Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 17. september 2009 – Nr. 177 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Mugu hava armarnar niður Petur Mohr, venjari hjá KÍ, var sera fegin eftir sigurin á B68. - Eg hugsi bara um dystin i dag. Vit eru øgiliga glaðir, men nú skulu vit hava armarnar niður, áðrenn dystin ímóti 07 Vestur sunnudagin, sigur Petur Mohr. Hann leggur afturat, at teir mugu taka sunnudagin fyrst, og síðan taka tað harfrá. Spurdur um tað ikki verður ein tungur burður at bjarga KÍ, staðfestir Petur Mohr, at tað verður torført, tí onnur lið mugu missa stig, um KÍ skal hava nakran møguleika. - eij Hóast næstan øll vón hjá KÍ var burtur, svam liðið við Hjalgrími Elttør á odda nakrar favnar ímóti vatnskorpuni, tá teir vitjaðu á Toftum í gjár. B68 kann hinvegin iðra seg, at felagið ikki fekk meira burturúr Leygardagin var allur møguleiki hjá KÍ at yvirliva í bestu deildini avlívaður av miðlunum. Tað sá og sær fram- vegis sera torført út hjá klaks- víkingum at yvirliva í deildini, men sum úrslitini háttaðu sær í gjár, hev- ur KÍ framvegis møguleika at yvir- liva, nú teir eru trý stig aftanfyri B36. Helst ikki tað tey flestu væntaðu eft- ir dystin leygardagin ímóti ÍF. B68 var hinvegin nærmasti kapp- ing ar neyti hjá HB um meistaraheitið, hóast tey á Toftum helst hava vant seg við tankan, at megna tey at vera best av taparunum og fáa silvur, so er árið meira enn góðtikið. KÍ allastaðni Útiliðið legði út sum eitt óløgi. Og nógv ar broytingar vóru gjørdar síðan seinasta dys. Heðin á Lakjuni var fluttur niðan á vinstra vong, Kristoff ur Jakobsen var komin inn á høgra vong og Hjalgrím Elttør spæl- di í fríum leikluti frammanfyri mið- vøllin. Hetta vísti seg at rigga væl, tí stórt trýst var á B68 málið fyrstu løtuna. Tað gav eisini úrslit. Eftir fleiri hálv ar møguleikar sprakk bólturin út frá og ímóti Hjalgrím Elttør. Hjal- grím gjørdi skjótt av og smekkaði bólt in ímóti málinum, og umvegis ein B68 leikara fór bólturin í málið. B68 fyri rest Restina av fyrra hálvleiki sat B68 á øll um, og serliga Jóhan Dávur Høj- gaard kann iðra seg um, at hann úr fimm metrum púra ódekkaður megn aði at skjóta bóltin tveir metrar upp um, eftir at Keita vísti stórspæl. B68 hevði bóltin øgiliga nógv, og kom til fleiri hálvar møguleikar, men onkur s vegna manglaðu avgerandi loysn irnar í avgerandi løtunum. Aftur ímót dúvaði KÍ mest upp á skjót álop. Tann størsta møguleikan fekk mál skjútt in. Eftir skjótt elegant og bein leiðis álopsspæl, bleiv Hjalgrím Elt tør púra leysur, men púra einsa- mall ur við Vlada Filopovic megnaði var hann ikki kaldur nokk og skeyt bæði upp um og við síðurnarav. Nógv fólk fram Í seinna hálvleiki var myndin tann sama. KÍ stríddist manniliga, men tað var B68, sum var spælstýrandi. Nú byrjaði tolið hjá Bill Mcleod Jacob sen at ganga undan, og tað hevði millum annað við sær, at Pól Jóhann us Justinussen varð fluttur fram á vøllin, so B68 hevði tríggjar leikar ar í verjuni. Hetta gjørdi bara myndina av dystinum sterkari. B68 við bóltinum og KÍ við skjótálopum. Rok Sum dysturin leið lógu KÍ leikararnir meira og meira. Hetta hildu B68 leikar ar nir lítið um og tað hevði fleiri smá bardagar við sær. Serliga Ahmet Keita og Jan Andrea sen vóru í miðdeplinum í fleiri førum, og øll kring B68 hildu sera lítið um, at KÍ leikarar lógu held- ur longi, tá onkur snuddur kom fyri. Úrslitið merkir, at KÍ framvegis er undir, men at liðið hevur tikið eitt risa tak ímóti vatnskorpuni. Fyri B68 merkir úrslitið, at nú er silvur hægsta vónin hjá B68. B68-KÍ 0-1 (0-1) KÍ svimur enn Tað, sum líktist einum knock- out í Fuglafirði, var kanska bara ein knock-down. Enn standa klaksvíkingar í øllum førum á beinunum, og við sigrinum á Svangaskarði hava teir nú svarað aftur í niðurflytingarstríðnum Mynd: Álvur Haraldsen eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu KÍ B68 Fimm leikarar merkjast Øssur Hansen hevur ikki spælt í eina rúgvu av dystum, og aftur í gjár sat hann uttanfyri. At hann og nógvir aðrir mangla, heldur hann merkja spælið. - Vit hava havt nøkulunda teir somu ellivu á vøllinum gjøgnum árið, og vit síggja í dag, at tað ikki koyrir optimalt, nú vit hava fimm leikarar uttanfyri, sigur Øssur Hansen. Hann harmast somuleiðis, at tað nú ikki ber til á nakran hátt ber til at fáa HB aftur, hóast teir ikki roknaðu við, at HB fór at snáva. Um restina av kappingarárinum staðfestir Øssur Hansen, at árið er bjargað, um tað eydnast at fáa heiðursmerki. - eij Rooney vil altíð spæla Wayne Rooney var alt annað nøgdur, tá hann varð skiftur út í 1-0 sigrinum hjá United móti Besiktas fyrrakvøldið, men tað tykist tó ikki nerva venjara hansara, Alex Ferguson. – Hann er ongan tíð fegin um at verða skiftur út. Hann hevur somikið nógva orku, og hann vil altíð sleppa at spæla. Men hann hevði spælt einsamallur framherji í ein tíma, og tí valdi eg at skifta hann út, segði Alex Ferguson við ensku miðlarnar, sum vildu skapa eina gølu burtur úr hendingini. Laudrup til Grikkaland Eftir at griska stórfelagið, Olympiakos gav Temuri Ketsbaia, sum fekk sekkin eftir bara tvey umfør í griksku liguni, er Michael Laudrup ein av høvuðskandidatunum til venjarastarvið. Sambært griskum sjónvarpi er Michael Laudrup ein av fýra høvuðskandidatum til starvið. Laudrup hevur áður verið settur í samband við venjarastarv í Grikkalandi, men ta ferðina valdi hann at taka av tilboðnum frá Spartak Moskva.