Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. september 2009 – Nr. 177 Tað var sum dagur og nátt við Margáir, har EB/ Streym ur eftir ein lakan fyrra hálvleik fullkomuliga sópaði B36 burtur eftir steðg in EB/Streymur vann seg aftur á slóðina, tá teir í gjárkvøldið vunnu trygg an sigur á B36. Tað var tó ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um so sann­ førandi sigur eftir fyrstu trý kortini. Tá var støðan 1­0 til gestirnar, og hóast EB/Streymur hevði havt sín stóra møguleika, tá Johan Ellings­ gaard á strikuni bjargaði roynd frá Hans Paula Samuelsen, so sat B36 á tí mesta. Um hálvan hálvleikin skeyt Christian Restorff Mouritsen eisini B36 framum, tá álop í høgru endaði við, at bólturin varð rullaður útfrá til ís kalda Christian, sum hegnisliga legði bóltin í vinstra síðunet. Sum dagur og nátt Umframt málið hevði B36 havt eitt hampu ligt trýst, sum gav úrslit í fleiri deyð bóltsstøðum, men í seinna hálv leiki koppaði alt fullkomuliga á. EB/Streyms­spælararnir komu út sum eitt ódnarveður. Teir vunnu nær dyst ir nar og teir høvdu ferð og brodd í spælinum, og eftir einum korteri gav hetta úrslit. B36 vildi hava rangstøðu dømda í tí, sum gjørd ist upptaktin til brotssparksmálið hjá Santos, men tað legði EB/Streymur líka í, og fýra minutt ir seinni skoraði Brian Olsen til 2­1, tá hann átti seinasta stútaran eftir eitt sindur av aftur og fram í brots teiginum. Og so stóð bara undirhald á skrán ni við Margáir. Sorin Anghel skoraði við framúr langskoti, eftir at hann fyrst hevði drigið ein mann av sær, og stutt fyri leiklok kundi Arn­ bjørn Hansen staðfesta sigurin, eftir at hann á baklinjuni hevði snýtt Klæ mint Matras so ruddiliga. Aftur móti Europa Sigurin ber við sær, at EB/Streymur fótaði sær aftur í heiðurs merkja­ stríð num, har teir nú aftur eru at fin­ na sum nummar tvey á talvuni. Ein støða, sum væl ikki er heilt so galin, hóast greipan í ár verður úr silvuri held ur enn gulli. Hjá B36 vísti hetta hinvegin,a t tað framvegis er nakað eftir á mál, áðr enn teir kunnu kenna seg tryggar í Vodafone­deildini. Og við dystum móti liðum, sum í løtuni stríðst fyri heiður s merki, er eingin løtt uppgáva eftir á skránni hjá B36. EB/Streymur-B36 4-1 (0-1): B36 fór heim í steðginum Herbert í Lon Jacobsen og B36 mistu fullkomuliga takið á EB/Streymi og Sorin Anghel, tá heimaliðið kom hamskift út til seinna hálvleik av dystinum við Margáir Mynd: Sofus D. Johannesen Skotskt stig í Týsklandi Seinnu árini hevur tað víst seg at verða sera trupult hjá skotskum liðum at fáa nakað stig á útivølli yvirhøvur. Hetta eydnaðist tó hjá Glasgow Rangers, tá teir spældu á útivølli móti týska Stuttgart. Dysturin endaði nevnliga við 1­1 javnleiki, eftir at Bougherra javnaði týsku leiðsluna eitt lítið korter fyri leiklok. Í hinum dystinum í bólkiunum vann Sevilla 3­1 á heimavølli móti Unirea Urziceni. Pelé til Danmarkar Pelé, sum verður roknaður millum bestu fótbóltsspælararnar nakrantíð, kemur í oktober mánaði á vitjan í danska høvuðsstaðnum. Pelé verður ein av luttakarunmum á kongressini hjá altjóða Olympisku nevndini, sum á fundi skal gera av, hvar leikirnir í 2016 skulu haldast. Leikluturin hjá Pelé verður at sannføra nevndina um, at Rio de Janeiro er eitt upplagt stað at halda leikirnar. Millum aðrar kandidatar er eisini Chicago, sum hevur fingið Michelle Obama til at tosa sína søk. Fýra stig eru neyðug Jákup á Borg sat leikbannaður uttan fyri girðingina, tá B36 tapti 4­1 móti EB/Streymi. Og hann dylur ikki fyri, at vónbrotið var stórt eftir ein seinna hálvleik, har B36 misti alt á gólvið. ­ Eg haldi, at okkara menn høvdu rími liga gott tak á dystinum fyri steðgin, men í seinna hálvleiki verð­ ur talan veruliga um off­day. Og eg skilji ikki, at broytingin skal verða so mik ið stór upp á so stutta tíð. Og tað, at KÍ tók øll stigini á Toft­ um. Gjørdi tað vónbrotið størri? ­ Tað haldi eg nú ikki, at menn hugs aðu so nógv um eftir dystin. Sjálv andi leggur tað eyka trýst á okkum, men vónbrotið eftir dystin snúi seg fyrst og fremst um okkara egna avrik. Tit hava NSÍ, Víking og B68 seinas tu dystirnar. Hvussu síggja tit upp á ta uppgávuna? ­ Eg rokni við, at vit skulu hava í minsta lagi fýra stig fyri teir dystir­ nar. Og vit hava víst móti besta lið­ num í deildini, at vit hava verið betri enn teir í fýra dystum. So finna vit tann viljan fram, sum vit sýndu í teim um dystunum, so haldi eg eisini, at vit eiga at røkka tí, sigur Jákup á Borg, sum eftir leikbann aftur er tøkur sunnudagin. -mørk Errin av monnunum Heðin Askham, venjari hjá EB/ Streymi, ásannaði eftir dystin miku­ kvøld ið, at hansara menn ikki hvødu tað so øgiliga lætt fyri steðgin í dystinum móti B36. ­ Vit hava tamarhald á tí mesta fyrstu løtuna, men tá teir skora um miðjan fyrra hálvleik, verður tað nógv truplari hjá okkum. Og seinna part in av fyrra hálvleiki mugu vit veru liga kempa. ­ Vit koma tó væl út til seinna hálv leik, tá menn eru øgiliga tendr­ aðir. Tá vit so eisini fáa skorað, seta vit okkum veruliga á dystin, og vit kundu kanska vunnu meira. Sjálvur haldi eg eisini, at eg eri stoltur av vilja num, sum menn reistust upp á eftir steðgin, og tað var veruliga við til at vaska blettin frá seinasta viku­ skifti av okkum, sigur Heðin Ask­ ham. -mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk B36 EB/Streymur