Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 178 - 18. september 2009 Bumba drap 36 Umleið 30 fólk doyðu, tá ein sterk bumba brast í tí lítla býnum Ustarzai í útnyrðingspartinum av Pakistan í morgun. Løgreglan í býnum sigur, at bumban lá í einum vøruvogni, sum stóð á einum sølutorgi í býnum. Ein talsmaður fyri løgregluna segði við Reuters-tíðindastovuna fyrrapartin, at bumban hevði kravt millum 25 og 30 mannalív. Tað eru yvirhøvur sjiamuslimar, sum búgva í Ustarzai, og eygleiðarar siga, at bumban kann hava samband við stríðið ímillum teir ymsu muslimsku trúarbólkarnar. Meiri havísur í ár Kanningar vísa nú, at havísurin í økinum kring Norðpólin minkaði ikki so nógv í summar, sum vísindafólk høvdu roknað við. Sambært teimum nýggju kanningunum var økið við havísi 5,1 milliónir ferkilometrar tann 10. september ella umleið eina millión ferkilometrar størri enn um sama mundið í 2007 og í fjør. Vísindafólk á lærda háskúlanum í Colorado, sum hava gjørt kanningarnar, siga, at luftin í økinum kring Norðpólin hevur verið kaldari í ár enn í fjør. Ein av vísindamonnunum, Walt Meier, sigur vbið BBC, at enn er tó ov tíðliga at siga, um árið í ár er nakað serstakt, ella um broytingin í hitalagnum er steðgað. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum átalar harðliga, at Uttanríkisráðið hevur sett fýra deild­ arstjórar uttan at lýsa størvini leys, og uttan at nýggju stjórastørvini eru flokkað. Sambært løgfrøðingum hevur Uttanríkisráðið ikki borið seg ólógliga at, men Lønardeildin arbeiðir við nýggjum leiðreglum, sum skulu endurskoða setanirnar StarvSSetanir Heini í Skorini og Eirikur í Jákupsstovu Heini_skorini@yahoo.com eij@sosialurin.fo “Lønardeildin skal harðliga átala, at Uttanríkisráðið ikki hevur lýst størvini leys og skal tí heita á ráðið um at fáa hetta í rættlag”. Hetta stendur at lesa í skrivi, sum Lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum hevur sent Uttanríkisráðnum tann 11. februar í ár. Fríggja- morgunin fekk Sosialurin alment innlit í ávís setanar- viðurskifti í Uttanríkis- ráðnum, sum søkt varð um 4. mars. Her framgongur, at Uttanríkisráðið breyt gald- andi siðvenju og tann almenna setanarpolitikkin, tá ráðið skuldi seta fýra nýggjar deildarstjórar. Súsanna Nolsøe á Lønar- deildini er greið, tá hon verður biðin um at útgreina atfinningarnar mótvegis Uttanríkisráðnum. - Í fyrstu atløgu eru hesi størvini ikki lýst leys, og tað er í stríð við almenna set- anarpolitikkin. Í aðru atløgu hevur Lønardeildin heldur ikki flokkað hesi størv í lønarbólkar, áðrenn størvini vórðu sett, og tað er eisini í stríð við galdandi reglur, sigur Súsanna Nolsøe. Við øðrum orðum hevur Uttanríkisráðið sett fýra deildarstjórar og bólka teir í 37. lønarflokki, sum er ein mánaðarløn á góðar 43.000 krónur, uttan at Fíggjarmála- ráðið hevur góðkent hetta. Greiðari mannagongdir Á Lønardeildini í Fíggjar- málaráðnum meta tey, at inflasjón er komið í talið av deildarstjórum, og tað økir munandi um samlaðu lønar- útreiðslurnar. Í sama skrivi frá februar áleggur Lønar- deildin Uttanríkisráðnum um at rætta tey mistøk, sum Uttanríkisráðið hevur gjørt. Spurd, um hesi mistøk eru rættað, sigur Súsanna Nolsøe, at bólturin í løtuni liggur á Lønardeildini. - Vit arbeiða í løtuni við at orða greiðar mannagongd- ir fyri, nær eitt starv livir upp til heitið “deildarstjóri”, og nær ein postur ber tann lønarflokkin, sum deildar- stjórar í miðfyrisitingini sambært galdandi sáttmála fáa. Hetta arbeiðið verður liðugt í nærmastu framtíð, og tá fær Uttanríkisráðið nærri boð frá okkum, greið- ir Súsanna Nolsøe frá. Við øðrum orðum eru teir fýra deildarstjórarnir í Tinga- nesi framvegis eitt óavgreitt mál. Tá nýggju leiðreglurnar fyriliggja, skulu størvini aft- ur til viðgerðar, og tá skulu áðurnevndu mistøk eisini rættast. - Lønardeildin hevur onga heimild til at blanda seg í interna bygnaðin í ein- um aðalráði. Men vit kunnu blanda okkum í teir lønar- flokkar, sum starvsfólkini eru bólkaði eftir, og tað er tað, sum í nærmastu framtíð skal endurskoðast. Tá Uttanríkisráðið varð sett á stovn í februar 2008, vóru einans tvær deildir og tveir deildarstjórar. Síðani varð talið økt upp í fimm deildir, hóast einans fimtan fólk starvaðust í ráðnum, og eftir at Samvit varð lagt undir Uttanríkisráðið fyrr í ár, fór talið upp í seks deildir. Sambært skrivi hjá fyribils setta aðalstjóranum, Herlufi Sigvaldssyni, starv- ast í dag 34 fólk í ráðnum, og tá eru útlendsku sendi- stovurnar ikki taldar við. Ikki ólógligt Hóast Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum staðfest- ir, at Uttanríkisráðið setir mannagongdir til viks, so er framferðin sambært advokat- um ikki beinleiðis ólóglig. Bæði Anfinn V. Hansen, sum hevur gjørt arbeiði fyri Uttanríkisráðið, og Bjørn á Heygum, sum Sosialurin hevur verið í samband við, vísa á, at orðingarnar í lógini um starvssetanir ikki eru nóg sterkar til at gera framferðina ólógliga. - Í lógini stendur ikki, at størv “skulu” lýsast leys, men at tey “eiga” at lýsast leys, tá setanir fara fram. Tað er ein ov bleyt orðing til, at framferðin kann metast at vera ólóglig, sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Heim í stjórasess Í samskiftinum, sum Uttan- ríkisráðið hevur havt við Landsgrannskoðanina, sum ráðið fyrr hevur drálað við at lata innlit í, kemur eisini fram, at tvær nýggjar deildir vórðu settar á stovn, so tað nú vóru fýra deildir í Uttan- ríkisráðnum. Hetta hendi átta dagar áðrenn tveir sendi- menn vendu heim aftur á klettarnar. Hesi sendimenn komu beint í tvey av hesum fýra deíldarstjórastørvum, sum ikki vórðu lýst leys. Hetta var á heysti 2008, tá Uttanríkisráðið framvegis hevði eini 15 starvsfólk. Tó endaðu sendimenninir ikki í nýggju deildunum í Uttanríkisráðnum, men í størvum, sum nú vóru leys, tí ein deildarstjóri bleiv fyri- bils settur aðalstjóri, og hin fór av landinum sum sendi- maður. Teir báðir nýggju sessirnir sum deildarstjórar vórðu mannaðir av fólkum úr øðr- um ráðum. Uttanríkisráðið setir mannagongdir til viks Uttanríkisráðið setti vanligar mannagongdir sambært almenna setanarpolitikkinum til viks, tá fýra nýggir deildarstjórar vórðu settir. Størvini vórðu ongantíð lýst leys, og lønarflokkarnir vóru ongantíð viðgjørdir á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum Tilgjørd mynd