Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 177 - 17. september 2009 Í góðan tíma sveimaði tyrlan runt yvir sjón­ um undir Lands­ sjúkra húsinum. Tó var ikki talan um, at nakað var áfatt, men um eina bjarg ing ar­ venj ing Bjargingarvenjing Rógvi Nybo, rogvi@ sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Fyrra partin í morgun fangaði Sosialurin hesar myndi r nar, tiknar undir Lands sjúkra húsinum, við tyrlu pall in har. Talan var um eina bjargingarvenjing fyri kavarar. Teir fóru úr báta hyli num á Argjum í báti, vórðu tveittir á sjógv, og sluppu so at flóta har eina løtu. Síðan vóru teir lyft ir upp umborð á tyrluna hjá Atlantsflog, ein fyri ein. Síðsti parturin í bjarg ing­ ar royndini hesaferð var at teir vóru loraðir niður aftur úr tyrluni og settir á tyrlu­ pall in við Lands sjúkra­ húsið. Tað vóru menn frá Tórs­ havn ar Sløkkiliði, ið hildu venjingina, sum er ein liður í einum longri skeiði fyri kavar ar upp á fýra vikur, har teir hava hildið hópin av bjargingarvenjingum. Í leysum lofti