hósdagur 17. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2009
11
tíðindi
nuøkinum
byrjaði í Keypmannahavn í
gjár og endar klokkan 17 í
dag.
Seinnapartin í gjár var
Jørgin Niclasen á fundi við
starvsbrøður sínar úr hinum
báðum londunum í útnorði,
Íslandi og Grønlandi. Tað
eru hesi bæði londini, sum
saman við Føroyum og und
ir felagsskapinum NATA
(North Atlantic Tour ism
Association) standa aftan
fyri hetta ferða vinnutiltak.
Ráðharrin úr Íslandi er
Katrín Júlíusdóttir og ráð
harrin úr Grønlandi er Ove
Karl Berthelsen.
Hetta var ein óformligur
fundur við ongari skrá, sum
vit fara at venda aftur til í
aðrari grein.
Nú er at handla
Jørgin Niclasen sigur, at
hann sum ferða vinnu ráð
harri heldur, at nú er nóg
mikið tosað í Føroyum um
at fáa ferðafólk hendan veg
in.
Nú hava vit tosað nóg
mikið. Nú eiga vit at handla,
leggur hann dent á.
Landsstýrismaðurin held
ur, at Føroyar hava nógv at
bjóða útlendskum ferða
fólki, og Føroyar hava eisini
nógv at bjóða hvørjum
øðrum, sum vilja ferðast í
egnum landi, bæði við sum
marhúsum,
gongutúrum,
útferðum og í aðrar mátar.
Tilboðini í Føroyum eru
mong, og vit síggja á hvørj
um ári nýggj og spennandi
tilboð av ymiskum slagi.
Vit eiga ikki longur at tosa
um, hvørt okkum vantar eitt
wc í Svínoy – ella ein handil
í Gásadali. So hvørt, sum
ferðafólkini
eru
komin
higar og framhaldandi – og
vónandi í enn størri tali –
fara at koma higar, koma
fasilitetirnir og tilboðini
eisini.
Skemtiliga tekur hann til,
at enn ”eksisterar” fría fyri
takssemi, sum tillagar seg
marknaðin og eftirspurn
ing in.
Søgan sigur okkum, at
so hvørt, sum tørvur og
eftirspurningur veksa, koma
eisini neyðugu fasili tet irnir.
Hetta er ein ”mekan isma”,
sum er borin í okkum,
leggur hann aftr at.
9 miljónir krónur
Ólavsøkupakkin hjá hesi
samgongu hevur verið nógv
umrøddur og hevur fingið
mong skotini.
Men ein partur av hes
um pakka er, at vit skjóta
upp at játta 9 miljónir
krónur um árið í trý ár til
marknaðarføring av Føroy
um sum ferðamannalandi.
Jørgin Niclasen sigur, at
hesin peningur í fyrsta lagi
skal brúkast til at fáa út
lendsk ferðafólk til Føroya,
eins og ein partur skal brúk
ast til at fáa føroyingar at
ferðast meira í egnum
landi.
Enn liggur ikki í føstum
rammum,
hvussu
hesin
pen ingur
ítøkiliga
skal
brúk ast, men hetta fer ferða
vinnudeildin í uttan rík is
ráðnum saman við før oysku
ferðavinnuni at finna út av.
Sum landsstýrismaðurin
nevndi fyrr í samrøðuni, er
ætlanin at velja út nøkur
lond, sum farast skal eftir.
Skulu vit byrja heilt av
nýggjum og lýsa á stóru
pallunum kring um heimin
og í londum, har fólk
framm an undan slett ikki
vita, hvar Føroyar eru,
røkk ur ein slík peninga upp
hædd ongan veg. Men
verður peningurin hinvegin
nýttur í londum, sum vita
um Føroyar, kann væl fáast
burtur úr hesum miljónun
um, sigur hann.
Fleirifaldast
Jørgin Niclasen vísir á, at í
øðrum londum, har miðvíst
verður arbeitt við at fáa
ferðafólk til londini, vísa
kanningar, at fyri hvørja
krónu, sum tað almenna
leggur út til slík endamál,
fáast 15 krónur innaftur,
um rætt verður atborið.
Ferðavinnan í Føroyum
sigur, at tað eru ferðafólk
henni tørvar, og hetta hava
vit í landsstýrinum sett okk
um fyri at gera nakað muna
gott við næstu árini, sigur
landsstýrismaðurin.
Meiri vindorka
Tað var ein hátíðarløta, tá Fríðrikur krúnprinsur og Lars Løkke Rasmus
sen, forsætisráðharri, settu 91 nýggjar vindmyllur til tað danska elkervið í
dag. Tær 91 vindmyllurnar standa 15 fjórðingar úr vesturjútsku strondini
og mynda verkætlanina Horns Rev 2, sum er heimsins størsta havvind
myllulund. Connie Hedegaard, veðurlagsráðharri, sigur við DR, at tað er
sera umráðandi hjá dønum at útbyggja tær varandi orkukeldurnar, nú
oljan og gassið í Norðsjónum fara at minka. Fleiri verkætlanir eru í
gongd, og tey næstu árini verða minst tvær stórar havvindmyllulundir
afturat tilnar í nýtslu.
Meðan fleiri lond
hava merkt sær, at
ferða fólka talið hevur
verið fallandi, hevur
Ísland higartil í ár
havt ein vøkstur upp
á 10-12%. Miljónin,
sum Ísland letur
í ferða vinnu sam-
starvinum í útnorði,
svaraði til 10 miljónir
íslendskar krónur
fyri ikki langari tíð
síðan. Nú íslendska
krónuvirðið er so lágt,
svarar henda eina
miljónin til einar 25
íslendskar miljónir.
Men Ísland ætlar
sær ikki úr hesum
samstarvi
Travel MarT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir tríggir ráðharrarnir í
ferðavinnumálum í Føroy
um, Íslandi og Grønlandi
høvdu ein sínámillum fund
í gjár, har tey eitt nú tosaðu
um framtíðina hjá NATA
(North Atlantic Tourism
Association), ið stendur
aftan fyri Vestnorden Travel
Mart.
Hetta var ein lutfalsliga
stuttur fundur, ið varð hildin
í hølunum, sum tíðindafólk
hava á Scandic Copenhagen,
har ferðavinnustevnan er.
Eftir fundin hittu vit
Jørgin Niclasen og starvs
brøður hansara í ávikavist
Íslandi og Grønlandi, Katrín
Júlíusdóttir og Ove Karl
Berthelsen.
Sum skilst, var hetta ein
óformellur
fundur,
men
semja er millum londini
um, at ferðavinnusamstarv
ið millum Føroyar, Ísland
og Grønland skal halda
fram, men samstundis skal
samstarvið skipast betri,
eins og arbeiðast skal fyri
at geva NATA betri um
støður.
Eftirmeting
NATA hevur nú trý ár á
baki, og partarnir eru eisini
samdir um, at virksemið
hjá felagsskapinum eigur at
eftirmetast, so meira kann
fáast fyri tann pening, sum
londini hvør í sínum lagi
lata felagsskapinum.
Tað er soleiðis, at Føroyar
og Grønland lata hvør sínar
500.000 krónur um árið,
með an Ísland letur eina
miljón krónur.
Soleiðis
hevur
NATA
um leið tvær miljónir krónur
at arbeiða við, sum eitt nú
verða játtaðar eftir umsókn
um til átøk, sum í minsta
lagi tvey av londunum eru
partur av.
Ein partur av hesum
peningi hevur verið játtaður
skúlaungdómi, sum vitjar
ungdóm í einum øðrum
landi av hesum trimum, og
eisini er stuðul játtaður eitt
nú hornorkestrum, tónleika
bólkum og sangbólkum.
Stuðul er eisini veittur
starvsnæmingum, sum hava
valt at fara í starvsvenjing í
einum av hesum londum.
Nú Vestnorden Travel
Mart er í Keypmannahavn,
hevur felagsskapurin eisini
havt fund. Trý umboð úr
hvørjum av hesum trimum
londunum mynda NATA,
og formaður er føroyingurin,
Per Hansen.
Á fundinum í gjár veitti
NATA stuðul til ymiskar
verkætlanir, sum í høvuðs
heitum snúgva seg um
menn ing av ferðavinnu
samstarvinum í útnorði.
Stuðul kann eitt nú veitast
marknaðarføring,
sum
hevur við ferðavinnuátøk í
hesum trimum londunum at
gera.
Dýr miljón
Vit kunnu leggja aftrat, at
miljónin, sum Ísland letur
til NATA, svaraði fyri ikki
so langari tíð síðan til 10
íslendskar miljónir. Í dag,
nú íslendska krónan hevur
mist so nógv virði, svarar
henda eina miljónin til
um leið
25
íslendskar
miljónir.
Men Ísland ætlar sambært
Katríni Júlíusdóttir ikki at
bakka út úr hesum sam
starvi, og nú landið hevur
verið í stórari kreppu og
lágum krónuvirði, er hetta
kortini komið íslendsku
ferðavinnuni til góðar.
Meðan fleiri lond hava
merkt sær, at ferðafólkatalið
hevur verið fallandi, hevur
Ísland higartil í ár havt ein
vøkstur upp á 1012%.
Útnorður heldur
fast um samstarv
Ferðavinnuráðharrarnir
úr Føroyum, Íslandi
og Grønlandi, Jørgin
Niclasen, Katrín Júlíus
dóttir og Ove Karl
Berthelsen
Mynd: Vilmund Jacobsen