Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. september 2009 – Nr. 177 Bendtner bjargaði Arsenal Tað stóð einki til hjá Arsenal, tá teir í gjárkvøldið vóru aftan fyri 2-0 í dystinum móti belgiska Standard Liege. Danska Nicklas Bendtner tendraði tó vónina hjá London-liðnum, tá hann beint undan steðginum minkaði til 2-1, og so kom Arsenal ígongd. Eftir steðgin settu teir seg tungt á dystin, og við málum frá Vermaelens og Eduardo eydnaðist tað at toga ein tepran 3-2 sigur heim. Í hinum dystinum í bólkuinum vann Olympiakos 1-0 á heimavølli móti hollendska AZ Alkmaar. Scholes skal ikki gevast Paul Scholes, sum alla yrkisleiðina sum fótbóltsspælari, hevur spakuliga luftað tankunum at seta gaggurnar, men hetta vil Sir Alex Ferguson ikki hoyra talan um. – Eg haldi ikki, at hetta er seinasta kappingarárið hjá Paul. Ikki soleiðis, sum hanns pælir. Tað er sjálvandi trupult at siga, hvussu leingi hann kann halda fram, men eg ivisti ikki í, at hann er ein somikið góður spælari, at hann spælir í fremstu røð, so leingi sum hann hevur hug, sigur Sir Alex Ferguson. AB best í høvuðs­ staðnum Í enskum fótbólti verður ofta tikið til, hvussu trupult tað er hjá London-liðunum at gerast meistarar. Hetta tí talan er um nógvar grannauppgerðir, har stigatalvan ikki altíð er so gott barometur fyri, hvussu leikur fer. Kanska er nakað av tí sama við at henda í høvuðsstað- num, har slagið um Havnina millum HB og B36 nú hevur fingið eina eyka dimensión. Tey trý høvuðsstaðarfeløgini hava nú spælt sínar innanhýsis dystir, og her hevur AB staðið seg best av øllum. Samstundis er vert at bíta merki í, at HB er tað liðið, sum hevur staðið seg rinagast í hesum uppgerðunum. So meðan tey í B36 kunnu fegnast um, at tey vunnu slagið um Havnina, kunnu tey á Argjum fegnast um, at tey eru best í høvuðsstaðnum. Hinvegin er lítil ivi um, at hesi hagtøl neyvan hava tann heilt stóra áhugan í HB-húsinum, har tey eftir øllum sólarmerkjum at døma skjótt kunnu rópa seg best í landinum. -mørk Fakta Dystirnir 05.04 B36-AB 3-2 03.05 B36-HB 2-2 10.05 HB-AB 4-0 01.06 AB-B36 3-1 25.06 HB-B36 2-2 27.06 AB-HB 0-0 15.08 B36-AB 0-2 13.09 B36-HB 1-0 16.09 HB-AB 1-1 Støðan Felag Stig málmunur AB 8 -1 B36 8 -2 HB 7 3 Tað stendur nógv á bjargingarlínuni hjá KÍ, men hon er ikki brostin enn. Og sunnudagin er lagt upp til botnfinalu, tá 07 Vestur vitjar í Klaksvík Eftir eyðmýkjandi 5-0 tapið í Fugla- firði, vóru tey flestu á einum máli um, at KÍ var søga í Vodafone- deildini. Tað kann framvegis væl verða veruleiki, tá 27. og seinasta umfarið er lagt afturum tann 3. oktober. Men mikukvøldið gav KÍ sær sjálv- um eina grundaða vón um, at tað kanska fer at bera til hjá liðnum kortini. Nógvar hypotesur Einsamalla málið frá Hjalgrími Elttør ber nevnliga við sær, at munurin upp til bjargingina nú bert er trý stig, og líkindini fyri at vinna eru á pappírinum góð, tá KÍ sunnudagin tekur móti 07 Vestur í tí, sum av sonnum má sigast at vera ein botn- finala. Eisini hóast 07 Vestur enn eina ferð misti á stokkinum, eftir at teir annars høvdu verið greitt omaná í heimadystinum móti ÍF. Samstundis er trýst nú av álvara á B36, sum annars tóktist hava fingið luft við sigrinum á HB. Hesa ferð tapti B36 greitt við Margáir, og talan er á ongan hátt um lætta uppgávu, tá hvíta høvuðsstaðar- felagið tekur móti NSÍ komandi sunnudag. Eftir hetta eigur B36 Víking úti og B68 heima. Klaksvíkingar hava – umframt botnfinaluna – útidyst móti HB og heimadyst móti EB/Streymi, meðan 07 Vestur seinastu umførini eigur B68 úti og HB heima. Dystirnir lata upp fyri hypotesur av bæði einum og øðrum slag. Men tað er sera væl hugsandi, at ein avgerandi faktorur í botnstríðnum verður, hvussu nógv ovaru liðini hava at spæla fyri, tá botnliðini hitta tey. Tí hóast alt er munur á at møta einum liði, sum stríðist fyri silvur- merkjum og europiskum fótbólti og so einum, sum spælir fyri til dømis einum fjórða plássi. Europa­stríðið Triðja HB-kiksið á rað nertir ikki sannlíkindini fyri, at FM-gullið endar í norðara endanum av Gundadali, men í feltinum undir oddaliðnum er framvegis ókyrt. EB/Streymur vann sær tó fyrimunin hesaferð, og so er spurningurin, um teir klára at halda skútuni á kós móti AB (ú), ÍF (h) og KÍ (ú). Toftamenn duttu við tapinum niður á bronsuplássið, og so er spurningurin, um tað verður sterka B68-liðið frá í summar, ella vingluta liðið frá í heyst, sum vit síggja í teimum trimum seinastu umfør- unum. Og so er spurningurin eisini, um NSÍ og Víkingur eru til reiðar at lofta møguleikanum, um hesin stendur teimum í boði, ella um tey tá lata AB taka seg enn longur upp á stigatalvuni. Ein partur av sendingini »3.hálvleikur« á Rás2 eru SMS­boð frá lurtarum. Her kunnu lurtararnir geva sítt skemtiliga íkast til kjakið kring dagsins dystir. Umframt at bestu SMS­boðini verða lisin upp, vinnur besta SMS­boðið eisini ein vinning. Vinningurin hesa ferð er gávukort frá Carello, og er vinnarin av hesum tað SMS­boðið, sum stendur ovast á listanum » Tapa mòti 10 vespum, tad stingur djupt« »Ì kvøld eydnadis Mohr-royndin« »I natt meg droymdi lognan dreym. At KI stigini fekk... Tra la la la« »Tapa mòti 10 vespum, tad stingur djupt« »Sigfridur trivist ikki vid Margair longur, hann bara tapir og tapir..« »summi hava svinakrim, men vit hava hjalgrim:-)« »Bill hevur fyrireika seg ì allan dag....men "we kill Bill"« »Nú kunnu vit skjótt opna cirkus Margáir: vit kunnu nú temja bædi red lions og white tigers :)« »Avaring:Ein bla Tsunamibylgja hevur skaka Føroyar. Ki vann 1-0« »Klaksviksshingar burdu heldur hugt eftir A landslidnum tad faa teir meir sigrar burturur:-D« KÍ heldur í línuni jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Bestubitar úr 3. hálvleiki Tað líktist mest sum mission impossible hjá KÍ, men sigurin á útivølli móti B68 ber við sær, at klaksvíkingar nú aftur hava tak á bjargingarlínuni, sum annars tóktist vera kvett sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen