fríggjadagur 18. september 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 178 - 18. september 2009
lýsingar
Granskingarráðið hevur tvey høvuðsarbeiðsøki:
• at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum.
• at umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking,
menning og nýskapan.
Granskingarráðið · Postrúm 259 · FO-110 Tórshavn
Tel 56 78 00 · www.gransking.fo · gransking@gransking.fo
Vísindavøka 2009
Suðuroy, Tórshavn, Klaksvík
Nú er eitt høvi hjá øllum at hoyra granskarar
greiða frá um teirra úrslit og teirra dagliga
arbeiði í granskingarumhvørvinum.
Í ár verður Vísindavøkan hildin í Suðuroy, í
Tórshavn og í Klaksvík.
3 granskarar luttaka á hvørjum staði við
framløgu um teirra granskingarvirksemi.
Vísindavøkan er partur av tiltakinum
European Researchers’ Night.
Endamálið er at skapa øktan kunnleika um og
áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska
granskingarheimin.
Mikukvøldið 23. september
klokkan 19.30 í Miðnámsskúlanum í Hovi:
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og granskari:
• Hví samfelagsgransking? Framløga um, hvat
samfelagsgransking er, hví samfelagsgransking
hevur týdning, og hvørjum evnum granskað
verður í á Granskingardeplinum fyri samfelags-
menning.
Maria Skaalum Petersen, Ph.D. og granskari:
• Parkinsons sjúka og umhvørvið
Ása Róin, útbúgvingarleiðari á Sjúkrarøktar-
frøðisskúla Føroya:
• Urinkontinens hjá kvinnum millum 60 og 65
ár í Føroyum. Títtleiki og ávirkan á gerandis-
lívið.
Hóskvøldið 24. september
klokkan 19.30 á Náttúrugripasavninum:
Hjálmar Hátun, havfrøðingur og Ph.D.:
• Gróður á opnum havi
Tóra Petersen, cand.psyk. og Ph.D. lesandi:
• Sálarligir løstir hjá børnum og ungum
Anna Maria Fossá, plantufrøðingur og Ph.D.:
• Plantuvøkstur í einum umhvørvi í broyting.
Fríggjakvøldið 25. september
klokkan 19.30 á Norðoya Fornminnissavni:
Pál Weihe, yvirlækni:
• Umhvørviseitur og heilsan hjá børnum í
Føroyum
Katrin Næs, cand.phil, Ph.D. lesandi:
• S fyri k - okkurt um, hvussu børn læra at
skriva
Karin M. H. Larsen, havfrøðingur, Ph.D.:
• Góð og ring ár á landgrunninum –
týdningurin hjá umhvørvinum.
sansir.fo
Starvslýsing
Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt áhuga-
vert og avbjóðandi starv. Arbeiðið fevnir um
grannskoðan, roknskaparhjálp og eina røð av
øðrum tænastum til føroyskar og útlendskar
fyritøkur – stórar sum smáar – innan flest
allar vinnugreinar, eins og til kommunur og
almannar stovnar v.m
Umsøkjarin
Persónurin, sum vit leita eftir, skal hava
royndir og/ella ástøðiliga útbúgving innan
grannskoðan.
Vit leggja dent á, at tú hevur
persónligar eginleikar sum:
• evni at menna teg við uppgávunum
• vilja og evni til at arbeiða sjálvstøðugt
• søkir ábyrgd og ávirkan heldur enn
sleppa tær undan
Útbúgving og framtíðarmøguleikar
Um hugurin er til tess, kanst tú halda fram
og taka ta útbúgvingina, sum skal til fyri at
kunna
gerast
statsautoriseraður/løggildur
grannskoðari. Eisini verður talan um innan-
hýsis útbúgving.
Umhugsar tú at søkja og vilt hava meiri at
vita, ella ivast tú bara í onkrum, kanst tú ring-
ja til okkum og spyrja eftir Jógvan Amonsson
statsaut. revisor ella Fróða Sivertsen, statsaut.
revisor.
Um hetta er nakað fyri teg, kanst tú senda
okkum eina umsókn við CV áðrenn 28. sep-
tember 2009.
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT
løggilt Grannskoðaravirki
R.C. Effersøesgøta 26
Postbox 191
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: inpact@inpact.fo
--------------------
Limur í RevisorGruppen Danmark:
Fakligt samstarv millum óheft grannskoðaravirki í
Danmark, Føroyum og Grønlandi.
Limur í INPACT AUDIT Ltd.
An international Network of Accounting and
Auditing Professionals.
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT · løggilt grannskoðaravirki · R.C. Effersøesgøta 26 · Tórshavn
Tel 314700 · Fax 313815 · inpact@inpact.fo · www.inpact.fo
INPACT søkir grannskoðara
Søkt verður eftir grannskoðara at byrja skjótast til ber.
BYGMA BALSLEV SØKIR...
leiðara til Byggibúðina.
Byggibúðin hjá Bygma Balslev, ið er tann elsta í landinum,
er nýliga ístandsett og dagførd, so tað er ein nýmótans
handil, ið tú kemur at verða leiðari fyri.
Tú fært ábyrgdina av dagliga rakstrinum av Byggibúðini,
og ein munandi partur av arbeiðinum verður at motivera
starvsfólki, og geva íblástur soleiðis at Bygma Balslev
heldur fast um leiðandi leiklutin á marknaðinum.
Harumframt fært tú eisini ábyrgdina fyri marknaðar-
føringini av Bygma Balslev.
Tú mást vænta ymsar arbeiðstíðir og nakrar langar dagar
av og á, og vit vænta at tú, við ágrýtni og góðum keyp-
mansskapi, tryggjar framhaldandi framgongd.
Best er um tú hevur hóskandi leiðsluroyndir/útbúgving, og
er stinn/ur í teldunýtslu.
Bygma Balslev kann bjóða tær eitt gott, trygt starv, við
góðum arbeiðsfeløgum, og góðum umstøðum annars.
Lønin verður ásett eftir avtalu.
Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum
skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og
viðmælum.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinastalagi 28.
september.
Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Bent á Lava
- bent@balslev.fo
Bygma Balslev • Vegurin Langi • 188 Hoyvík • tlf. 345000 • www.balslev.fo