Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 177 - 17. september 2009 Tá mamma Sigrún Mohr fyri níggju árum síðani fekk at vita, at hon hevði deyðiligu sjúkuna Alzheimer, var so at siga eingin í Føroyum, ið kundi siga familjuni nakað um sjúkuna, og hvussu mann skuldi liva við henni. Tí byrjaði ein jagstran eftir vitan. Ein jagstran, sum í dag kann vísa á eitt væl skipað føroyskt alzheimerfelag við yvir 300 limum, sum Sigrún hevur verið forkvinna fyri øll árini ALZHEIMER Leif Láadal leif@sosialurin.fo Heri Mohr hyggur upp á konu sína, Maritu. Hann er – eins og hon – ørkymlaður. Sera ørkymlaður. Skilur ikki ordiliga hvat tað er, sum læknin hevur sagt. Tey eru júst komin heim aftur, eftir at hava fingið at vitað, at Marita Pállsdóttir Mohr hevur alzheimer-sjúku. Ein sjúka, sum tey einki annað kenna til, enn at mann gerst í ørviti og doyr av. Túsund spurningar hanga í luftini: Hvat nú? Hvat skulu tey gera? Hvussu verða næstu árini? Hetta var í 2000 - fyri góðum níggju árum síðani. Og hendingin átti fyri so vítt at enda við, at Marita bleiv meira og meira óhjálp in, og síðani – tá tey avvarð andi ikki orkaðu, ella kundu meira – kanska var somikið heppin, at hon slapp á ellis heim, har hon kundi livað síni síðstu ár. Og tað var eisini nøku lunda tað, sum hendi. Marita var heima hjá Hera í nøkur ár, og tey royndu sam an við familjuni sum fræg ast at fáa tað at hanga saman. Men undir liðini á óhepnu sjúkuni hjá Maritu, vaks ein onnur søga – ein sólskinssøga. Ein søga um eitt felag, sum í dag hevur væl yvir 300 limir, og sum veitir ráðgeving til fólk, ið fáa ymisk sløg av demens-sjúku. Og ikki minst eitt fe lag, sum kann ráðgeva teim um avvarðandi, ið ofta mugu taka tung tøk, áðrenn tað almenna tekur yvir. Nevni liga søgan um Før oyska Alzheimerfelagið, sum dóttir Maritu, Sigrún Mohr, tók stig til. – Eg hevði eisini so nógv ar spurningar, tá mamma okkara bleiv sjúk, og eg fekk eingi svar. Tí var eg noydd til at søkja mær alla ta vitan, sum eg kundi fáa, og í teirri jagstranini var tað eitt natúrligt framhald, at felagið bleiv stovnað, sigur Sigrún Mohr, ið hevur verið forkvinna í Alzheimer fe lagnum síðani stovnandi aðalfundin 9. september 2001. Nærum túsund sjúkir føroyingar Allar familjur í Føroyum hava havt í minsta lagi ein, sum hevur verið eitt sindur í ørviti á gamals- aldrinum. Viðkomandi hevur kanska mist minnið, og fólkini rundanum hava bara vant seg við ikki at krevja ov nógv svar, og annars bara sagt, at hann ella hon var farin í barndømi. – Men tað er einki, sum eitur barndømi, sigur Sigrún Mohr avgjørd. Vit eru stødd á kaffistovu í Sølumiðstøðini í Havn. Millum smakkirnar av stóra Café Latte koppinum, koma svarini og meiningarnar hjá Sigrún sum brikkar í einum putlispæli. So hvørt sum svar að verður, gerst myndin av søguni um Føroyska Alzheimerfelagnum meiri greið. – Barndømi er ikki ein sjúka á sama hátt, sum aðrar vanligar sjúkur, men bara eitt heiti fyri nakað, sum fólki ikki rættiliga skilja. Barndømi hevur í all ar- flestu førum verið okkurt slag av demensi, har alzheimer er tað mest van ligi, leggur Sigrún afturat. FAKTA Alzheimer-sjúka er ein so líðandi degenerativ (afturstigs-) sjúka, ið hevur við sær minkandi heilavirksemi, ið verður til demens. Vanliga doyggja fólk av sjúkuni innan sjey til tíggju ár, men nýggj sløg av heilivági eru komin í seinastuni, sum kunnu útseta deyðan eitt sindur. Sálarlæknin Emil Kraepelin gav sjúkuni navn eftir starvsfelaga sínum Alois Alzheimer. Stovnaði Alzheimerfela - Hevði eg vitað, at tað fór at taka so nógva tíð, hevði eg sikkurt ikki farið undir tað, men tað hava verið nøkur sera spennandi ár, sigur Sigrún Mohr, sum fyri átta árum síðani tók stig til at stovna Alzheimerfelagið Mynd: Leif Láadal