mikudagur 16. september 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. september 2009 – Nr. 176
Framvegis er lagt upp til
ta stóru finaluna, tá AB
og KÍ hittast í næstsíðsta
umfarinum á Argjum. Vík
ingur fekk einki gjørt við KÍ
sunnudagin, tá AB annars
vann sín størsta sigur
higartil í ár, samstundis
sum Skála fekk óvæntaðar
trupulleikar ímóti B68/NSÍ
Sjálvt um KÍ er tvey stig og 40 mál
framman fyri AB, nú bara tvey
umfør eru eftir av landskappingini
hjá kvinnunum, er spenningurin
framvegis intaktur, tí tey bæði
oddaliðini eiga ein dyst eftir ímóti
hvørjumøðrum.
Tann dysturin, ið verður á Argjum
um hálvaaðru viku, verður tískil at
rokna sum ein rein finala um før
oyameistaraheitið, har mesta trýstið
liggur á AB, tí KÍ bara ikki skal tapa
– so er tíggjunda gullið á rað komið
til høldar.
Eingin hóttan
Sunnudagin var Víkingur á vitjan í
Klaksvík, og undan dystinum var
spenningur um, um kvinnurnar úr
Gøtu og Leirvík skuldu megna at
taka stig frá KÍ. Men tað skuldi
skjótt vísa seg, at hetta var ikki
nøkur løtt uppgáva hjá teimum
ljósabláu, tí longu beinanvegin kom
KÍ á odda.
– Okkara ætlan var at forða
teimum í at koma í gongd fyrstu 20
minuttirnar, og at vit so fingu eitt
mál longu í øðrum minutti, gjørdi
tað bara betri. Vit vóru nakað betri
enn tær, og kanska tað, at vit fingu
eina so góða byrjan, gjørdi sítt til, at
tær ikki vístu so nógv, sigur Malena
Josephsen, sum sjálv legði KÍ á
odda við einum skallara eftir
hornaspark.
Eitt sindur av spenningi helt sær
kortini fyrra hálvleik út, tí fleiri mál
komu ikki fyri steðgin. Men tá fyrst
Sigrid Jacobsen og síðani Sofía
Purkhús skoraðu tvey tøtt mál
tíðliga í seinna hálvleiki, var ikki
nógv meira nerv eftir í dystinum.
– Vit vóru ikki nakað serliga
hóttar, so tað ráddi bara um at
koyra á. Tá vit skoraðu til 30,
valdu vit bara at binda fyri og
varð veita sigurin, og tá var dyst
urin eisini punkteraður, sigur
KÍliðskiparin.
Mona fýra mál
Hóast AB ikki hevur vunnið teir øgi
liga málríku sigrarnar, sum KÍ hevur,
skerst ikki burtur, at AB hevur
megnað at fingið stigini til høldar í
ár. Tað vísir stigatalvan, ið staðfestir,
at AB hevur vunnið 14 av 18 dystum.
Men sunnudagin, tá AB vitjaði
EB/Streym við Margáir, kom endi
liga hol á, so talan gjørdist um ein
tryggan og stóran sigur. AB vann
heili 80, men tað var ikki fyrr enn í
seinna hálvleiki, at gongd kom á, tí
hálvleiksstøðan var »bara« 20.
Tey bæði málini í fyrra hálvleiki
skutu Lisa í Liða og Olga Kristina
Hansen, men í seinna hálvleiki var
tað Mona Breckmann, ið yvirstrálaði
alt og øll, tá hon skoraði ikki færri
enn fýra ferðir. Hinir báðir
málskjúttarnir eftir steðgin vóru
Barbara á Dunga og Katarina Saxov.
– Hetta var ein fínur dystur fyri
okkum, og endiliga fingu vit skotið
nógv mál í einum slíkum dysti, tí
tað hevur ikki verið so ofta, sigur
Lennard Petersen, venjari hjá
ABkvinnunum.
– Tað besta var, at vit skutu nógv
mál, og stuttligt var at síggja, at
Mona, sum spælir í álopinum, fekk
gongd á aftur við fýra málum. Hetta
var ein dystur, sum bara skuldi
vinnast, men tað hevði nógv at siga
fyri okkum, at vit eisini fingu øll hesi
málini.
Skála svav
Á pappírinum skuldi eingin sum
helst ivi verið um, at Skála var
stórfavorittur ímóti felagsliðnum,
B68/NSÍ – og serliga á heimavølli.
Men dysturin á Skála sunnudagin
fekk eina heilt aðra byrjan, enn
heimaliðið hevði ætlað og væntað,
og tað skyldaðist mest, at Skála
svav ta fyrstu løtuna.
– Okkara spælarar vóru slett ikki
til reiðar, og fyri tað kundi B68/NSÍ
saktans verið á odda í hálvleikinum,
tí har vóru fleiri kjansir. Men øðrvísi
var so eftir steðgin, tí tá sat Skála á
øllum, sigur Ingun Hansen, venjari
hjá Skála.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki og
heldur ikki fyrr enn eitt fitt petti inn
í seinna hálvleik. Tá fekk Solveig
Frederiksberg fyrst eitt mál eftir
uppspæl frá Fríðrún Danielsen og
síðani eitt, tá hon fylgdi upp eftir
eitt langskot, sum kom á stongina.
Fram ímóti endanum fekk Ansy
Sevdal minkað um munin fyri B68/
NSÍ við brotssparki, men í yvirtíðini
fekk Kirstinbjørg Frederiksberg
staðfest sigurin.
Úrslit, 18. umfar
KÍ-Víkingur 3-0 (1-0)
10: Malena Josephsen
20: Sigrid Jacobsen
30: Sofía Purkhús
EB/Streymur-AB 0-8 (0-2)
01: Lisa í Liða
02: Olga Kristina Hansen
03: Mona Breckmann
04: Mona Breckmann
05: Barbara á Dunga
06: Mona Breckmann
07: Mona Breckmann
08: Katarina Saxov
Skála-B68/NSÍ 3-1 (0-0)
10: Solveig Frederiksberg
20: Solveig Frederiksberg
21: Ansy Sevdal
31: Kirstinbjørg Frederiksberg
Morten heldur fram á Argjum
Morten Overgaard verður eisini at síggja í ABbúnanum í 2010. Á
heimasíðu skrivar AB, at partarnir skrivaðu undir nýggjan sáttmála,
sum er galdandi fyri 2010. Morten Overgaard hevur spælt við AB
síðani 2007, men í ár hevur spælitíðin verið avmarkað av skaðum.
Síðani summarsteðgin hevur hann tó verið fastur maður í miðverjuni
hjá Argjamonnum.
Vilja ikki spæla javnt
Er javnleikur tekin um ein keðiligan dyst, so er enska Premier League helst
mes undirhaldandi fótbóltskappingin í heiminum. Higar til eru bert tríggir av
46 dystir endaðir við javnleiki, og tað hevur síni orsøk metir Lars Tjærnåas,
serfrøðingur hjá norsku Canal+. – Liðini leggja heilt einfalt meira fyri í
royndunum at vinna, sigur Tjærnås. Lutfalsliga eru bert 6,5% av dystunum í
Premier League endaiði við javnleiki. Til sammetingar verður víst á, at 29,2%
av dystunum í Noreg enda við javnleiki.
1. deild kvinnur
Oddastøðan óbroytt
1. deild kvinnur
Nr
Lið
Dystir
V
J
T
Mál
+/÷
Stig
1
KÍ
18
15
2
1
90- 7
+83
47
2
AB
18
14
3
1
50- 7
+43
45
3
Víkingur
18
9
4
4
36-23
+13
31
4
Skála
18
7
1
4
24-44
÷20
22
5
EB/Streymur
18
2
1
15
8-66
÷58
7
6
B68/NSÍ
18
1
1
16
7-68
÷61
4
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
KÍ-kvinnurnar vóru klárt betri í dystinum ímóti Víkingi, sum annars hevur megnað at hótt bæði
oddaliðini í kappingini í ár
Savnsmynd: Álvur Haraldsen