Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2009 15 Sigrún Mohr er ímyndin av Føroyska Alzheimer felagnum, sjálvt um hon er skjót at vísa á eina væl skip aða nevnd, sum hesi sein astu átta árini hevur hjálp henni við at taka tøk. Men spyrt tú hini í nevndini, so vísa tey øll á Sigrún sum tann stóri “primus motor”. Og tann motorurin koyrir nú fyri teimum gott 300 limunum, og øllum hinum, sum eru rundanum. Tað finn ast einki føroysk hagtøl fyri tal á fólki við demensi (ella alzheimer), men verða útlendsk tøl brúkt lutfals­ liga, so eru yvir 700 føroy ingar á lívi við demensi ella alzheimer. Hvør teirra hev ur í miðal fimm fólk tætt inn at lívinum, so millum 3500 og 4000 fólk í Før­ oyum uppliva demens­sjúku ella alzheimer dag liga. Breiddi sínar veingir Marita, mamma Sigrún, doyði í vár. Hon bleiv 84 ára gomul. Seinastu árini búði hon á Lágargarði, og har hevði hon tað gott, tó at tað var ein hørð og tung avgerð hjá familjuni at skula flyta hana úr heimi sínum. Seinastu ferð øll familjan var savnað, áðrenn Marita fekk staðfest sjúkuna, var í 2000 – nakrar mánaðir, áðrenn boðini. – Vit fóru øll familjan at ferðast í sambandi við gullbrúdleypið hjá teimum, og tá minnist eg at vit ivaðust um tað nú var ráði ligt, tí sjálvt um mamma ikki hevði fingið staðfest sjúkuna, so vistu vit, at alt var ikki sum tað burdi verið, fortelur Sigrún. Men túrurin gekk væl, og næstu árini, eftir boðini um sjúkuna, vóru eisini hampi lig, tó at Marita hevði sínar góðu og minni góðu løtur. Maðurin Heri, sum var væl fyri, var um hana alla tíðina, og hann vardi hana fyri ikki at koma í støður, har hon gjørdist alt ov ør kymlað. Kanska var tað eisini tann manglandi kunn ingin frá almennari síðu, sum gjørdi, at Heri í so stóran mun breiddi sínar veingir yvir konu sína. Í hvussu so er, so hevði Marita tað so gott, sum ein alzheimersjúklingur nú eina ferð kann hava tað, og eftirmælið hennara fer so í hvussu so er eisini at verða, at hon var orsøk til, at dóttir hennara tók stig til at stovna Føroyska Alzheimerfelagið, ið so kann hjálpa øðrum, so tey sleppa undan at seta alt ov nógvar spurningar, uttan at fáa svar. Stendur illa til Føroyska Alzheimerfelagið hevur hesi seinastu átta árini roynt at havt eitt jaligt samskifti við myndug leik arnar, og tað hevur borið ávísa frukt, metir Sigrún. – Vit lata sum heild væl at, vælvitandi at alt hendir ikki beinanvegin, men tað er framvegis langt eftir á mál, um mann yvirhøvur kann tosa um at røkka ein um ávísum máli, tí tað henda so nógvar broytingar, sigur hon. Ein av teimum stóru broyt­ ingum, ið er hend sein astu árini, er at fólk liva longri og longri. Hetta hevur við sær, at møguleikin fyri at fáa onkra demens­sjúku, ið sum oftast rakar eldri fólk, økist. Tað vil so hinvegin siga, at bæði feløg og myndugleikar mugu hava í huga, at talið fer at veksa, um ikki okkurt koll veltandi hendir á heili vágs økinum. Eitt, sum Alzheimer felagið hevur strongt á fyri at fáa skipað, er dagtilboð fyri minnisveik. Í Havn eru tvey tílík tilboð, og í Klaksvík er eitt, men ynskiligt hevði verið við fleiri slíkum kring alt landið, sigur Sigrún. Minnist tú meg Tað er øgiliga ymiskt, hvussu alzheimersjúka og demensur rakar fólk. Talan er um eina sjúku, sum m.a. ávirkar heilan hjá fólki, og hvør einstakur heili er sum kunnugt sín heilt egni. Tí er torført at generalisera, tá tað snýr seg um avleiðingar av sjúkuni. Eitt sær tó út til at ganga aftur, og tað er minnið sum viknar, og sum frá líður hvørvur. Og soleiðis gekk eisini hjá Maritu. Hon byrjaði at broytast fleiri ár áðrenn hon fekk staðfest alzheimer­sjúku, og eitt tað fyrsta Sigrún varðnaðist, var tá hon ringdi til mammu sína. – Hon fekk tað fyri, at hon rópti á pápa mín og gav honum telefonina. Men tað var ikki hann, sum eg skuldi tosa við, og eg minnist at eg kundi gerast ógvulig ill, tá hon gjørdi so. Seinni fann eg so útav, hví hon gjørdi tað – hon var kanska bangin fyri at avdúka, at hon ikki mintist okkurt, ella bangin fyri at gera eina avtalu, sum hon so gloymdi, fortelur Sigrún. Seinni, tá tey flestu vistu, at Marita var blivin sjúk, var eitt sindur lættari hjá henni at liva. Men Sigrún minnist, at tað vóru fleiri, sum ikki ordiliga vistu, hvussu tey skuldu taka støðuna. – Ofta komu fólk yvir til mammu og spurdu “Minnist tú meg”. Tá svaraði hon bara “Ja, sjálvandi”, men sannleikin var tann, at hon sum oftast als ikki visti hvør viðkomandi var. Tað hevði í slíkum førum verið betri, um mann ikki spurdi, og heldur prátaði eitt sindur fyrst – um okkurt, sum mamma kendi, tí so kundi hon sporað seg inn, sigur Sigrún. Riggar spakuliga av Tá kallað varð inn til kunnandi fund í sambandi við, at ætlanin var at stovna eitt alzheimerfelag, møttu yvir hundrað fólk. Hetta vísti Sigrún, at eingin ivi var um tilverugrundarlagið hjá felag­ num. – Eg burdi kanska havt sæð longu tá, at talan bleiv um eina stóra uppgávu, og hevði eg vitað, at tað fór at taka so nógva tíð, hevði eg sikkurt ikki farið undir tað, men tað hava verið nøkur sera spennandi ár, fortelur Sigrún. Tá hon verður spurd, um hon er við at takka fyri seg, drálar hon eitt sindur. – Lat meg siga tað á tann hátt, at eg haldi, at tað kanska er komið hartil, at onnur eiga at sleppa at royna seg í oddinum á felagnum, svarar hon og leggur afturat: – Tað besta vildi verið at fingið okkurt slag av løntum fólki – antin einum løntum skrivara ella løntari forkvinnu ella formanni, tí uppgávan er somikið stór eftirhondini, at eitt fólk við vanligum tilknýti til arbeiðs­ marknaðin ikki orka. agið fyri sjálv at fáa svar TILTØK Altjóða Alzheimer­ dagur er 21. september hvørt ár. Í hesum sambandi skipar Føroyska Alzheimer felagið fyri ymsum átøkum á torginum í SMS fríggjadagin og leygardagin 18. og 19. september, har almenningurin er vælkomin at leita sær upplýsingar og svar frá fólki, sum hava sjúkuna tætt at sær, og serfrøðingum, sum duga at ráðgeva og ugga. “Gamlir heilar – í viðráki og mótburði” er heitið á almennum fyrilestri, sum sam­ felags medisinari og granskarin Henning Kirk heldur í Norðurlanda hús­ inum sjálvan altjóða Alzheimerdagin 21. september. GÓÐ RÁÐ Tað ljóðar kanska eitt sindur sjálvsagt, men tað er neyðugt at minna á, at fólk, sum fáa alzheimer­sjúku ella demens, hava framvegis eina meining um lív sítt. Tí er tað týdningarmikið at lurta eftir tí sjúka, og ikki stýra meira enn neyðugt, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Føroyska Alzheimerfelagnum. Marita Pálldóttir Mohr, sum varð fødd í 1924 og doyði í vár, fekk staðfest alzheimer-sjúku í 2000. Hetta var byrjanin til stóra arbeiðið hjá dóttrini Sigrún, sum hevur verið forkvinna í Alzheimerfelagnum øll árini Mynd: Familjan