hósdagur 17. september 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 177 - 17. september 2009
tíðindi
- Tilboðini í Føroyum
eru mong, og vit
síggja á hvørjum ári
nýggj og spennandi
tilboð av ymiskum
slagi. Vit eiga ikki
longur at tosa um,
hvørt okkum vantar
eitt wc í Svínoy – ella
ein handil í Gása-
dali. So hvørt, sum
ferðafólkini í enn
størri tali fara at
koma higar, koma
fasilitetirnir og til-
boðini eisini. Tað
sigur Jørgin Niclasen,
sum mælir til, at
9 miljónir krónur
verða brúktar um
árið í trý ár til at fáa
útlendsk ferðafólk at
koma higar – og at
fáa føroyingar í enn
størri mun at ferðast í
egnum landi
Travel MarT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jørgin Niclasen, landsstýris
maður í ferðavinnumálum,
er sannførdur um, at vegurin
fram hjá føroysku ferða
vinnuni er at brúka nógv
meira pening til at mark
naðarføra okkum uttan
lands. Hann heldur tó ikki,
at Føroyar kunnu brúka
sína fíggjarligu orku hvar
sum helst úti í heimi, men
at vit eiga at velja út eini
34 lond, sum vit í fyrsta
lagi eiga at satsa upp á.
Hvørji hesi lond skulu
verða, og hvørjar málbólkar
vit eiga at leggja okkum
eftir at fáa hendanvegin,
eig ur politiski myndugleikin
í samráð við føroysku ferða
vinnuna at finna fram til.
Vit hava ongan møgu
leika at lýsa við dýrum lýs
ingum á teimum stóru og
dýru pallunum kring um
heimin, og eg trúgvi heldur
ikki, at tað eru slík átøk,
sum fáa fólk at vitja okkara
oyggjar.
Velja málbólkar
Jørgin vísir á, at víst vilja
vit hava fleiri ferðafólk til
Føroya, og sjálvsagt vilja
vit hava, at hendan tíðin
røkk ur yvir ein størri part
av árinum.
Men vit eru eitt lítið
land, og tí er tað ikki eitt
óavmarkað tal, sum kann
koma hendanvegin. Politiski
myndugleikin eigur tí sam
an við ferðavinnuni í Før
oyum at finna út av, hvørji
fólk vit í fyrsta lagi vilja
hava hendanvegin – og úr
hvørjum londum.
Hann ásannar, at markn
aðarføring kostar pening,
men eingin vegur er uttan
um. Sama er galdandi hjá
tí, sum rekur vinnu. Uttan
marknaðarføring verður tú
ikki sæddur og kann soleiðis
heldur ikki bjóða teg fram,
so onnur vita, hvat tú hevur
í tínum útboði.
Ráðharrafundur
Landsstýrismaðurin í ferða
vinnumálum er saman við
Súsannu Sørensen, leiðara
á ferðamannadeildini í utt
anríkisráðnum, við á Vest
norden Travel Mart, sum
Nú skal handlast á ferðavinn
Burkabannið slept
Í Danmark hava Tey Konservativu slept tí nógv umtalaða
uppskotinum um at banna muslimskum kvinnum at
ganga í burkabúna. Uppskotið elvdi til nógv kjak, og
hin stjórnarflokkurin, Vinstri, gjørdi alt fyri eitt greitt, at
hann fór ikki at taka undir við einum tílíkum uppskoti.
Tað sama segði andstøðan í Fólkatinginum. Nú hevur
løg málaráðið so boðað frá, at uppskotið kann illa
sameinast við donsku grundlógina og STsáttmálan um
manna rættindi, og tí hava Tey Konservativu slept
uppskotinum, skrivar Ritzau.
Norwegian ger um seg
Norska lágprísflogfelagið Norwegian, sum hevur staðið
seg sera væl í kappingini við onnur flogfeløg, ætlar sær
nú at brúka floghavnina í Kastrup sum miðdepil í sínum
rutukervi. Tað sigur stjórin, Julius Støback, við Jyllands
Postin. Sambært stjóranum er ætlanin hjá Norwegian at
gera Kastrup til ein lágprísmiðdepil fyri flúgving í
Norðurlondum og at flyta ferðafólk úr Noreg og Svøríki
umvegis floghavnina í danska høvuðsstaðnum. Jyllands
Posturin skrivar, at verður ætlanin hjá Norwegian sett í
verk, fer hon at herða kappingina við SAS, sum longu
brúkar Kastrup sum miðdepil í sínari flúgving.
Landsstýrismaðurin í ferða
vinnumálum, Jørgin Niclasen
og Súsanna Sørensen, leið
ari á ferðavinnudeildini hjá
uttanríkisráðnum á ferða
vinnu stevnu í Keyp manna
havn
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fyrrapartin í gjár var eitt
seminar hildið í Planetarium
í sambandi við Vestnorden
Travel Mart, og klokkan
14 læt framsýningin upp
á Scandic Copenhagen.
Ferðavinnustevnan letur aftur
klokkan 17 í dag
Mynd: Vilmund Jacobsen