Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. september 2009 – Nr. 176 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 AB kærir um 2. deild Eftir at B71 tók seg úr kappingini í 2. deild, tók Kappingarnevndin avgerð um, at stig, sum eru vunnin móti sandoyingum, verða standandi, og at tey lið, sum høvdu dyst til góðar móti B71, verða dømd at vinna hendan 0-0. Tað vilja tey í AB ikki finna seg í. Víst verður á, at vanlig siðvenja er, at stig og mál móti liðum, sum trekkja seg úr kappingini, verða strikað, og tað vil AB eisini hava FSF at gera í hesum førinum. AB hevur í ár spælt tveir javnleikir móti B71, og tí hevur avgerðin stóran týdning fyri felagið. Del Potro vann US-Open Fyri fyrstu ferð í seks ár eitur meistarin í US-open hjá monnum ikki Roger Federer. Federer tapti í gjáranáttaina 3-2 móti argentinska Juan Martin del Potro. Dysurin, sum endaði 3–6, 7–6(5), 4–6, 7–6(4), 6–2, vardi í gott og væl fýra tímar, og er talan við hesum um longsta finaludystin á Flushing Meadows. Skulu KÍ ella 07 Vestur leggja trýst á B36 og ÍF, er sigurin eitt krav í dag. Samstundis kunnu klaksvíkingar hjálpa HB seinasta lítla pettið móti FM-gullinum Fult umfar er í Vodafone-deildini í dag. Og hóast HB í kvøld kann verða meistari, so er fokus fyri tað nógva stríðnum um niðurflyting og stríðið um europisku atgongumerkini. Í botninum mest sum skrædnaði, tá B36 vann sín dyst á HB sunnudagin, og tí er trýstið eyka stórt á 07 Vestur og KÍ, tá tey spæla í dag. Á pappírinum hevur 07 Vestur meira yvirkomuliga uppgávu, tá teir á heimavølli spæla móti Íf, ið mest sum vissaði sær sítt Vodafone- atgongumerki fyri 2010, tá teir hølvaðu KÍ av sunnudagin. 07 Vestur hevur í løtuni seks stig upp til bjargingina, og tí er kravið púrasta treytaleyst. Tað er tað eisini hjá KÍ, sum í minsta lagi skal hava sjey stig fyri seinastu fýra dystirnar. Tveir av hesum eru móti teimum báðum ovastu liðunum, og tí er neyðugt við stigi ella stigum, nú teir vitja hjá B68. Samstundis kann KÍ hjálpa HB seinsta fetið móti FM-gullinum. Vinnur HB sín dyst móti AB, samstundis sum B68 snávar móti KÍ, er gullið nevnliga púrasta vist í norðara endanum av Gundadali. Hinir báðir dystirnir snúgva seg í størri mun um europisku atgongumerkini. Við Margáir tekur EB/Streymur móti B36, og har skulu verjandi meistararnir halda fast í sínum silvurvónum. Og í Runavík er aftur lokaluppgerð á skránni. Hesa ferð tekur NSÍ móti Víkingi, sum higar til hevur serstakliga góðar royndir av dystunum móti NSÍ. Dystaryvirlit Vodafone-deildin 16.09 HB-AB Eiler Rasmussen 16.09 EB/S-B36 Petur Reinert 16.09 NSÍ-Víkingur Ransin N. Djurhuus 16.09 07 Vestur-ÍF Rúni Gaardbo 16.09 B68-KÍ Dagfinn Olsen Cristiano Ronaldo sendi tvær ferðir fríspark beinleiðis í netið, tá Real Madrid setti hol á Champions League við 5-2 sigri á útivølli móti Zürich Heimsins besti fótbóltsspælari í 2008 og samstundisi eisini maðurin, sum í 2009 gjørdist heimsins dýrasti fótbóltsspælari, leveraði vøruna, tá Real Madrid í gjárkvøldið vann 5-2 á útivølli móti Zürich. Cristiano Ronaldo sendi eina frísparksperlu í netið til 1-0, áðrenn hann átti sín stóra lut í málinum til 2-0. Og hóast málverjin hjá Zürich ikki sá alt ov væl út, tá Ronaldo skoraði til 5-2 við beinleiðis frísparki, skalaði hetta ikki myndina av, at Ronaldo, Kaká og hinar stjørnurnar í Madrid leveraðu vøruna. Talan varð annars ikki um eitt kvøld við teimum heilt óvæntaðu úrslitunum. Wayne Rooney slapp tó á ensku breddarnar, tá hann var sjónliga ónøgdur um at verða skiftur út, áðrenn Paul Scholes tryggjaði Manchester United trý stig í Istanbul móti Besiktas, og á útivølli vann Milan 2-1 móti Marseille. Hinvegin var tað ikki heilt eftir bókini, at Nicosia megnaði mál- leysan javnleik í Madrid, men tað prógvar fyrst og fremst, at tað avgjørt ikki var eitt vánaligt lið, sum sendi bæði EB/Streym og FCK úr kappingini. Í kvøld verða aftur átta dystir á skránni, og her er stórdysturin uttan iva á San Siro í Milano, har Barcelona og Zlatan koma á vitjan hjá Inter og Eto’o. Ein dystur, sum eisini verður vístur á 3+. vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 23 14 - 6 - 3 51 29 22 48 2 B68 23 11 - 6 - 6 44 37 7 39 3 EB/S 23 11 - 5 - 7 44 31 13 38 4 Víkingur 23 11 - 5 - 7 43 31 12 38 5 NSÍ 23 10 - 5 - 8 46 38 8 35 6 AB 23 9 - 6 - 8 27 27 0 33 7 ÍF 23 7 - 5 - 11 37 40 -3 26 8 B36 23 6 - 6 - 11 27 42 -15 24 9 07 Vestur 23 4 - 6 - 13 34 53 -19 18 10 KÍ 23 4 - 6 - 13 25 50 -25 18 Formbarometrið vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 AB 6 4 - 2 - 0 12 5 7 14 2 EB/S 6 4 - 1 - 1 11 6 5 13 3 HB 6 3 - 1 - 2 8 4 4 10 4 ÍF 6 3 - 1 - 2 16 13 3 10 5 07 Vestur 6 3 - 1 - 2 9 7 2 10 6 Víkingur 6 2 - 1 - 3 11 10 1 7 7 B36 6 2 - 1 - 3 6 8 -2 7 8 B68 6 2 - 1 - 3 7 10 -3 7 9 NSÍ 6 1 - 2 - 3 8 12 -4 5 10 KÍ 6 1 - 1 - 4 5 14 -9 4 Úrslitini týskvøldið Bólkur A Maccabi Haifa-Bayern München 0-3 Juventus-Bordeaux 1-1 Bólkur B Wolfsburg-CSKA Moskva 3-1 Besiktas-Manchester Utd 0-1 Bólkur C Marseilla-AC Milan 1-2 Zürich-Real Madrid 2-5 Bólkur D Atletico Madrid-Apoel Nicosia 0-0 Chelsea-Porto 1-0 Dystir í kvøld Bólkur E Liverpool-Debrecen (TV2 Sport) Lyon-Fiorentina Bólkur F Dynamo Kiev-Rubin Kazan Inter-Barcelona (3+) Bólkur G Sevilla-Uniera Urziceni Stuttgart-Rangers Bólkur H Olympiakos-Alkmaar Standard Liege-Arsenal Tvær ferðir Ronaldo jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Seinasta útkall jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tapið í Fuglafirði mest sum koyrdi KÍ undir kav. Ein seinasta bjargingarroynd stendu fyri framman, nú KÍ vitjar á Toftum