hósdagur 17. september 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2009
27
Mikudagin, 16. september gevur
Posta út nýggj frímerki, ið mynda
ávikavist Leynar, dúgvur og altar
talvur.
Frímerkið við Leynum er partur
av einum samstarvi millum smá
postverk í Evropa nevnt SEPAC.
Ólavur Frederiksen hevur tikið
myndina av kavaklædda landslag
num við Leynar og er virðið á
frímerkinum 10 kr.
Bládúgvurnar
hevur
Astrid
Andreasen teknað og eru hesar av
tí føroyska stovninum, sum er ein
tann reinasti bládúgvustovnur í
heiminum. Virðini á frímerkjunum
eru 14 og 36 kr.
Jólafrímerkini í ár avmynda
altartalvurnar í ávikavist Vest
manna og Hattarvíkar kirkju. Per
á Hædd hevur tikið myndirnar.
Báðar altartalvurnar eru gjørdar í
hesari øldini av føroyskum lista
fólki.
Altartalvuna í Vestmanna kirkju
hevur Astrid Andreasen myndað,
meðan Katrin Andreasen hevur til
evnað hana. Oggi Lamhauge hev
ur málað altartalvuna í Hattarvíkar
kirkju.
Virðini á frímerkjunum eru 6
og 10 kr. Harumframt koma fýra
nýggj postgjaldsmerki eisini út.
Fyrstu postgjaldmerkini
Nýggj frímerkjarøð
Almenn móttøka var hjá barnatannrøktini
í Tórshavnar Kommunu fríggjadagin 11.
september í sambandi við at 50 ár eru
liðin síðan tannrøktin varð sett á stovn.
Byrjað varð í Eikilund á skúlanum í
Kongagøtu við tónleiki og sangi. Síðani
var vælkomst har m.a. tannlæknastjórin
Sigrid Arge og Halla Samuelsen,
forkvinna í sosialunevndini, hildu røðu.
Ein nýggjur felagssangur varð gjørdur
til høvið og limir í Havnar Hornorkesturi
og Finnur Hansen spældu aftur við
føðingardagssanginum.
Eftir tað var farið úr Eikilund og yvir
um vegin til tannlæknastovuna í barna
tannrøktini í Tórsgøtu.
Har var opið hús við framsýning av
eldri og núverandi tilfari, bæði á
pappírsmyndum og á skíggjum runt um
í húsinum.
Í 1959 kom tann fyrsta skúlatann
læknastovan við kommunalt settum
tannlækna í Havn sum tann fyrsta av
sínum slagi í Føroyum. Barnatalið 016
ár, ið fáa tilboð um tannrøkt í Suður
streymi, eru í dag sløk 5.000 børn. Til
samans 20 starvsfólk arbeiða í barna
tannrøktini Tórshavnar kommunu, harav
fimm tannlæknar og tveir tannrøktarar.
-red
Barnatannrøkt
í 50 ár
Myndir: Jens Kristian Vang
nøvn
Tannlæknastjórin á barnatannrøktini Sigrid Arge
Erling Simonsen var fyrsti tannlæknin í barnatannrøktini
Halla Samuelsen heldur røðu
Heiðursportrið var ein stór tonn
Ein nýggjur sangur varð gjørdur til móttøkuna
Marna Debes, Eyðun Jensen og Oddmar á Steig hyggja at áhugaverdu framsýningini