hósdagur 17. september 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 177 - 17. september 2009
Z
acharis var føddur í
1886, og varð konfirm
eraður í Havn tann 14.
apríl 1901. Hann var sonur
bøkjararn Jákup Jacoben
og Elsebeth f. Djonesen av
Velbastað, sum hava verið
umrødd í hesi røð.
Zacharis lærdi ungur til
timburmann. Eitt tað fyrsta
arbeiði, hann var við til,
var at byggja núverandi
KFUK fyrst í hini øldini.
Tá var hetta hús hjá bret
ska konslinum í Føroyum,
sum í mæti vildi kappast
við sjálvan amtmannin.
William Heinesen hevur
skrivað eina stuttsøgu um
hesi hús, sum hann minnist
sum eitt slott.
Hann greiðir frá, at fólk
fóru sunnudagar at hyggja
eftir, hvussu tað gekk við
arbeiðinum og vóru púra
ovfarin hesum stórbara
húsi. William skrivar m.a :
“En skøn bygning, så
enkel og stor, beklædt med
fine årede træsorter på
kryds og tværs og med små
udskårne knægte under
tagskægget.
Hvordan det ser ud ind
vendig, ved den hele by.
Salene er som have, gulv
ene belagt med kostbare
tæpper, væggene inddelt i
gyldenlæders felter og med
hvide paneler.”
Tað er eingin ivi um, at
tað hevur verið læruríkt hjá
ungum dreingi at hava
verið við til at smíða eini
slík hús.
Fyrsti tekniski skúli í
Havn var í 1885/86. Tann
næsti skúlin kom í
1908/09, og tað var
Magnus á Kamarinum,
sum fekk hann í lag. Lær
arar vóru Magnus sjálvur
og Jógvan Waagstein. Ein
av næmingunum var
Zaharis. Saman við honum
vóru teir Frits Hansen í
Pætursastovu, Johannes
Stephenson, Jákup Øster,
Viggo Christiansen, Sofus
Rasmussen og Rasmus
Thomsen í Funningsstovu.
Virkin í ítrótti
Zacharis var virkin í ymisk
um ítrótti. Tað finst mynd
frá 1918 við ungdómum í
Havn í politistabátinum.
Hann var eisini við í
fyrsta ítróttarfelagnum í
Havn, sum kallaðist Fimur,
sum var stovnað í 1901, og
hetta ár var Zacharis við í
eini fimleikaframsýning.
Hetta felag var íblásturin
til Havnar Fimleikafelag.
Hann var eisini millum
teir fyrstu í HB i 1904, og
var á fyrsta fótbóltsliðnum
hjá teimum.
Í 1911 stovna nakrir
havnarmenn Havnar
Krokkfelag. Har var
Zacharis eisini við.
Fyrstu sum smíðaðu
typuhús í Føroyum
H.C. Andreassen (Hans á
Reyni), sum eisini var í
fyrsta býráðnum í Havn,
var ein kendur timbur
meistari. Hann seldi alt
tilfar, og hann bygdi eisini
hús fyri fólk.
Hann tók tað stig, at alt
skuldi gerast til í Havn,
sum ikki var neyðugt at
gera á plássinum, har
húsini skuldu standa. Til
hetta endamál stovnaði
hann í 1914 saman við
tveimum timburmeistarum
Zacharis og Sofus Morten
sen felagið H.C. Andreas
sen & co. Seinni bygdu teir
Tórshøll, seinni kend sum
dansistova í Havn, at gera
stórviðin og annað til í.
Tað arbeiddu hjá felagnum
einir 20 mans, harav fýra
lærlingar, so hetta var ein
stór fyritøka. Teir gjørdu
allan stórviðin og bygnings
snikkaraarbeiðið til í
Tórshøll til tey húsini, teir
bygdu ymsastaðni í landin
um. Hetta kann sigast at
hava verið forleypari til
“typuhús.”
Tá ið komið var nakað
inn í 20uni sansaði at í
okkara samfelag eins og
aðra staðni. Størstu fyri
tøkurnar í Havn fóru av
knóranum. H.C. Andreas
sen & Co fekk heldur ikki
sum frá leið endarnar at
røkka saman. Tá komið var
inn í 1928 noyddist fyritøk
an at gevast. Zacharis misti
húsini í hesum sambandi,
men fekk tey aftur.
Teir báðir Zacharis og
Sofus hildu tá fram sum
timburmenn hvør sær.
Zacharis hevði fólk í ar
beiði og ferðaðist kring
landið at byggja. Í Sørvági
bygdi hann húsini hjá Løðu
Jógvan. Í Havn var hann
við til at byggja millum
annað katolikkakirkjuna og
í Kvívík kirkjuna har. Hann
arbeiddi eisini nógv á
hvalastøðini við Áir.
Zacharis var eisini ein
dugnaligur traðarmaður.
Hann hevði eina trøð uppi
á Sundsvegnum, sum hann
leigaði, dyrkaði og so
keypti. Har býr abbadóttir
in Inga nú saman við
manninum.
Misti konuna
Zacharis giftist við Ingu,
dóttir Johannu og Jens
Christian Johansen úr Sør
vági. Inga vaks upp hjá
mammubeiggjanum Jóan
Paula og konu hansara
Elisabeth, tí mamma
hennara var sera sjúk.
Mammubeiggin hevði
handil og átti jørð. Hann
hevði eisini ein deksbát og
turkaði fisk, so har var
nógv at gera. Pápi Ingu var
timburmaður.
Inga kom ung til Havnar
og arbeiddi á bakarínum
hjá Frants Restorff. Her
hava tey bæði hitst og eru
so gift. Tey fingu børnini
Pauli, Jákup og Ingibjørg.
Inga gjørdist sjúk rættu
liga ung. Hon fór niður at
søkja sær heilsubót í 1935,
men hon doyði í 1936.
Inga var annars kend fyri
at vera fitt og sera røsk,
áðrenn hon gjørdist sjúk.
Tað sigst at hon einaferð
enntá málaði húsini, sum
man hava verið sera sjáld
samt hjá konufólki tá á
døgum.
Tá ið mamman doyði var
Pauli 10 ár, Jákup 12 ár og
Ingibjørg var 5 ár.
Pauli fór í fyrsta umfari
at vera hjá fastrini Sonnu
av Skarði á háskúlanum.
Seinni fóru hann og beigg
in Jákup til Sørvágs til
ommuna og abban.
Jákup fór til Havnar
aftur 14 ára gamal. Tá kom
hann at arbeiða hjá H.C.W
Tórgarð. Pápin helt, at tað
var best ikki at arbeiða hjá
honum. Jákup gjørdist eis
ini timburmaður. Hann
giftist við Semundu frá
Hvalvík, og tey fingu trý
børn.
Ingibjørg fór til pápa
beiggjan Hjalmar. Hon
gjørdist sum ein systir hjá
Margrethu, dóttir Hjalmar,
og tær báðar vóru allar
dagar ímyndin av Hjalmar
Jacobsens bókahandil.
Ingibjørg giftist við
Erling Djurhuus. Hann var
sonur Margrethu og
Christian Djurhuus,
løgmann í nógv ár.
Pauli bleiv verandi í Sør
vági. Hann fór til skips við
sluppini Oskar hjá Joen P.
Haraldsen. Seinni giftist
hann við dóttir hansara
Torborg.
Pauli sigldi eisini undir
krígnum. Eina ferð sigldu
teir av Ísafjørðinum á
Siglufjørðin at fáa ordrar.
Teir sigldu undan illveðri
num, sum beindi fyri
Verdandi, sum hevur verið
umrødd í Miðvikuni. Teir
merktu ikki veðrið fyrr enn
teir sóu land í Føroyum.
Annars hevur Pauli siglt
við Dia á Vertshúsinum við
Vesturvarða. Millum onnur
skip eru Skúgvur,
Vesturvón og Atlantis.
Pauli eigur trý børn, og
tey eiga tvey børn í part.
Zacharis hjá Bøkjaranum:
Var við til at byggja »slottið« KFUK
Bøkjarin Jacob Jacobsen er eitt kent navn í Havn. Fleiri av hansara børnum hava eisini
verið sera sjónlig í samfelagnum. Hesa ferð fara vit at umrøða sonin Zacharis og konu
hansara Ingu, sum eru jarðað undir liðuni á foreldrunum hjá honum
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Næstu ferð
Komandi partur verður
um Onnu Sofíu Jakob
sen úr Leynum, sum var
leiðari á handsverksskúl
anum í Havn í 19. øld
INGA J F JACOBSEN
DEYÐ 27. NOVEMBER 1936
39 ÁR
ZACHARIS JACOBSEN
F. 3.7. 1886 D. 25.7 1976
Zacharis og Inga
Havnarmenn í fyrsta fótbóltsbúnanum, sum var bundin.
F.v. standandi Tróndur Hansen, Zacharis Jacobsen og Michel
Jacobsen. Fremst situr Poul Niclassen
Børnini hjá Ingu og Zacharis: Pauli, Jákup og Ingibjørg á yngri árum