hósdagur 17. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 177 - 17. september 2009
Hetta man vera týdningar
mikl asta bók nakrantíð,
sum viðger spurningar um
før oyskar bókment ir, tjóð
skap, poli tikk og religión
kryddað við heinesenskum
humori
Út er komin nýggj bók: Christian
Matras´ brevveksling med Willi
am Heinesen og Karsten Hoydal,
redigerað av Anne-Kari Skarð-
hamar. Í bókini er brævaskifti –
92 brøv – millum William
Heinesen og Christian Matras í
tíðarskeiðinum 1916 – 1957 og
brævaskifti – 104 brøv – millum
Christian Matras og Karsten
Hoydal í tíðarskeiðinum 1945 til
1957.
Eingin ivi um, at hetta man
vera týdningarmiklasta bók
nakrantíð, sum viðger spurningar
um føroyskar bókmentir, tjóð-
skap, politikk og religión
kryddað við heinesenskum
humori. Fjølbroytt og trupul mál
verða viðgjørd og greidd av
trimum av okkara frægu menta-
monnum. Bókin er óivað ein
fongur hjá okkara studenta-
skúlum, Fróðskaparsetri og
læraraskúla.
Harmiligt er tað tó, at øll
brøvini (og tey eru óivað mong)
frá Christiani Matras til William
Heinesen í árunum 1938 til 1957
ikki eru komin í bókina. Tó, á
síðu 13 er greitt frá orsøkini til
hendan mangul : ” Som det
fremgår av innholds fortegnelsen,
mangler Christian Matras svar på
William Heine sens brev fra 1938
og fremover. De fleste av disse
brevene er i privat eje og er ikke
tilgjengelige, men tross lakuner
(tómrúm/hm) gir den fore-
liggende samlingen et gott
innblikk i brevsamlene mellom
Christian Matras og William
Heinesen.”
Tey drúgvu brøvini frá W.H.
vísa sjónliga, at teir báðir, W.H.
og C.M., ikki altíð vóru samdir í
týðandi spurningum; tað má tí
haldast, at bókin her hevur eina
slagsíðu. Harmiligt.
S
um kunnugt skrivaði William
Heinesen sínar bøkur á
donskum, og seinni komu tær út
á fremmandum málum, og
soleiðis gjørdist hann háttvirdur
rithøvundur um allan heim. Í
einum av brøvunum til C.M.
(síðu 196-200) greiðir hann frá,
hví hann skrivar á donskum.
Brævið endar hann soleiðis: ”Jeg
har her fjaset så meget med mig
selv og mit privatliv, at det ikke
blev tid til at komme ind paa de
andre ting, du skrev om. Men jeg
har nu i alt fald opnaaet at faa en
god lejlighed til at lette mit
hjerte i et anliggende, der for
mig ikke er nogen nem affære.”
Brævið 1/9-45 (síðu 282) er
eitt av teimum fáu brøvunum,
W.H. hevur skrivað á føroyskum.
(Tað minnir okkum eitt sindur á
bókina Den sorte gryde, sum
kanska hevur verið á brápannuni
tá: ”... Vit hava her gjøgnumlivað
eina ”gullaschtíð” (eins og í
Íslandi), ið hevur nærum for kom-
ið okkum andaliga. Ússaligt
hevur okkara politiska lív altíð
verið, men teir gomlu sjálv-
stýrismenninir (háskúla menninir,
Mads, R.L., Chr. Í Geil o.s.fr.)
høvdu tó altíð virðing fyri tí
mentunarliga. Baptistaøldin er
harímóti ikki bert kulturleys,
men beinan vegin ”kultur-
fjendsk.” Illa fór Varðin, illa fór
”Málfelagið,” Framburðsfelagið,
Merkið – her er bara fúlur
persónspolitikkur eftir í Føroy-
um, endaleys, býttislig blað-
skriving, prosessir og skeldarí á
hvørjum gøtu horni. Moralskt
hava vit ongantíð í søguni ligið
lægri. Bókmentir síggja ikki
dagsins ljós (Blámannavík –
Jesus náði okkum – men hana
lyftir Rich. Long til skýggja sum
eitt megnarverk!) … Enn er R.L.
ikki vorðin baptistur, heldur ikki
Jóannes Patursson, men teir
verða væl eisini frelstir …”
Í einum øðrum brævi (síðu
284) skrivar W.H.: ”… Nú, sjálvt
um eg ikki eri optimistur hvat ið
politikki viðvíkur, so eri eg
kortini – stórt sæð – optimistur
hvat ið Føroyar viðvíkja. Les
bløðini, og tú verður reinur
melankolikari; men far út og
hygg at tí unga fólkinum,
kvinnur, menn og børn, og tú
verður kanska aftur í góðum lag.
”Alt er en overgang,” segði
revurin tá ið hann varð flettur. Eg
trúgvi uppá okkara ungdóm,
hann fer einaferð at gloyma
”1906,” Müller og kirkjubø-
bóndan, gullaschtíðina og
baptistaríið og fer at hugsa
sosialt og menniskjalígt.
H u m o r hava føroyingar, og
høvdu vit havt ein humoristiskan
revsara, ein Holberg, hevði hann
kanska havt eydnuna til at lært
føroyingar at flent – frískt og
antifascistiskt. Tað man helst
vera tað, vit mest sakna.”
M
unnu 64 ár hava broytt
viðurskiftini í Føroyum
stórvegis? Vit klandrast t.d. enn
um eitt abc, sum í løtuni liggur á
løgtingi, har framløgan av abc-
málinum við verbalum lágmarki
valla boðar frá góðum. Dema-
gogar broytast ikki.
Ella: Samsvarandi bókling-
inum Fólkanøvn 1989 skulu eitt
nú nøvnini Christian og William
bannlýsast í Føroyum, og Johan
kann nýtast treytað av, at o-ið í
navninum hevur accent aigy. Í
mínari ætt frá móðursíðu eru sjey
lið við nøvnunum Johan
Hendrik. Tey tykjast at vera
bannlýst sum óføroysk. Johan
sleppur tó ígjøgnum nálareygað
treytað av, at nevnda strika
verður sett oman á o-ið. Verri við
Hendrik. Tann lagnan er ivasom.
Sálarligur ágangur við degrader-
ing og burturbeining av fólka-
nøvnum av nationalistiskum
orsøkum er ræðandi. ”Die
Endlösung” rennur okkum í hu.
Nei, í so máta hava 64 ár lítið
broytt. – Tó so, smáir glottar
tykjast at vera fyri stavn.
T
að drúgva brævaskiftið
millum Christian Matras og
Karsten Hoydal fyllir 175 síður.
Á síðu 309 lesa vit stutt bræv frá
William Heinesen til Karsten
Hoydal: ”Takk fyri yrkingina
”Syngjandi grót.” Hetta er
skaldskapur, livandi fyri oyra og
sál. Øll fýra ørindini líka góð, alt
er ein ljómandi heild (…) Bravo,
bravo! Har var so aftur eitt
ørindi, ið eg veit fer at spøkja í
mínum sinni so leingi eg livi eins
og havsálmurin hjá Kristiani
(Morgun). Grótsálmur! Ja, tað
var orðið. Niðan at hægsta kambi
vaknar grótið og sker í song, eins
og tey enormu kórini í Händels
”Messiah.”
Í sínum viðmerkingum sigur
Anne-Kari Skarðhamar: ”Brev-
vekslingene byr i alle fall på et
rikholdig materiale til videre
analyse av brevsjangeren og av
brevenes formidling av ideer om
litteratur, nationalitet, religion og
politikk, fra Færøyene og
Danmark til det øvrige Europa
og Sør-Amerika.”
Bókin, við sínum 507 síðum,
er ein bókligur dýrgripur – har
øskukalt er, ger ein fløvi mun –
sum Anne-Kari Skarðhamar skal
hava rós og tøkk fyri, men tað er
harmiligt, at bókin er illa (ella
ikki?) korrekturlisin, áðrenn hon
fór til prentingar. Tað líkist
ongum.
Brævaskifti ið skrivar søgu
Ummæli
Heri Mohr
Bókin við brævaskiftinum hjá Christiani Matras við William Heinesen og Karsten
Hoydal er ein dýrgripur, men harmiligt er tað, at hon er so illa rættlisin