundin, og talan gjørdist um
eina stóra álitisváttan til føroyska
formannin.
Síðstu tvey árini hevur Magnus
verið NEVZAforseti, og hóast
Danmark á aðalfundinum stillaði
sín formann, Erik Jacobsen, upp
ímóti Magnusi, so tók tann føroyski
við afturvali og vísti seg eisini at
draga longra stráið við sannførandi
61 sigri í atkvøðugreiðsluni.
– Tað er sjálvsagt hugaligt at
síggja, at hini norðurlondini virðis
meta føroyska innsatsin í bæði
europeiskum og altjóða flogbólti,
so vit fegnast um aftur valið, sigur
Magnus Tausen, sum í komandi
tvey ára valskeiðnum kann síggja
fram til, at talan verður um ein bæði
størri og sterkari felagsskap.
Víðka felagsskapin
Øll norðurlond eru limir í NEVZA,
men á aðalfundinum hesa ferð fekk
Ongland váttan fyri, at landið eisini
sleppur upp í part, umframt at ein
umsókn væntandi kemur frá
Skotlandi í næstum. Tá hesi bæði
eru við, kann tað vera so skjótt, at
eisini Wales, Írland og helst eisini
Norðurírland velja somu leið.
– Vit síggja fram til at víðka fe lags
skapin, tí við einum sterkum
norðurlendskum samstarvi, ið eisini
fevnir um flogbóltssambondini í
Bretlandi, eru vit brádliga ein størri
og týðandi samstarvspartur í euro
peiskum høpi, sigur Magnus Tausen.
– Umframt, at vit her fáa ein
felagsskap, ið kann gera seg gald
andi, tá stóru avgerðirnar skulu
takast, eru vit eisini við í felags
skapinum fyri smátjóðir, ið eru
rættiliga nógvar í tali. So hóast
Føroyar kunnu tykjast smáar, hava vit
góðar møguleikar fyri at fáa okkara
ávirkan, har tær veruliga stóru
avgerðirnar í flogbólti verða tiknar.
Politiska ávirkan
Magnus Tausen sigur, at bæði í
europeisku flogbóltssamgonguni,
CEV, og altjóða flogbóltssam
gonguni, FIVB, hevur verið ein ávís
mótstøða ímóti, at norðurlond
standa ov sterk, men í øllum førum
í europeiskum høpi er hetta rák nú
við at venda.
– Tað er eingin loyna, at norður
lond eru øgiliga væl skipað, so í
staðin fyri at óttast ta dygdina, eru
fleiri nú sinnað at njóta gott av
henni. Og tað kann so aftur koma
okkara norðurlendska felagsskapi
til góðar, sigur hann.
– Okkara felagsskapur byggir
fyrst og fremst á nógv virksemi, ið
fevnir um kappingar og líknandi,
men so hvørt sum vit fáa styrkt
NEVZA, fáa vit enn betri møguleikar
at gera okkum galdandi, tá talan er
um flogbóltspolitisk mál, ið bæði
viðvíkja okkum og flogbóltinum
sum heild. Tað er eisini við til at
gera forsetassessin til eina spenn
andi avbjóðing komandi tvey árini.
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 16. september 2009
Poland vann
EM í mans
flogbólti
Føroysku flogbóltsleiðararnir,
Magnus Tausen og Niclas
Joensen, vóru vitni til eitt
spennandi EMendaspæl í
mansflogbólti, tá teir í farnu
viku vóru á altjóða og
norðurlendskum aðalfundum
í Izmir í Turkalandi.
Samstundis sum hesir aðal
fundir vóru á skránni, var
eisini EMendapælið avgreitt,
og har gjørdist tað heldur
óvæntað Poland, ið gjørdist
europameistari. Poland vann í
finaluni 31 á Fraklandi, við
settúrslitunum 2927, 2521,
1625 og 2624.
Men tað mest óvæntaða
var ikki júst finaluúrslitið, men
heldur tað, at hvørki Russland
ella Bulgaria megnaðu at
spæla seg í finaluna. Tey bæði
londini vóru stórfavorittar
eftir bæði innleiðandi bólk
arnar og millumspælið, men
møttu síðani í hálvfinalunum
harðari mótstøðu.
Serliga Poland gjørdi
positivt vart við seg við at
vinna sannførandi á Bulgaria,
meðan Frakland ikki fekk
bilbukt við Russlandi, fyrr enn
fimm sett vóru spæld. Serliga
hjá russum var talan um stórt
vónbrot, tí hóast gott spæl og
fleiri finalupláss seinnu árini,
er tað ikki eydnast Russlandi
at vinna nakra av stóru
kappingunum.
Av norðurlondum var tað
bara Finnland, ið kom við til
EMendaspælið og endaði á
12. plássi av teimum tilsamans
16 londunum.
hil
Magnus norður
lendskur forseti
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Magnus Tausen heldur fram sum forseti í norðurlendska flogbóltssamstarvinum, NEVZA, komandi
tvey árini
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir