hósdagur 17. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. september 2009 – Nr. 177 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Liðini áttu meira ella
minni hvør sín hálvleik
í dystinum í Sørvági í
gjárkvøldið, men eina
stigið í part var eitt
afturstig fyri 07 Vestur og
eitt lítið framstig fyri ÍF
Tá Jens Erik Rasmussen stutt fyri
hálvleik legði 07 Vestur á odda 2-0
eftir góða fríspæling frá Ricardo da
Silva Braga, kundi tað sæð út til, at
elsti maður á vøllinum mestsum
avgjørdi. Hóast meiri enn 45
minuttir vóru eftir, høvdu vága-
menn vunnið seg avgerandi fram
um fuglfirðingar, men – sum so ofta
– skuldi tað vísa seg, at ein 2-0
leiðsla kann vera sera vandamikil
og torfør at halda.
Eisini skuldi tað vísa seg, at tað
ikki gjørdist elsti spælarin, sum
myndaði dystin so nógv, sum yngsti
spælarin gjørdi tað. Í øllum førum
fekk tað avgerandi týdning fyri
úrslitið, at 18 ára gamli Dánjal á
Lakjuni kom á vøllin eitt lítið korter
inn í seinna hálvleik, tí hann vísti
seg at vera stóri undan gongu-
maðurin á ÍF-liðnum, ið væl og
virðiliga bardi seg innaftur í dystin.
Avrikið krýndi hann so við
útjavnandi málinum til 2-2, ið var
eitt av teimum avgjørt frægaru. ÍF
fekk fríspark afturi á egnari hálvum
og Pól Ennigarð sendi bóltin út í
høgru síðu til Dánjal, ið tamdi
bóltin soleiðis, at mótspælarin varð
snýttur og fór á glið. Síðani setti
unglingin ferð á inn í vøllin og
smekkaði til við vinstra beini, so
bólturin sang í netmeskinum, heilt
uppi í handara málkróki.
Burtur úr ongum
Hetta útjavnandi málið hevði ÍF
sanniliga eisini uppiborið, soleiðis
sum dysturin háttaði seg. Fyrst
gekk ímóti tíðliga í dystinum, tá
fuglfirðingar høvdu fleiri góðar
møguleikar, men bara ikki fingu
bóltin inn. Størsti syndarin var
Nenad Saric, ið stórliga misbrúkti
eina annars góða fríspæling frá
Andy Olsen.
Fyrstu 20 minuttirnar sá út til, at
ÍF nærkaðist fyrsta málinum í
dystinum, men í staðin gjørdist tað
07 Vestur, sum beint ímóti
dystargongdini fekk hol á. Í einari
luftduell fór Tamba Yarjah um koll
beint uttan fyri ÍF-brotsteigin, og
eftirfylgjandi smekkaði Milan Pejcic
frísparkið í málið til 1-0 við einum
skoti í besta Súna Olsen-stíli.
Ein góðan minutt eftir málið fekk
eisini ÍF eitt fríspark burtur úr ong-
um, men hóast Høgni Zachariassen
kom hægstur, fekk hann ikki
lumpað 07 Vestur-málverjan, Trygva
Askham, sum í fullari longd fekk
toygt seg og jústað bóltin uppum.
Eftir leiðslumálið setti 07 Vestur
seg á spælið og gjørdi tað enntá
við manér í løtum. Og stutt fyri
stegðin var tað, at Jens Erik vísti
teimum yngru, hvussu tú skalt gera,
tá tú kemur leysur ímóti
málmanninum. Men hann fekk tó
ikki síðsta orðið í dystinum, sum
framvegis var meira opin, enn 2-0
kundi bent á.
Vent í holuni
Fuglfirðingar vóru ikki til at kenna
aftur, tá teir komu á vøllin eftir
steðgin, og serliga vóru teir
drúgvari í nærdystunum. Í fyrra
hálvleiki høvdu teir á heimaliðnum
verið fyrstir á flestu bóltum, men nú
var vent í holuni, og serliga á
miðvøllinum vann ÍF sær greiða
yvirvág.
At hetta loysti seg, gekk sjón fyri
søgn fáar minuttir inn í seinna
hálvleik, tá Øssur Dalbúð, sum sá
merkiliga leysur út, slepp at kasta
seg fram eftir einum frísparksbólti
og smekka hann í málið, so nú var
bara eitt mál á muni. Og sum nevnt,
so var trumfurin settur á, tá Dánjal á
Lakjuni kom inn, tí honum fingu
teir í 07 Vestur ongantíð ordiliga
fatur í.
Somuleiðis hevði ÍF eitt hav av
deyðbóltsstøðum, men hóast
gestirnir sótu á tí mesta í næstan
allar 45 minuttirnar, so gjørdi 07
Vestur ein vørr ímóti endanum, ið
kundi havt við sær, at øll trý stigini
blivu eftir í Sørvági.
Fyrst slapp Tamba Yarjah einsa-
mallur ímóti Andras Gango, ið tó
fekk lúrt hann av og tikið bóltin, tá
Yarjah royndi at lobba. Og eisini
slapp Ricardo í góða støðu, ið tó
einki gav, tí Pól Ennigarð onkurs-
vegna fekk taklað skotið í evstu
løtu, heilt inni á fimmmetrinum.
Fyri 07 Vestur var 2-2 javnleikurin
eitt afturstig, eftirsum KÍ vann
óvæntaðan sigur á Toftum, meðan
ÍF hinvegin mundi síggja úrslitið
sum eitt framstig, so fuglfirðingar
nú munnu kenna seg rímiliga
tryggar í, at tað verður Vodafone-
deildarfótbóltur aftur næsta ár.
Heðin heldur fram
Í løtuni er EB/Streymur næstfremst á stigatalvuni, og hóast kappingarárið ikki er liðugt enn, so
endaliga úrslitið kann gerast bæði betri og verri, skerst neyvan burtur, at tey í Sundalagnum
eru nøgd við avrikini hjá Heðini Askham, sum tók við sum venjari fyrst í august mánaði. Sum
skilst, hevur Heðin nú gjørt avtalu við EB/Streym um, at hann heldur fram har næsta
kappingarár. Hetta hevur annars verið eitt hendingarríkt kappingarár hjá venjaranum, sum
byrjaði í B36, men ikki helt fram kortini. Síðani vann hann við A-landsliðnum á Íslandi, umframt
at hann sjálvur annar hevur staðið fyri frálíku úrslitunum hjá U21-landsliðnum, eitt nú sigrinum
á Russlandi. Og nú sær so út til, at Heðin Askham eisini fær nóg mikið at takast við næsta
kappingarár, við framhaldandi gerandisdegi í fótbóltinum við Margáir.
hil
07 Vestur-ÍF 2-2 (2-0)
Afturstig og framstig
ÍF
07 Vestur
Vit mugu
vinna rest
Eftir javnleikin ímóti ÍF í
gjárkvøldið, er 07 Vestur aftur
aftast í Vodafonedeildini, tvey
stig aftan fyri KÍ, og sostatt er
trýstið á vágaliðið ikki blivið
minni, nú bara trý umfør eru
eftir.
– Vit hava kent trýst á
okkum nokk so leingi, men nú
vænti eg, at fáa vit ikki øll
níggju stigini, ið eftir eru at
spæla um, so er lítil møguleiki
fyri at yvirliva, sigur Johan
Petur á Stongum, sum ikki
spælir fleiri dystir í ár fyri 07
Vestur, tí hann í dag verður
lagdur undir skurð fyri ein
gamlan skaða í økslini.
– Eftir at vit høvdu verið á
odda 2-0 í hálvleikinum, trýsti
ÍF okkum í botn í seinna
hálvleiki, og eftir avrikinum
kunnu vit vera glaðir fyri hatta
eina stigi, tí satt at siga, so
høvdu vit ikki uppiborið at
fingið trý stig hesa ferð.
Hil
Fantastiskt
at fáa javnt
– Vit eru sera fegnir um, at vit
eftir ein vánaligan fyrra
hálvleik, har vit vóru aftanfyri,
megna at koma afturíaftur í
seinna hálvleiki og fáa
javnleik. At vit so fingu
javnleik, var heilt fantastiskt,
sigur bert 18 ára gamli ÍF-arin,
Dánjal á Lakjuni, sum var
skiftur inn síðsta hálva tíman
og fekk skotið útjavnandi
málið.
– Í fyrra hálvleiki vóru teir
betri, hóast vit høvdu okkara
kjansir, men bara ikki skoraðu
upp á teir. Eftir steðgin vóru
vit út á vøllin sum eitt nýtt lið.
Vit máttu royna at vinna
bóltarnar, tí vit vóru alla tíðina
seinni á bóltinum enn teir í
fyrra hálvleiki, og tað eydn-
aðist okkum eisini.
Sunnudagin er mótstøðu-
liðið HB, sum roynir at røkka
meistaraheitinum, men HB
skal ikki vænta sær nakra
hjálp frá ÍF.
– Vit fara eftir trimum
stigum, tí vit mugu hugsa um
okkum sjálvar og ongan
annan, sigur Dánjal á Lakjuni.
hil
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Framherjin hjá 07 Vestur, Tamba Yarjah, er her við undirlutan í duell við ÍF-miðverjan, Pól Ennigarð, í
dystinum í Sørvági í gjárkvøldið
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir