hósdagur 17. september 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. september 2009 – Nr. 177
Wosniacki vil á toppin
Eftir finaluplássið í US-Open er danska Caroline
Wosniacki komin upp á sætta plássið á styrkislistanum
hjá WTA. Men sjálv sigur Caroline, at hon vil røkka
longur. – Eg havi realistiskar vónir til mín sjálvan, og so
leggi eg ikki so nógv í, hvat onnur halda. Mítt mál er í
øllum førum, at eg skal klára at vinna meg upp á
fremsta plássið á listanum, sigur Caroline Wosniacki.
Renault í Formel 1-gølu
Talan var um avtalað spæl, tá eitt krasj i grand-prix’num í Singapore
í fjør tryggjaði Fernando Alonso sigurin í HM-kappingini. Nelson
Piquet rendi á, tá 14 umfør vóru farin av kappkoyringini, og nú
viðgongur Renault, at talan var um avtalað spæl, sum sendi
safety’bilin á breytina í eini taktiskt týdningarmiklari løtu hjá
Alonso.
Dýr mistøk
Víkingarnir vóru vónbrotnir, tá
teir noyddust av vøllinum við
Løkin uttan stig. Fyrst og
fremst hildu teir tó, at teir áttu
ábyrgdina av tapinum sjálvir.
- Vit høvdu sjálvandi ætlað
okkum trý stig, tá vit fóru á
vøllin. Men vit gera tvey per-
sónlig mistøk, og tey kost aðu
okkum sigurin, segði Súni
Olsen við Rás2 eftir dystin.
Tit vunnu 3-0 á EB/Streymi
sunnudagin. Hvussu ber tað
til, at umskiftið hjá tykkum
varð so stórt og so negativt.
- Eg veit ikki. Teir fáa ein
mann útvístan tíðliga í dyst-
inum, men vit fáa kortini ikkis
pælið at koyra. Vit koma til
nakrar møguleikar við deyð-
bóltsstøður, men vit spæla
snøgt sagt ov vánaligt.
- Fyri steðgin var viljin hjá
okkum ov lítil, men tað batn-
aði eftir steðgin. Tá koma vit
fram til eitt sindur, men vit eru
ikki nóg hvassir, og so skal
eisini sigast, at Meinhardt
stendur ein fínan dyst, segði
Súni Olsen eftir dystin.
-mørk
Mín besti
dystur
Dagsins maður hjá NSÍ var
uttan iva Meinhardt Joensen í
málinum, og hann var sum
vera man væl nøgdur eftir
dystin.
- Hetta var kanska mín besti
dystur í ár. Har vóru í øllum
førum nógvar vandamiklar
støður, men sum heild spældu
tær flestu væl av hjá mær.
- Vit høvdu ikki spælt nóg
væl seinastu dystirnar, og av -
talan var, at vit hesa ferð
skuldu fara nógv meira heil-
hja rt aðir undir uppgávuna.
Og vit skuldu eisini venda
gongdini, har vit hava mist ov
nógv stig á heimavølli, og tað
eydnaðist so fyribils, segði
Meinhardt Joensen eftir
dystin.
Fortreytirnar fyri dystinum
broyttust munandi, tá NSÍ
tíðliga misti Johan Troest
Davidsen, og Meinhardt við-
gekk eisini, at hetta gjørdi
støðuna nakað tyngri.
- Tað verður sjálvandi nógv
trýst, og vit detta sjálvandi
longur aftur á vøllin, enn man
vanliga ger. Men vit levera eitt
sera gott liðavrik, og eg haldi,
at vit allir spældu ein góðan
dyst, segði Meinhardt Joensen.
-mørk
Víkingur spældi í 82
minuttir við einum manni í
yvirtali, men tað eydnaðist
teimum ikki at basa NSÍ,
sum í Meinhardt Joensen
og Christian Høgna
Jacobsen átti størstu
profilarnar á vøllinum
Undan dystinum í gjárkvøldið
hevði Víkingur havt eitt rimmar fast
tak á NSÍ.
Síðani samanleggingina hevði
Víkingur nevnliga fulla úrtøku móti
vespunum, og eftir fyrstu átta
minuttirnar var ikki nógv, sum
bendi á, at tey hagtølini skuldu
broytast.
Á miðjum vølli fór Johan Troest
Davidsen nevnliga somikið hart í
Zoltan Bukzegi, at dómarin ikki sá
sær onnur ráð enn at finna reyða
kortið fram, og so mátti NSÍ spæla í
undirtali seinastu 82 minuttirnar.
Dýrt mistak
Yvirtalið gav sjálvandi Víkingi eitt
gott tak á dystinum, men teir
megnaðu sjáldan at gerast veruliga
vandamiklir. Partvíst tí ov lítil ferð
var á spælinum, og partvíst tí
Meinhardt Joensen í NSÍ-málinum
rættiliga skjótt vísti, at hann
veruliga hevði ein góðan dag.
Og tað gjørdi ikki uppgávuna
lættari, at Geza Turi brádliga gjørdi
av at spæla jólamaður, tá hann
spældi bóltin út til Christian Høgna
Jacobsen.
So stóð 1-0 á talvuni, og tað var
ein leiðsla, sum runavíkingar fyri alt
í verðini vildu verja.
Eftir steðgin økti Víkingur um
trýstið, men hóast møguleikarnir
nú eisini komu, so funnu teir ikki
vegin fram við nú stórspælandi
Meinhardt Joensen, og tá seinni
hálvleikur var 20 minuttir gamal,
gjørdi Christian Høgni aftur um seg.
Hesa ferð var talan ikki á sama hátt
um jólagávu, men tað legði áleyp-
arin líka í, tá hann fyrst dróg um
hálvan vøllin, áðrenn hann við
vinstrabeini smekkaði í netið
umvegis stólpan.
At Víkingur seinni minkaði um
munin, tá Atli Gregersen var komin
framvið, broytti einki um úrtøkuna
fyri dystin, og eingin ivi er um, at
heimenninir fagnaðust um sigurin.
Bæði tí hetta var tann fyrsti móti
Víkingi – men so sanniliga eisini, tí
fortreytirnar í dystinum gjørdust
somikið vánaligar.
Europa dregur
Hjá NSÍ kveikti sigurin aftur lív í
vónina um, at teir skulu út í Europa
at spæla komandi ár.
Skal tað eydnast, so er kravið tó,
at avrikini verða meira støðug
seinastu tríggjar dystirnar, sum
skulu tryggja teimum pláss frammi
millum heiðursmerkjatakararnar.
Hjá Víkingi er Europa longu
tryggjað, eftir at teir á ólavsøku
vunnu steypafinaluna, men hetta
tykist hava kosta í konsentratiónini
um landskappingina, har
víkingarnir hava verið sera
óstøðugir seinastu umførini. Og ikki
minst munnu teir iðra seg um laku
úrtøkuna í dystunu móti KÍ, ÍF og 07
Vesturi. Stigamissir, sum hava
kostað møguleikan fyri eini
veruligari topp-plasering, og í so
máta var dysturin í Runavík ein
undirstrikan av veruleikanum, sum
er, at Víkingur síðani
summarsteðgin í ov lítlan mun
hevur drigið smáu marginalarnar til
egnan fyrimun.
NSÍ-Víkingur 2-1 (1-0):
Broddur í
Christian Høgna
Christian Høgni Jacobsen staðfesti enn einaferð, at hann er glóðheitur í løtuni. Fýra mál í trimum
dystum hava gjørt sítt til, at NSÍ framvegis hongur við í heiðursmerkjastríðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Víkingur
NSÍ
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk