Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 177 - 17. september 2009 Væntar nógv arbeiðsleys Júst sum fjølmiðlar víða um heim bera tíðindi um, at altjóða búskaparkreppan er um at hasa av, og at vend fer at koma í skjótt, kunnger danski Tjóðbankin, at tað fara at ganga tvey ár, áðrenn vend kemur í gongdina í Danmark. Bankin sigur, at arbeiðsloysið fer framvegis at veksa, og at næstan 180.000 danir verða arbeiðsleysir, áðrenn vendin kemur. Tjóðbankin sigur í síni nýggju meting, at danska bruttotjóðarframleiðslan verður 3,2 prosent minni næsta ár enn í ár. Harafturímóti roknar bankin við einum lítlum vøkstri í 2011 - væntandi nakað oman fyri eitt prosent. Meðan lesarar, sum dámdu The Da Vinci Code neyvan verða skuffaðir av nýggju bókini hjá Dan Brown, eru ummælarar heldur lunkaðir í teirra fyrstu metingum Bøkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ikki óvænta, hevur spenn- ingurin verið øgiligur, síðani tað frættist, at mest seljandi høvundurin í nýggjari tíð, amerikanski Dan Brown, var á veg við eini nýggjari bók. Líka síðani hansara metsølubóki The Da Vinci Code kom út fyri seks árum síðani, hava fólk gitt dúliga um, hvat Dan Brown mundi fara at finna uppá í síni næstu bók. Men hóast hendingarnar eru eins ótrúligar í nýggju bókini, The Lost Symbol, er lítið sum bendir á, at Dan Brown beinleiðis hevur ætlað at endurnýggja seg sjálvan í nýggju søguni. Amerikanska tjóðin í vanda Hesuferð fær høvuðs- persónurin frá The Da Vinci Code, Robert Langdon, boð um at fara til Washington, har hann heldur seg skula hitta sína ovurríka vin John Solomon, sum skal halda ein fyrilestur í Capitol- bygninginum í Washington. Vinurin møtir tó ikki upp, og í staðin finnur Langdon avhøgdu hondina hjá vininum liggjandi á gólvinum. Langdon verður nú tveittur út í eitt lívshættilsigt spæl, har bæði frímúrarar og CIA eru upp í leikinum. Aftanfyri alt stendur ein mystiskur, tato- veraður persónur, nevndur Mal'akh, sum ikki aftrar seg við at avdúka eitt aldargamalt loyndarmál, sum hóttir við at seta trygdina hjá amerikansku tjóðini í vanda. Um somu tíð verður systir John Salomon, Katherine, álopin á síni loyniligu roynd- arstovu, har hon granskar í onkrum á markinum millum vísundi og mystikk. Fyri at finna Peter og loysa gátuna mugu Langdon og Katherine kanna fjaldar krókar í amerikanska høvuðsstaðnum, sum av- dúka ein heilt annan bý, enn tann, vit kenna frá eitt nú tíðindasendingum. Alt hetta hendir eftir bert 12 tímum, og stutta tíðarbilið ger bókina til eina óvanliga tættpakkaða lesiuppliving, har alt gongur við rúkandi ferð frá fyrstu síðu. Intelligent ræðusøga Hóast flestu ummælarar vísa á, at The Lost Symbol er lítið annað enn meir av tí sama frá Dan Brown, vísar norskir ummælarar á, at hetta kanska júst er styrkin við nýggju bókini. Tey, sum sum ynskja sær eina nýggja The Da Vinci Code kunnu í øllum førum gleða seg, sigur Ingrid Brekke, ummælari á Aftenposten. Sjálv bleiv hon tó rættiliga irriterað av ovurtýðiligu mátunum, Dan Brown brúk- ar fyri at økja um spenning- in, eitt nú at persónarnar geva hvørjum øðrum týð- andi boð, sum lesarin ikki fær meir at vita um, at stuttu kapitlarnir steðga mitt í øllum, og at søgan leypir aftur og fram í tíð á ein hátt, so tað kennist sum endur- tøka. Men, sum hon staðfestir - Tað riggar. Eisini ummælarin á norska Dagbladet vísir á, at tey sum sótu rúnarbundin við The Da Vinci Code verða ikki skuffaði av The Lost Symbol. - Bókin er ein intelligent undirhaldsræðusøga, á tremur við fakta - tað vil Dan Brown í øllum førum vera við - og skrivað á ein hátt, so sjálvt tey við inniligum lesistykni kunna koma lættliga gjøgnum hana, skrivar Kurt Hansen á Dagbladet. Kross við líkheitir Í Danmark eru ummælarar heldur meir lunkaðir. Eitt nú byrjar ummælarin á Berlingske Tidende við at staðfesta, at Dan Brown skuffar við nýggju bókini. - Bókin kennist skjótt sum ein tom endurinn- spæling, har søgan verður steðgað av afturvendandi og tungum flasbacks, har tú enn einaferð upplivir farnar hendngar, sum eru neyðugar at kenna fyri at skilja søg- una, sigur Mette Strømfeldt á Berlingske. Á JyllandsPosten stað- festir ummælarin Jacob Levinsen, at The Lost Symbol líkist The Da Vinci Code so nógv, at man til endan næstan byrjar at seta kross út fyri líkheitirnar. Nakað serligt bókmentaligt virði skal lesarin heldur ikki vænta sær, sambært Levinsen. - Løgið nokk fyri eina bók um kotir og greiningar og menniskjaligan intelligens krevur bókin, at tú letur tín skaldsliga heila og góða smak verða hangandi á knagarekkjuni. Hinvegin er undirhaldsvirði stórt, uttan mun til um tú letur søguna renna tær kalt niður eftir rygginum ella tú flennir eftir henni, skrivar ummælarin á JyllandsPosten. Skreiðitúrur Hinumegin Atlantshavið eru ummælarar eftir øllum at døma í eitt sindur betri lag eftir at hava lisið The Lost Symbol, hóast teir ikki eru beinleiðis imponeraðir Á The New York Times fegnast Jenet Maslin um, at Dan Brown ikki er dottin í felluna at koma við eini pínligari uppfylging av stóru sukséini. - Í afturlatna heiminum í bókini nýtast ætlaninar hjá persónunum ikki at geva meining, tær skulu bara fáa søguna at flyta seg fram á ein hátt, sum ger tað ógjørligt at leggja bókina frá sær, sigur Maslin, og skoytir upp í, at Dan Brown ger sjangruna sexuta við nýggju bókini. Á Los Angeles Times ivast Nick Owchar í, um nýggja bókin fer at skapa eins nógv kjak sum The Da Vinci Code. Tann bókin rakti eina mentanarliga nerv av heilt eyðsýndum orsøkum. The Lost Symbol er meir sum ein skreiðitúrur - spennandi, undirhaldandi, og so er tað liðugt, skrivar Owchar. Nýggj Dan Brown bók fær lunkaða móttøku Søgan í »The Lost Symbol« fevnir um smáar 12 tímar. Stutta tíðarbilið ger bókina til eina óvanliga tættpakkaða lesiuppliving, har alt gongur við rúkandi ferð frá fyrstu síðu