hósdagur 17. september 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. september 2009 – Nr. 177 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Kuyt skeyt Liverpool avstað
Tað gekk hampuliga tungt hjá enska Liverpool, tá teir í
gjárkvøldið settu hol á sína Champions League kapping. Á
heimavølli móti Debrecen stóð leingi á jøvnum, men beint undan
steðginum fekk hollendski Dirk Kuyt skotið tað, sum vísti seg at
gerast avgerandi. Eisini hin dysturin í bólki E endaði við teprum
heimasgri, tá Lyon á heimavølli vann 1-0 móti italska Fiorentina.
Málleyst millum Eto’o og Zlatan
Tað gjørdist ikki um tað heilt villa undirhaldið, tá Barcelona og Inter í
gjárkvøldið møttust á San Siro í Milano. Dysturin, sum eisini varð roknaður
sum uppgerðin millum Zlatan og Eto’o, ið báðir teljast millum heimsins
bestu áleyparar, endaði uttan mál, men tað var í veruleikanum eitt úrslit,
sum báðir partar als ikki vóru so ónøgdir við. Í hinum dystinum í bólki bólki
F vann Dynamo Kiev 3-1 á Rubin Kazan.
Tung kensla
Soleiðis sum úrslitini annars
lagaðu seg, so hevði HB møgu-
leikan at vissa sær gullið í
dystinum móti AB. Tí var talan
sjálvandi um vónbrot, tá hetta
ikki eydnaðist, og liðskiparin,
Fróði Benjaminsen, viðgekk
eftir dystin, at kenslan ikki var
nøkru serlig.
- Tað følist øgiliga tungt. Vit
spæla faktiskt ein fínan dyst,
men vit klára so bara at fáa tað
eina málið, og teir skora upp á
eitt fríspark, so tað er ótrúliga
svárt.
Fyri steðgin hava tit eitt sera
gott tak á dystinum, men tit
skora ikki. Og seinastu dystirnar
hevur tað gingið striltið at
skora. Hvat bilar hjá tykkum?
- Har manglar bara at senda
bóltin í netið. Teir hava sjálvandi
eina góða verju, sum ikki hevur
latið so nógv mál farið inn, so
vit vistu av, at tað fór ikki at
verða lætt.
Nú hava tit framvegis átta
stig niður til næsta liðið, og tað
eru bara tríggir dystir eftir. Verð-
ur dysturin í Fuglafirði tann, har
áskoðararnir hjá tykkum loksins
fáa vissu fyri gullinum?
- Tað fer tíðin at vísa. Men vit
fara í øllum førum inn á vøllin
fyri at vinna tann dystin, stað-
festir Fróði Benjaminsen.
-mørk
Eitt mál er
einki
John Petersen, sum er annar av
venjarunum hjá AB, staðfesti
eftir dystin í Gundadali, at tað
fyrst og fremst er ein góð verja,
sum er orsøkin til góðu gongd-
ina hjá AB.
- Vit hava verið øgiliga
dugna ligir til ikki at koma langt
afturum, hóast vit hava spælt
illa. Ofta hava vit hildið nullið í
einum vánaligum hálvleiki ella
kanska bara latið eitt mál fara
ígjøgnum. Og so er skjótt at
koma aftur í dystin. Stigatalvan
sigur eisini, at vit eru tað liðið í
landinum, sum hevur latið fæst
mál ígjøgnum.
- Og vit hava eisini kvalitetir
fram eftir vøllinum, hóast tað
kanska bara eru argjafólk og vit
sjálvir, sum hava lagt hesar til
merkis. Men kvalitetirnir eru
har, og vit hava eisini avgjørt
dystir, segði ein væl nøgdur
venjari eftir dystin í Gundadali.
-mørk
Meistaraheitið lá til
høgrabeinið hjá HB, men
vinstra beinið hjá Alex
Mellemgaard vildi tað
øðrvísi, tá hann við eini
frísparksperlu útsetti
FM-veitsluna, sum í fyrsta
lagi verður sunnudagin
Fagnaðurin var øgiligur, tá stadion-
speakarin eina løtu mistók seg.
Hóast HB ikki megnaði at basa
AB, so var FM-heitið so sera nær, tá
tað framvegis stóð 1-0 til útiliðið á
Toftum. Og tá tað so frættist, at B36
hevði javnaði til 2-2 í Streymnesi,
leyp tað mesta av HB-skýlinum
uppfrá.
Tað gingu tó bert nøkur sekund,
so rættaði varparin seg sjálvan. Og
tá sama røddin nakað seinni
kunngjørdi, at nú stóð 3-1 við
Marg áir, hvarv FM-veitslan í ským-
ingini, sum var um at leggja seg
yvir Gundadal.
Sovnaðu
Avgerðin lá annars til HB. Undan
dystinum stóð greitt, at greiddi HB
sín setning, so vildi eitt B68-kiks á
Toftum parkerað gullið í Gundadali,
og leingi tóktust báðar hypotesur-
nar at halda.
HB kom á odda longu eftir 17
minuttum, tá Fróði Benjaminsen
eftir nærdyst við Tórð Thomsen í
AB-málinum fekk sent bóltin í netið.
Tórður noyddist løtu seinni at lata
seg skifta út, og hann var alt annað
enn nøgdur um, at dómarin ikki
bríkslaði fyri frísparki undan málin-
um, men tað tóktist ikki nerva HB.
Bólturin var at kalla als ikki á
HB-hálvuni fyrstu trý korterini, og
hóast tann heilt opni møguleikin
ikki beyðst, so lúrdi og hótti HB
støðugt við skjótum pasningsspæli,
har øll breiddin á vøllinum varð væl
og virðiliga nýtt.
Eftir steðgin kom tó vend í. Sum
tað er hent nakrar ferðir seinastu
dystirnar, so sovnaði HB meira ella
minni, meðan AB’arnir í eins stóran
mun vaknaðu.
Vanliga AB-spælið, har mótstøð-
an fær trupult við at spæla seg
ígjøg num, kom aftur til sjóndar, og
tá møguleikin beyðst, vóru teir
skjótir at senda langt niðan móti
Stig Roar Søbstad og Tróndi
Sigurðs son, sum hesa ferð mann-
aðu álopið.
Frísparksperla
Tað gav eisini at bíta, tá Stig Roar
varð trýstur í ryggin, tá hann tók
móti bóltinum. Fríspark til AB á
brotsteigarmarkinum, og so kom
Alex Mellemgaard rennandi niðan
av vinstra bakki.
Framúr sparkiteknikkurin hjá
honum hevur verið eitt av
vandamestu vápnunum hjá AB í ár,
og tað prógvaði hann aftur, tá hann
bendi bóltin upp um múrin og inn
um nærmara stólpa.
Og tað kundi eisini gingið heilt
galið hjá heimaliðnum. HB hevði
sínar møguleikar, men hvørki Rógvi
Poulsen ella Andrew av Fløtum
vóru nóg neyvir, tá teir skuldu
temja í fríari støðu, og ístaðin var
Tróndur Sigurðsson í tveimum
førum nær við at avgera. Fyrru
ferðina bjargaði Marcyn Dawid tó
frálíka væl, og seinnu ferðina støkk
bólturin av knænum hjá áleyp-
aranum og dygst framvið, eftir at
Dion Splidt hálvfluktaði úr spískum.
Bíðitíðin longd
Javnleikurin ber við sær, at HB-við-
haldsfólkini aftur mugu bíða nakrar
dagar, áðrenn tey hava endaliga
vissu fyri FM-gullinum, sum tó
førkar seg eitt vet nærri hvørt
umfar.
Tað kendist tó kanska ikki heilt so
svárt kortini, tí viðhaldsfólkini, sum
mikukvøldið høvdu leitað sær í
Gundadal, vóru ikki heilt so nógv,
sum roknast kundi við. Tá munnu
bussarnir norður til Fuglafjarðar
verða betur mannaðir, og hjá
teimum er so bara at vóna, at liðið
tá leverar tað, sum teir ikki hava
megnað seinastu tríggjar ferðirnar.
HB-AB 1-1 (1-0):
Heldur ikki hesa ferð
AB
HB
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Heldur ikki hesa ferð gekk tað. Spælararnir hjá HB hingu við høvdinum, tá teir máttu staðfesta, at
tað ikki eydnaðist at vinna seg fram til gullmerkini mikukvøldið
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir