hósdagur 17. september 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 177 - 17. september 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ingibjørg Johannesen, Tórshavn, andaðist í
heiminum hjá dóttrini sunnudagin, 84 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum hóskvøldið
kl. 18 heim í Ebenezer. Jarðarferðin verður úr
Ebenezer fríggjadagin kl.14. Tey, ið vilja minnast
Ingibjørg, kunnu lata Zarepta eina gávu, konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
17. september. Lambertus, deyður umleið ár 705.
Hann var biskupur í Maastricht í Hálandi. Varð dripin
av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri
ólevnað.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Í samband við at Blákross
heimið hevur 25 ára á
baki, verður almenn mót
tøka á Blákrossheiminum í
Lynggøtu 12, hósdagin 17.
September frá 15 til 17
Tankin um at opnað eitt
viðgerðarheim fyri rúsmis
snýtarar er væl eldri enn tey
25 árini. Landsnevndin hjá
Bláa Krossi hevði arbeitt
við málinum í nøkur ár, og í
1984 vóru fyrreikingarnar
komnar so mikið áleiðis, at
fyrsta blákrossheimið kundi
opnað dyrnar. Hetta var 6.
mai 1984.
Hetta fyrsta viðgerðar
heimið var í Kongagøtu 8,
tað eru húsini har Blákross
kaféin heldur til í dag. At
tað var brúk fyri hesum við
gerðarheimi sást skjótt, tí
viðgerðarheimið í Konga
gøtu var ov lítið, og tørvurin
fyri viðgerð stórur. Tí var
avgjørt at fáa størri hús til
vega, og í 1987 vóru húsini
í Lynggøtu tikin í nýtslu.
Nýggjar tíðir føra nýggjar
avbjóðingar við sær, og
hetta er eisini galdandi fyri
viðgerðarheimið hjá Bláa
Krossi. Tí er skjøtul settur á
at byggja nýtt, og meira tíð
arhóskandi viðgerðarheim
á Nesi.
Hesi 25 árini hevur blá
krossheimið bert havt tveir
leiðarar. Fyrsti leiðarin var
Sólborg Dulavík, sum var
sett í starv tá viðgerðarheim
ið opnaði í 1984, og røkti
hon hetta starvið í 17 ár. Í
2001 gjørdist Olga Magnus
sen leiðari, og hevur hon røkt
hetta starv til dags dato.
Blái Krossur hevur sum
endamál at hjálpa rúsmis
nýtarum. Grundarlagið er
tað sama sum frá fyrsta
degi, – at sýna umsorgan og
kærleika fyri teimum sum
tørva hjálp á ein hátt sum
førir menniskju víðari í
lívinum.
Blákrossheimið 25 ár
Í dag 17. september verður Hensia
Jacobsen í Syðrugøtu 90 ár. Hon
er fødd í Streymnesi, dóttir Honnu
og Zakaris Zachariassen, skipara.
Hon er elst av níggju systkjum,
tveir brøður hennara doyðu sum
smádreingir, hini eru øll á lívi.
Vit kunnu ætla, at tað hevur
verið nógv at tikist við í einum
heimi, har tey hava verið so mong
í húsi. Eitt vita vit, at hennara
partur hevur ikki ligið eftir. Manga
ferðina hava vit hoyrt frásagnir
um, hvussu lívið var tá.
Sum heilt ung fór mamma til
Havnar at hjálpa mostur síni við
ymiskum fyrifallandi í húsinum,
men skjótt vóru boð aftur eftir
henni, tí omma livdi ikki altíð so
væl og mátti fáa hjálp.
Hon kom tó aftur til Havnar at
tæna, sum tað nevndist tá. Hetta
mundi liggja væl fyri hjá henni, tí
tá ið hon var liðug í tí fyrsta
plássinum, varð hon biðin um at
koma í tað næsta. Hvussu ofta
hava vit ikki hoyrt um fru Restorff,
Trygva og øll tey. Mamma hevur
eitt so lætt sinni, so tað passaði
henni ógvuliga væl at koma í eitt
heim sum teirra, tí tey vóru jú
tiltikin løtt, stuttlig og glað fólk,
manga søgu og stuttligt upplivilsi
hevur hon haðani.
Eftir hetta kom hon á Sjómans
heimið í Havn. Kløkk bleiv hon
fyrsta dagin, hon kom til arbeiðis,
tá ið tey bjóðaðu henni vælkomnari
og søgdu, at hetta var tann nýggja
økonoman. Hetta vardi hana ikki,
men røsk sum hon altíð hevur
verið, tók hon hetta arbeiðið upp á
seg. Har treivst hon eisini væl, og
mong vinfólk hevur hon frá hesi
tíðini. Henni hevur altíð dámt sera
væl at gera mat og borðreiða, og
tað hevur eisini verið sum ein
reyður tráður í lívi hennara.
Í 1942 giftist hon við Poul
Andriasi Jacobsen úr Syðrugøtu.
Tey giftust inn í barndómsheimið
hjá pápa, har omma og abbi, sum
vóru blivin eldri eisini búðu. Pápi
var einabarn, borin til kongsfestið
á Dunganum. Tey fingu átta børn
í trettan ár, fimm døtur og tríggjar
synir.
Sum ung tóku tey við trúgv á
Jesus, hetta livdu tey eftir, og vit
vuksu upp í einum kristnum
heimi. Sunnudag fóru vit í kirkju
og sunnudagsskúla, og teir dagar,
vit ikki vóru í kirkju, las pápi
lestur.
Vit børnini máttu hjálpa til og
fingu fastar uppgávur, sum skuldu
gerast.
Mamma bant nógv, ikki bara
upp á okkum, men eisini troyggjur
at selja. Manga hugnaliga løtu
høvdu vit, tá ið vit vetrardagar
sótu hvør við sínum. Ein bant
vøttir, ein onnur tumlar til vøttir
nar, mamma og tann elsta systirin
bundu ofta bul saman, og onkur
onnur bant ermar. Minnist eisini,
at vit sótu og nappaðu ull. Vetrar
kvøldini sótu vit mangan og
spældu whist. Tá var onki sjónvarp
og eingin telda.
Synirnir vóru góðir innløgu
menn, so teir komu mangan við
fiski. Fugl og harur skutu teir, tá
ið tann tíðin var. Mangan fingu
teir nógvan fugl. Tá ið veiðan var
komin í kjallaran, tóku konufólkini
við, royttu og sviðu allan fuglin,
mamma skrædlaði fiskin, gjørdi
knettir, frikadellur og fiskabollar
í hópatali.
Um heystið, tá ið fjøllini vórðu
gingin, kom flettingin fyri. Mann
fólkini flettu og konufólkini vask
aðu vembur. Síðani varð alt tikið
upp, blóðpylsur, rullupylsur og
kjøtpylsur vórðu gjørdar. Hetta
var ikki smávegis arbeiði hjá
mammu, tí vit plagdu at fletta
uml. 60 – 70 seyðir.
Vit minnast hana sum eina
raska kvinnu, ið hevur fingið
nógv av skafti. Sjálvt um uppgáv
urnar hava verið nógvar, so hevur
hon altíð verið glað, tá ið fólk er
komið inn á gólvið. Nógv fólk
hevur altíð gingið inn á Dungan
og ger tað enn, og skjót hevur hon
verið at gjørt ein góðan drekka
munn, men nú er sjónin farin at
bila. Vónandi fær hon hjálp, tá ið
hon um eina viku fer til Danmarkar
at søkja sær heilsubót.
Mamma hevur verið einkja í
níggju ár. Enn er sinnið ungt, og
lætt hevur hon til láturs. Ikki er
vanligt at blíva níti og hava sama
hárlit, sum á barnaárum, men
hetta kann sigast um hana.
Hetta, ið her er fest á blað, eru
bert nøkur fá minni frá okkara
barnaheimi. Tað kundi verið so
nógv annað at skrivað um, men
vit vilja bara takka mammu fyri
alt, sum hon hevur verið fyri okk
um og okkara. Hjartaliga tillukku
á 90 ára føðingardegnum, Guds
signing og eitt gott lívskvøld.
Leygardagin kl.13 fer hon at
halda stóran føðingardag í kirkju
kjallaranum í Gøtu, har familja,
vinir og kenningar eru hjartaliga
vælkomin.
Børnini við familjum
Heilsan til mammu á 90 ára føðingardegnum