Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2009 13 Vit styrkja føroyskt við at víðka tað. Ikki við at avmarka tað Eg vil fegin takka teimum mongu, sum síðani uppskotið um stavraðið varð lagt fram, hava tikið lut í orðaskiftinum. Bæði tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti, hava givið løgtinginum eitt gott grundarlag at taka støðu á. Eg havi í kjakinum fingið fleiri beinleiðis spurningar, sum eg her skal royna at svara. Einsrætting hóttir Uppskotið tekur støðið í tí veru­ leika, at tann mentanarliga eins­ rætting og standardisering, sum hendir í dag, ger heimin fátæk­ ari. Mentanarlig eyðkenni og frábregði hjá teimum ymisku fólkasløgunum kámast ­ og hvørva. Tað skjótt minkandi talið á talaðum tungumálum er tað mest ræðandi dømi um hesa gongd. Tí tá eitt mál doyr, doyr so nógv annað saman við tí. Eitt tungumál knýtir ikki bara tey saman, sum tosa tað í dag. Málið knýtir eisini tey, sum eru uppi á døgum, saman við teimum, sum undan eru farin. Málið er bæði karmur um og grundarlag undir samleikanum og mentanini hjá øllum fólkasløgum. Føroyarska málið hevur mangan verið til viðgerðar á tingi. Einaferð helt ein avísur tingmaður fyri, at tað bara var til fortreð at føroyingar tosaðu føroyskt og at alt, sum kundi sigast á føroyskum, líka so væl ella betur kundi sigast á donsk­ um. Tá bað Jóannes Patursson um orðið og segði: "Harra formaður. Tað var eitt bragd av torrahýsu úti um grunnarnar nú um dagarnar. Og eg fari at biðja undanfarna røðara umseta mær hetta til danskt". Tað kundi hann sjálvandi ikki. Okkara mál er sprottið úr og endurspeglar tað lív, sum her hevur verið livað og sum her verður livað. Doyr málið, er tað so nógv annað, sum doyr saman við tí ­ og sum hvørki danskt ella enskt kunnu halda lív í. Men tað er eingin ivi um, at okkara mál, eins og øll onnur smá mál, er hótt. Best skikkaða málið yvirlivir Enska hugtakið "Survival of the fittest" merkir ikki at tann sterkasti yvirlivir, men at tann best skikkaði yvirlivir. Og tann best skikkaði er hann, sum best er førur fyri at laga seg eftir broyttum umstøðum. Hesin eginleiki er púra avger­ andi fyri, um eitt mál klárar at yvirliva. Megnar málið ikki at rúma og endurspegla tað støð­ ugt broytandi samfelagið ­ so doyr tað. Men okkara dugnaligu mál­ fólk hava tíverri gjørt eitt mis­ tak, sum í staðin fyri at gera føroyskt rúmligari, ger tað trengri. Sum í staðin fyri at gera tað liðiligari, ger tað stirvnari. Sum í staðin fyri at gera tað størri, ger tað minni. Og tað eru ongar málfrøðiligar ella mentanarligar grundgevingar eru fyri, at føroysk skúlabørn skulu læra eina skerda útgávu av latínska alfabetinum. Men tað finnast nógvar grundgevingar fyri at rætta mistakið. Alfabetið er ein amboðskassi Tí alfabetið hevur týdning. Alfabetið er málsins grund­ leggjandi amboðskassi. Og tá nøkur amboð veða tikin úr kassanum ­ so fær tað avleiðingar. Ein avleiðing er, at børnini læra, at endamálið við føroyska alfabetinum er, at ... tað er før­ oyskt. Tað er ikki eitt samskifti­ samboð sum skal tæna einum endamálið ­ tað er sítt egna endamál. Tí børnini síggja straks, at alfabetið ongastaðni verður brúkt. Enntá fleiri skúlar, sum læra børnini sonevnda "føroyska" alfabetið, nýta tað sonevnda "útlendska" alfabetið, tá børnini verða býtt í flokkar: A,B,C. Og børnini kunnu ikki nýta tann føroyska amboðskassan tá tey rokna. Ella tá tey ferðast á alnótini. Ella tá tey skriva eitt ótal av heitum og orðum. Ella tá tey leita í alskyns yvirlitum ­ bæði útlendskum og føroysk­ um. Bæði í Móðurmálsorða­ bókini og teirri stóru ensku­ føroysku orðabókini finna vit t. d. C aftanfyri B. Hetta kann ávirka teirra hugburð mótvegis føroyskum sum heild. Og føroyskt yvirlivir ikki, um vit síggja tað sum tjóðskaparligt pynt, ið vit hava standandi á eini hyll í fínustovu. Føroyskt er fyrst og fremst eitt samskiftisamboð, og skal tað mennast, má tað endur­ spegla veruleikan. Ikki bara ein farnan veruleika, men dagsins veruleika. Málmenning er málnýtsla Vit menna føroyskt við at brúka tað. Víðka tað. Við støðugt fáa tað at fevna um meira, enn tað ger. Tey stóru framstigini hava t.d. verið tá tey fyrstu bløðini komu. Tá føroyskt gjørdist undirvísingarmál. Tá Útvarpið kom. Tá Sjónvarpið kom. Okkara mentan og okkara samfelagslív byggja fyri stóran part á kristindómin. Og við bíbliuumsetingunum báðum tók føroyskt veruliga land. Ein heilur átrúnaður bleiv latin í føroyskan búna. Málið gjørdist størri og rúmligari við øllum teimum nýggju hugtøkunum og heitunum og teimum bókstav­ unum, sum høvdu verið lítið brúktir áðrenn. Hví skulu vit so nú, so mong ár seinni, gera stavsetingina so tronga, at Zion í Kollafirði, Mizpa á Eiði, Ebenezer í Havn og Zarepta á Vatsoyrum enda uttanfyri? Tað er eingin orsøk til tað! Avgjørt eitt mál fyri tingið! Tað hevur í kjakinum m.a. verður sagt, at tingið skal ikki fáast við málfrøði. Tað kann vera. Men málfrøðingar í eini almennari nevnd hava góðkent tvey ymisk alfabet. Annað er trongt ­ hitt er rúmligt. Sam­ stundis verður eitt heilt triðja alfabet nýtt millum fólk ­ nevni­ liga ABC'ið. Og tað gongur ikki dagur uttan at málkøn fólk kjakast um, hvat er rætt og skeivt. Her er nakað farið heilt av lagi, og tí eigur tingið at taka tað upp, og áseta hvat er gald­ andi. Vit mugu hava fastar regl­ ur um stavseting. Og tær mugu vera í samsvari veruleikan. Navnalógin Tað hevur eisini verið sagt at stavraðið ongan týdning hevur, tí eingin bannar nøkrum at nýta teir stavir hann vil. Tað er lut­ víst rætt, men vit eiga ikki at læra børnini eitt serføroyskt stavrað, og samstundis lata tey vita, at tað ikki skal takast í álvara. Og tað er ikki rætt, at vit ikki banna nýtsluni av ávísum stavum. Vit hava eina navnalóg, sum m.a. byggir á tað skerda stavraðið. Víst skulu vit seta krøv til tey nøvn, sum verða brúkt í Føroy­ um. Men nøvn eru ein týdning­ armikil partur av samleikanum hjá bæði persónum og familjum, og tí skal farast var­ liga fram, og tí mugu grund­ gevingarnar vera sera góðar, um politiski myndugleikin skal søkja at fólkanøvnum. At vit nokta fólki at stava síni nøvn sum fedrarnir gjørdu, bara tí ávísir stavir, uttan nakra grundgeving, eru tiknir úr alfabetinum ­ tað ber ikki til. Tað er at ganga persónliga frælsinum óneyðuga nær. Danskir myndugleikar – prestar og embætismenn – gjørdu seg í síni tíð ógvusliga inn á føroyskan navnasið. Tað sveið hjá mongum – og tað átti at lært okkum at verið varin á hesum øki. Samband og fullveldi Onkur hevur í kjakinum havt tjóðskaparmálið frammi, og sagt, at tað er fullveldispolitikk­ ur at vilja hava eitt skert stavr­ að, og sambandspolitikkur at vilja hava eitt heilt stavrað. Tað sømir seg ikki, verður sagt, einum umboði fyri Tjóðveldi at vilja hýsa útlendskum bókstav­ um í stavraðnum. Hetta er fullkomiliga misskilt. Okkara talrað er arabiskt. Einki føroyskt tal er til. Okkara stavrað er latínskt. Eingin føroyskur bókstavur er til. (Hóast vit, sum flestu tjóðir, hava nakrar serligar variantar av nøkrum stavum). K er ikki føroyskari enn C. S er ikki føroyskari enn Z. Allir stavirnir latínskir. Vit skulu ikki hava serliga nationalar variantar hjá øðrum londum í okkara stavrað – men vit eiga at hýsa teimum stavum, sum vit brúka dagliga. Stavsetingin verður ikki skalað Summi hava spurt, um um eitt størri alfabet fer at krevja nýggjar reglur um stavseting. Svarið er nei. Okkara vanliga stavseting er sum hon er ­ og hon skalast als ikki av hesum uppskotinum. Orðabøkurnar eru tær, sum tær eru. Tær fara ongan veg. Men hetta fer vónandi í framtíðini at steðga teimum púra óneyðugu royndunum at skáksigla millum ávísar bókstavir, tá nýggj orð verða tikin inn. Tí CXWZQ eru ikki sker, sum tað er vandamikið at renna á. Hesir stavir eru okkum bæði hentir og neyðugir. Vit eiga heldur at heldur at taka teir uppí skútuna, og styrkja hana so hon betri klárar at sigla gjøgnum teir veruligu vandasjógvarnar. Tað styrkir føroyskt at kunna skriva Chicago á røttum føroyskum – heldur enn Sjikago. Raðfylgjan Høvuðsendamálið við uppskot­ inum er at rúmka alfabetið. Raðfylgjan hevur minni týdn­ ing. Men sjálvur haldi eg at tað hevði verið nógv best, um vit hildu okkum til tað sama, sum brúkt verður í norðurlondum, Onglandi, Týsklandi og Frak­ landi, og so seta Эið aftast. Hetta er ikki ókent. Í FØ­DK orðabókini hjá MA Jacobsen og Chr Matras frá 1928, og í eyka­ bindinum hjá Jóhan H. W. Poulsen frá 1974 eru A og Á saman, I og Í saman, O og Ó saman, og Y og Ý saman. Á, Í, Ó og Ý eru altso variantar av A, I, O og Y. Og bæði í Móðurmálsorðabók­ ini og teirri stóru ensku­føroysku orðabókini eru EI og EY partur av E, og OY er partur av O. Tað er altso ikki nøkur koll­ velting, sum skotin verður upp. Øll fara at kenna seg heima í tí, og eingin verður ørkymlaður av tí. Verandi orðabøkur og onnur yvirlit fara saktans at kunna nýtast. Hetta snýr seg bara um at styrkja føroyskt. At gera tað størri, smidligari, litríkari. At fáa tað at vera í samsvari við veruleikan. Og harvið gera tað betur skikkað til at yvirliva. W í Svøríki Til endans kann eg nevna, at fyrr var W ikki serstakur stavur í Svøríki, men ein variantur av V. Men sviar ásannaðu í 2006, at W nú verður so nógv nýttur – serliga á alnótini – at teir góvu honum egið pláss í stavraðnum. W verður líka nógv nýttur í Føroyum sum í Svøríki. C verður enn meira nýttur. Og altjóðagerðin fer at geva okkum nógv fleiri orð, sum stavast við bæði C,W,Z, Xog Q. If you can’t beat them, join them, siga bretar. Og vit hava bara ein kost í at velja: Join them! Tí tað er ógjørligt at halda hesum stavum burturi úr føroyskum. Antin vaksa vit um føroyskt og hýsa stavunum – ella avmarka vit føroyskt og gera tað minni og minni og minni. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli If you can’t beat them... Tíðargreinin tíðargreinin Sjúrður Skaale