Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2009 33 lýsingar Fiskivinnuroyndir 2010 Lýsing eftir umsóknum Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimála­ ráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskap­ arligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum. Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Burðardyggur fiskiskapur • Royndarveiða og virðisøking av fiski • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni Innanfyri høvuðsøkini verður í ár lagdur dentur á at fáa verkætlanir, sum kunnu hava orkusparing við sær. Serligur dentur verður lagdur á, at: • vinnan tekur lut í verkætlanini • eginfígging ella onnur fígging er • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ ella uttanlands. • at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini Fyritøkur, almennir stovnar og einstakling­ ar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnu­ royndum. Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%1. Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. okt. 2009, kl. 12:00 Meira fæst at vita: Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara við møgu­ ligum spurningum. Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2010. Jákup Mørkøre, samskipari tlf.: 35 30 30 / 35 32 48 fartel.: 55 32 48 t­post: jakupmo@fisk.fo Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking P.O.Box 347 Heykavegur 6A FO­110 Tórshavn 1max. 300 kkr./ár í 3 ár Almenn móttøka Tann 1. august 2009 varð Vagn Foldbo settur sum skúlastjóri við Fuglafjarðar Skúla. Í hesum sambandi verður almenn móttøka fyri honum í skúlanum fríggjadagin 18. sept. 2009 kl. 14.00. Skúlastýrið við Fuglafjarðar Skúla Fuglafjarðar Kommuna Skrivstovufólk til Miðnámsskúlan í Suðuroy Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk á Miðnáms­ skúlanum í Suðuroy er leyst til setan hálvan oktober 2009. Arbeiðsuppgávurnar umfata alt skrivstovu­ arbeiði fyri skúlan, eitt nú: • brævaskifti skúlan • skráseta fráveru og próvtøl • journalrøkt • bóking • ymiskt samskifti við lærarar og næmingar Vit vænta, at tú: • hevur skrivstovuútbúgving • gott mál og hollan kunnleika til skrivligt føroyskt • kunnleika til edv­forrit sum Word, Excel og Outlook • royndir í at samskifta við ymisk fólk • góð samstarvsevni • góð evnir at arbeiða sjálvstøðugt Kunnleika til BSL og FSL er ein fyrimunur. Arbeiðsstaðurin er móttøkan á Skúladeplinum í Suðuroy, og vit bjóða eitt spennandi arbeiði í einum livandi og lívligum umhvørvi. Setanar­ og lønarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsókn: Umsóknir við prógvum, váttanum og/ella viðmæl­ um fyri arbeiðsroyndir skulu sendast til Miðnáms­ skúlan í Suðuroy, Att. Ole Laursen, deildarleiðara, Grønudalur 2, FO­950 Porkeri. Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30 september 2009. Miðnámsskúlin í Suðuroy Tekna teg sum haldara nú fyri einans 495,- um ársfjórðingin Sparið 560,- í mun til leysasølu! Aðalfundur Aðalfundur verður mánakvøldið 19. oktober 2009, kl. 19.00, í ÍSF-húsinum. Skrá sambært lógunum. Føroya Fimleikasamband Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 nær sum helst, hvar sum helst Boks 76 · FO-110 Tórshavn Bygdarfelagið Glæman Verður í Glæmuni 28. novembur frá kl. 14 til 19. Tey, ið ynskja at verða við, kunnu ringja tlf 211490 ella 212442 Jólasølan í Kvívík