fríggjadagur 18. september 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 178 - 18. september 2009
Tað sæst aftur í rá
fiska tølunu m hjá
Havsbrún, at svart
kjaftakvotan er mink
að, og at størri partur
av øðrum fiskasløgum
fer til matna
Fiskivinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tað hevur verið óvanliga
friðarligt á bryggjuni niðan
fyri virkið hjá Havsbrún í
Fuglafirði í ár. So friðarligt,
at vit skulu 18 ár aftur í
tíðina fyri at finna eitt ár, tá
virkið fekk minni rávøru
enn í ár.
Fyri bara fimm árum
síðani setti Havsbrún met,
tá virkið tók ímóti 330.000
tonsum av ráfiski og slógvi,
men síðani er nøgdin mink
að støðugt. Ein orsøk er, at
svartkjaftakvotan er skerd
nógv. Harafturat eru skip
farin at fiska ein størri part
av øðrum fiski til matna,
sam stundis sum einstøk
skip viðgera fiskin umborð.
Alt hetta gjørdi, at í fjør
fekk
Havsbrún
205.000
tons, og í ár kemur nøgdin
neyvan langt upp um tey
100.000 tonsini. Og tann
víkjandi svartkjafturin ger,
at sambært stjóranum eru
útlitini ikki tey bestu.
Nei, vit vænta at fáa upp
aftur minni fisk næsta ár og
enn minni í 2011, sigur
Bergur Poulsen við Sosialin.
Hava repað
Burtursæð frá stórum tapi
upp
á
alivinnuna
fyri
nøkrum árum síðani, tá
Havsbrún
misti
nógvar
milli ónir krónur, hevur fe
lagið altíð havt svørt tøl á
niðastu reglu í rokn skap
inum, og hóast rávørunøgd
in er minkað sera nógv,
hev ur stjórin vónir um, at
tey niðastu tølini í rokn
skapinum fyri arið í ár vera
røttu megin nullið.
Alivinnan hevur fram
vegis alstóran týdning fyri
raksturin. Havsbrún var tað
fyrsta fiskamjøl og lýsi
virki í heiminum, sum fór
undir at gera alifóður, og í ár
fer virkið ætlandi at fram
leiða millum 65.000 og
70.000 tons av alifóðuri.
Men nú virkið fær munandi
minni fisk enn fyrr, noyðist
tað at innflyta fiskamjøl til
fóðurframleiðsluna. Í fjør
innflutti virkið 10 prosent
av tí mjølinum, sum fór til
fóður, men í ár verður um
leið ein triðingur inn flutt.
Tað er klárt, at vit for
vinna minni enn fyrr, men
vit hava lagað raksturin
eftir teimum broyttu um
støðunum, og tað fara vit
framhaldandi at gera. Tí
havi eg eisini í ár vón um
eitt lítið avlop, sigur Bergur
Poulsen.
Írar við havgølti
Í vikuni hava tvey írsk skip verið á Fuglafirði og landað
tilsamans 3.000 tons av fiska slagnum hav gølti. Hetta er eitt
fiska slag, sum skipini fáa á einari leið í út synning úr Írlandi,
men sum føroysk skip eisini hava fingið aðrastaðni sunn
anfyri. At írar landa fiskin í Fugla firði kemst av, at Havs brún
er við í einari menn ing arverkætlan. Enda málið við verk
ætlanini er at kanna, hvussu stórurin stovn urin av hav gølti er,
hvussu nógv kann fiskast, og hvussu fiskurin skal handfarast.
Av Havsbrún verður sagt, at havgøltur minnir um rossamakrel
er heldur trupul at handfara og minnir í so máta um rossa
makrel. Írsku skipini fáa um eina krónu fyri kilo av havgølti.
Havsbrún ikki fingið so lítlan fisk síðani 1991
Havsbrún fær nógv minni fisk í ár enn undanfarin ár, og
nøgdin verður uppaftur minni tey næstu árini
157 túsund krónur
kostaði tænastuferðin
hjá Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í
uttanríkismálum, og
tveimum tænastu
monnum til fýra
smátjóðir
Ferðing
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Seinast í august og fyrst í
hesum
mánaðinum
var
landsstýrismaðurin í uttan
ríkismálum, Jørgen Nicla
sen, saman við Hákun J.
Djurhuus og Jóannes V.
Hansen, á tænastuferð í
fýra ymiskum smátjóðum.
Tær smátjóðirnar vóru
Liktinstein, Andorra, San
Marino og Luksemborg.
Ørindini
vóru
at
hitta
starvs felagar
landstýris
man sins í uttanríkismálum
og á fundum teirra millum
at umrøða støðu smátjóða í
Evropa mótvegis ES.
Farið varð úr Føroyum
mikudagin 26. august og
komið var heimaftur til
Før oyar týsdagin 8. sep
tember.
Í sama tíðarskeiði hevði
landsstýrismaðurin í uttan
ríkismálum eisini onnur
arbeiðsørindi í útlondum,
og tí eru partar av ferða
útreiðslunum tengd at teim
um ørindunum, upplýsir
Uttanríkisráðið.
Flogið varð ur Føroyum
til Keypmannahavnar og
haðani til Zurich, har gist
var á hotelli. Úr Zurich var
flogið til Barcelona og gist
var á hotelli í Andorra. Úr
Barcelona var flogið til
Rimini og gist var á hotelli
í San Marino. Úr Rimini
gekk leiðin til Wien, og úr
Wien víðari til Luksemborg,
har gist var á hotelli. Úr
Luksemborg varð ferðast til
Brússel, har onnur arbeiðs
ørindi vóru, og haðani var
flogið til Keypmannahavnar
og víðari til Føroyar.
Samlaði kostnaðurin fyri
tænastuferðina hjá lands
stýrismanninum í uttan
ríkismálum og hinum báð
um í fylginum vóru sam
bært teimum tølum, Utt
anríkisráðið
hevur
latið
okkum, fyri ferð, uppihald,
dagpengar,
luttakaragjøld
og annað, 157.767 krónur.
Umráðandi at
knýta sambond
Uttanríkisráðið segði mill
um annað soleiðis í tíð
indabrævi eftir ferðina.
Endamálið við fundunum
var at umrøða felags av
bjóðingarnar, sum Føroyar
og hesar smátjóðir hava í
mun til ES og teirra evropa
politikk.
Eg haldi, at tað er sera
týðandi fyri framtíðarstøðu
Føroya í Evropu, at vit hava
tikið upp samband við hesar
smátjóðir á fyrsta sinni.
Hóast londini á mongum
økj um eru ymisk, hava vit
eisini líkheitir. Liktinstein,
San Marino og Andorra eru
øll uttanfyri ES, og tey
ynskja framhaldandi at vera
uttanfyri ES, sigur Jørgen
Niclasen
Jørgen Niclasen sigur
víðari, at tey hava tó tað til
felags við okkum, at tey
ynskja tættari samstarv við
ES, eitt nú um tey fýra
frælsini. Sjálvur haldi eg, at
smátjóðirnar kunnu læra av
royndunum hvør hjá øðrum
og við at hava dialog okkara
millum, kunnu vit eisini
taka lut í kjakinum í Brússel
um framtíðarstøðuna hjá
smátjóðum
í
evropiska
bygn aðinum.
Londini hava avtalað at
halda tættari samband, eis
ini var umrøtt at halda eina
ráðstevnu um hetta í Før
oyum til várs.
Á fundunum hava uttan
ríkisráðharrarnir
eisini
umrøtt um hvørvis spurn ing
ar og tvískattasáttmálar. Øll
londini hava stóran áhuga í
at fáa í lag tvískattasáttmálar
við Føroyar, og samráðingar
um hetta eru við Fíggjar
málaráðið.
Kenna framvegis kreppuna
Fyri nøkrum døgum síðani segði amerikanski tjóðbankastjórin, Ben
Bernanke, at búskaparkreppan er komin á botn í USA, og at skjótt
fer vend at koma í. Men nógv teir flestu amerikanararnir hava ilt við
at síggja nakran bata. Tað sæst í einari kanning, sum sjónvarpsstøðin
CNN hevur latið gera. Har siga 13 prosent, at bankastjórin hevur
rætt, men heili 86 prosent siga, at kreppan er ikki av í USA enn.
Níggju prosent av teimum spurdu siga, at teirra fíggjarstøða er
batnað´tað seinasta árið, 52 prosent siga, at støðan er óbroytt, og 39
prosent siga, at hon er versnað.
157 túsund fyri
uttanlandsferð
Samlaði kostnaðurin fyri tænastuferðina hjá trimum umboðum úr Uttanríkisráðnum til fýra
smátjóðir kostaði 157 túsund krónur vísa skjøl, ið Sosialurin hevur fingið innlit í. (Myndin tikin
í øðrum samanhangi)