Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 178 - 18. september 2009 Bæði tinglimir í samgongu og í and­støðu kallaðu hann bakbítara, ósmakligan, skitnan og óreinan, tá ið hann spurd­i Rósu Samuelsen um synd­abukkar Syndabukkar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hans Pauli Strøm Løgtings­ mað­ur kom í rættiligt ódna­ veð­ur í Løgtinginum miku­ dagin. Hann spurdi Rósu Samu­ elsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvat hon heldur um, at Almannastovan og að­rir stovnar undir almannaverkinum, eru blivnir syndabukkar fyri tær óhepnu avleið­ingar av einum politikki, sum hon hevur ábyrgdina av. Hann sipað­i til ákoyring­ arnar, sum nú hava verið­ á almannaverkið­ í eina tíð­ og hann helt, at Rósa Samuel­ sen hevur havt lyndi til tváa sínar hendur og at kasta skyldina yvir á Almanna­ stovuna og að­rar almennar stovnar. Serliga skipað­i hann til eina yvirskrift í Dimmalætt­ ing, har yvirskrift yvir sam­ røð­u við­ Rósu Samuelsen var, at Almannastovan eigur apuna í einum ávísum máli. Rósa Samuelsen segð­i, at ongin ivi skuldi vera um, at hon tók ábyrgdina av førda politikkinum. Hon segð­i, at hon var hørm um, at hon var endur­ givin í fjølmið­lunum fyri at hava sagt sína hugsan um ávís mál, tí tað­ hevð­i hon aldrin gjørt. Men hinvegin tók hon tað­ í størsta álvara, at Hans Pauli Strøm sáddi iva um vilja hennara til at taka ábyrgdina yvir tær politisku gerð­irnar. Hon legð­i afturat, at hon var rættiliga hørm um at fáa ein slíkan spurning, tí við­ hesum sáar Hans Pauli Strøm alment iva um henn­ ara trúvirð­ið­, sum landsstýr­ iskvinna. Flóðalda av skolum Men Landsstýriskvinnan var ikki einsamøll um at finnast at Hans Paula Strøm, tí hann fekk eina heila flóð­aldu av skolum oman yvir seg, har politik­ arar úr bæð­i samgongu og andstøð­u komu kropp av kroppi og skuldsettu hann fyri bakbíting, fyri at vera tvitin, óreinur og ósmaklig­ ur, fyri undanstøkking og fyri at vaska sær um hend­ urnar. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum helt, at framferð­in hjá Hans Paula Strøm er ikki fremj­ andi fyri samstarvið­ í sam­ gonguni. Hann vísti eisini á, at Javnað­arflokkurin átti avgjørt sín leiklut í teimum politisku avgerð­um, sum eru tiknar, tí øll umboð­ hjá Javnað­arflokkinum í Løg­ tinginum hava atkvøtt fyri teimum uppskotum, sum eru løgd fram. Jaspur Vang úr Sambands­ flokkinum helt, at fram­ ferð­in hjá Hans Paula Strøm er ómanslig og ógvuliga lít­ ið­ álitisvekjandi. Hann legð­i dent á, at Hans Pauli Strøm hevð­i sjálvur verið­ landsstýrismað­ur og hevð­i sostatt verið­ við­ at seta allan politikkin út í kortið­, sum hann nú roynir at snúgva sær undan. Stuðul úr andstøðuni Eisini Høgni Hoydal, Berg­ tóra H. Joensen og Bjørt Samuelsen úr Tjóð­veldi, kallað­u framferð­ina hjá Hans Paula Strøm óreina, ósmakliga og óvirð­iliga tí hann hevur sjálvur verið­ við­ til at samtykt hesi mál­ ini á landsstýrisfundi, sum hava elvt til óhepnar avleið­­ ingar. Tey vístu eisini á, at tað­ var fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jóannesi Eidesgaard, ið­ er partamað­ur hjá Hans Paula Strøm, sum ásett karmarnar. Tí var tað­ ”ikki til at halda út at hoyra hann nú”, sum tikið­ varð­ til. Bjørn Kalsø úr Sambands­ flokkinum kallað­i Hans Paula Strøm fyri tvitnan tá ið­ hann nú svertað­i Rósu Samuelsen, Tí hann segð­i, at hon sat eftir við­ eini suppu at taka upp eftir Hans Paula Strøm og onnur. Má fáa stuðul Hans Pauli Strøm svarað­i ikki beinleið­is upp á allar hesar skolurnar, tí hann segð­i, at hetta snúð­i seg um hansara persón og ikki um málið­. Men hann vónað­i, at tað­ var rætt, at Rósa Samuelsen var skeivt endurgivin, tí hann kundi ikki liva við­, at Almannastovan fekk skyld­ ina av teimum avleið­ingum, sum førdi poltikkkurin elvdi til. Hann helt, at Almannatov­ an hevur ikki havt neyð­ugu politiska stuð­ulin frá lands­ stýriskvinnuni og Men hesum vísti Rósa Samuelsen stað­iliga aftur, tí hon setir ikki spurnartekin við­ arbeið­ið­ hjá Almanna­ stovuni. Hans Pauli Strøm húðflettur í tinginum Hans Pauli Strøm fekk av at vita í Løgtinginum í gjár og orðavalið var so hvast sum vit sjáldan áður hava hoyrt átað landsins tignarligasta røðarapalli Kreppan selir Með­an flestu flogfeløg kæra sína neyð­ orsakað­ av kreppuni, gongur tað­ væl hjá íslendska felagnum Icelandair. Talsmað­ur­ in hjá felagnum, Guð­jón Arngrímsson, sigur við­ Morgun­ blað­ið­, at kreppan hevur gjørt, at munandi færri íslendingar fara av landinum at ferð­ast. Minkingin er um 17 prosent, men hinvegin hevur kreppan eisini gjørt, at fleiri útlendingar koma til Íslands. Tað­ kemst fyrst og fremst av, at krónan er fallin nógv, og at tað­ tí er vorð­ið­ bíligt at ferð­ast í Íslandi. Guð­jón Arngrímsson sigur, at í dag eru millum 70 og 80 prosent av ferð­afólkunum hjá Icelandair útlendingar. Endurgjald fyri dálking Nú er líkt til, at umleið­ 30.000 fólk í afrikanska landinum Fílabeinsstrondini fáa endurgjald frá altjóð­a oljufelagnum Trafigura, og harvið­ fær ein av heimsins ringastu dálkingar­ gølum ein enda. Gølan byrjað­i, tá skipið­ Probo Koala legð­i fult av eitrandi burturkasti upp á land í býnum Abidjan á heysti í 2006. Stutt eftir gjørdust fleiri túsund fólk í býnum sjúk, og síð­ani hava tey stríð­st við­ at fáa endurgjald frá olju­ felagnum. Nú hevur felagið­ endiliga játtað­ at rinda. Talið­ er ikki nevnt, men sakførarin hjá teimum sjúku sigur, at hann er væl nøgdur.