Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 177 - 17. september 2009 TALENT Óli Jaocbsen olij@sosialurin.fo Í samband við fyrstu send­ ing ina av Talent 09 greiddu við frá Celine Müller, sum er av føroyskari ætt og sum dugur sera væl at endurgeva djóraljóð. Celine slapp víðari í fyrs­ ta umfari, men fríggja­ kvøldið skal hon aftur royna seg. Tá er tað, at SMS­at­ kvøður nar gerast avgerandi. Tá kunnu føroyingar gera sína ávirkan galdandi. Um Celine skrivar heima­ síðan hjá Danmarks Radio: »Celine bor i Jyllinge med sin far, mor og lillebror, som alle er en stor støtte for hende. Hendes fars familie komm er fra Færøerne, og hendes bedstefar er tidligere borg mester i Gundsø kommun e. Celine går i 8. klasse, og hun interesserer sig meget for kreative aktiviteter ­ hun går både til billedkunst og tegner en del. Derudover svømm er hun også en masse i sin fritid. Hun er ofte sammen med vennerne, hvor de lytter til musik; bl.a. to bands The Dreams og Nightwish. Samtidig slapp er Celine og vennerne ofte af med at se film, som bærer præg af action, gys og splat. Reglen er ingen tøse film. De er for kede­ lige! Celine har fået meget op mærk som hed på skolen, efter hun var med i Talent 09. Især 9. klasse er meget nysgerrige efter at høre om, hvor d an det er at være på tv. Celine så selv Talent 2008 på DR1 sidste år, men havde ikke planlagt at stille op til Talent 09. Tilfældigt var hun ude og gå en tur med en veninde i Roskilde, hvor DR var i gang med at caste til Talent 09. Her op dagede de hurtigt, at Celine havde et specielt talent og sendte hende straks videre. Celine har siden, hun kan huske, kunnet sige de mange for­ skellige lyde. Hun ved, at hun har et specielt talent, og at hun skiller sig meget ud fra de andre deltagere. Celine mener selv, at hun kan nå langt, da hun fortsat har en masse lyde i ærmer­ ne ­ og der dukker fortsat nye op.« Tað verður í hvussu er spenn an di at síggja og hoyra Celine aftur. Vit ynskja henni góða eydnu og at føroyingar vilja stuðla hen ni til tess. Tað er eyðsýnt, at Celine er góð við djór Talent 2009: Nú kann atkvøðast fyri Celine Ein Obama og annar Í seinastuni hava leysasøgur gingið um, at amerikanski forsetin, Barack Obama, ætlaði sær at taka lut á einari ráðstevnu, sum altjóða olympiska nevndin, IOC, heldur í Keypmannahavn fyrst í oktober. Men nú hevur forsetin boðað fyrireikarunum frá, at hann hevur ikki tíð at fara til Keypmannahavnar. Men ein Obama verður kortini ráðstevnuni, tí kona forsetans, Michelle Obama, verður í amerikonsku sendinevndini. Tað er ikki av tilvild. Michelle Obama er ættað úr Chicago, sum hevur søkt um at sleppa at skipa fyri teimum olympisku leikunum í 2016. Heimsins størsti Turksiki Sultan Kosen hevur nú fingið heitið sum heimsins størsti maður, og tað heitið fær hann staðfest í teirri næstu útgávuni av metbókini hjá Guinness. Tann 27 ára gamli Sultan Kosen er tveir metrar og 47 centimetrar høgur, og harafturat hevur hann størri hendur og størri føtur enn nakað annað menniskja. Frá handliðinum til ytsta snútan á longutong eru knappliga 28 centimetrar, og millum tað aftasta á hælinum og snútan á stórutá eru knappliga 37 centimetrar. Tað merkir við øðrum orðum, at Sultan Kosen brúkar skógvar nummar 60. Vikuskiftið 26. – 27. september fer Føroya Sym foni orkestur við Bern harði Wilkinson sum dirigenti at fram føra fimtu sym­ foni eftir russika tóna skaldið Dimitri Shosta kovic KONSERT Tíðindaskriv Symfoni nr. 5 í d­moll er mill um tey allarbest um tóktu verkini hjá Shosta­ kovich yvirhøvur. Hann brúkti óvanliga stutta tíð at skriva hetta verkið – millum apríl og juli mánað 1937. Sym foniin varð fyrstu ferð framførd í november mán­ að sama árið í Leningrad av Fil harm oniska orkestrinum har undir leiðslu av Yevgeny Mravin sky. Symfoniin fekk eina framúrskarandi mót­ tøku longu á fyrstu fram­ førslu ni, og søgur siga, at lógva brestirnir frá áhoyrar­ unum aftaná vardu umleið 40 minuttir – also næstan líka leingi sum symfoniin var ir. Og hendan móttøkan av hes um nýggja verkinum hjá Shosta kovich var ógvuliga merkis verd, tí árini framman undan hevði tóna­ skald ið verið fyri heilt óvan liga hvøssum atfinn­ ing um frá sovjettiska stýri­ num. Tað var jú tað illa gitna Stalin­stýrið, sum ráddi í Sovjetsamveldinum tá. Serliga í 1936 aftan á fram førsl ur av operu hansara Lady Macbeth of Mtsensk vóru atfinn ing ar­ nar í móti honum harðar. Myndug leikarnir skuldsettu hann fyri at skriva ov tor­ føran og lítið fólkaligan tón leik. Myndugleikarnir kravdu, at sovjettisk listar­ fólk skaptu list, sum skuldi stimbra fólkið til at hálova kommunistiska stýrinum. List, sum var torfør, inn­ tonkt og ring at skilja, hevði einki pláss í sovjettiska samfelagnum, tí fólkið vildi ikki hava hana, varð sagt. Shostakovich sjálvur var í stór um vanda fyri at enda mill um tey ovurhonds mongu, sum í teimum árum vóru handtikin og ofta send í arbeiðslegur. Soleiðis var støðan hjá Shost a kovich í apríl 1937, tá hann fór undir arbeiðið uppá sína 5. Symfoni. Hann hevði bara nakrar mánaðir framman undan steðgað venji ng unum uppá sína 4. Sym foni, júst av hesum sama ótta. So hvussu skuldi hann sum listarmaður uppá ta eina síðuna “boyggja seg” fyri trýstinum frá kom­ mu nis t iska flokkinum, sam stundis sum hann uppá ta aðru síðina kundi standa fræls ur sum tónaskald og kanska enntá speireka stýr­ ið, uttan at hetta beinleiðis kundi ávísast? Hetta vóru spurningar, sum vóru sera átroðkandi hjá Shostakovich helst øll ár ini undir kommunistiskum stýri í Sovjetsamveldinum. Og helst eru eisini fleiri tulk ingar av, hvussu hann loysti hesar trupulleikar og hvørji svar hann fann. Men við síni 5. Symfoni fann hann í hvussu so er eitt svar, sum bæði myndug­ leikar og vanligi áhoyrarin dámdu sera væl. Sum nevnt fekk symfoniin eina framúr góða móttøku longu til fyrstu framførsluna, og hon er framvegis í dag millum hansara best umtóktu verk. Myndug leikarnir funnu alt tað, teir høvdu brúk fyri, í nýggja verkinum, og tað sigst, at fólk – áhoyrarar í salinum – grótu undir fram­ førslu ni, tí tey kendu aftur tær almennu kenslurnar, sum tónaskaldið hevði lagt í tónleikin. Synfoniin er í fýra sats­ um: Moderato ­ Allegretto ­ Largo ­ Allegro non troppo. Fimta symfoni hjá Shostakovich fyri fyrstu ferð Føroya Symfoniorkestur fer at framføra fimtu symfoni eftir Dimitri Shostakovic leygarkvøldið klokkan 20 í Løkshøll í Runavík. Sunnudagin klokkan 16 í Norðurlandahúsinum Bernharður Wilkinson er stjórnar Føroya Symfoniorkestri