Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 178 - 18. september 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Peace One Day – eitt gott tiltak Eftir at Berlinmúrurin at Kalda kríggið varð av, hildu mong, at friðurin í heiminum varð tryggjað- ur. Men soleiðis varð ikki, og heimurin er framvegis eyðkendur av kríggj, ófriði, spenningum og yvir- gangi - neyð og armóð. Nógv fólk um heimin hava ásannað, at hetta óskil kann ikki halda fram í allar ævir og tí hava vit fingið ein hóp av friðarrørslum, sum á friðarligan og demokratiskan hátt royna at virka fyri friði á jørð. Her er yvirhøvur talan um heilt vanlig fólk, sum taka seg saman, men vit hava eisini nógv dømi um mætar menn og kvinnur, sum íðin virka fyri friði og linna, eru tey nevnd so eru tey kend. Ein av teimum mongu, sum royna at virka fyri friði er bretski filmsmaðurin, Jeremy Gilley,sum fyri nøkrum árum síðani fekk tað frálíka hugskot at lýsa ein einstakan dag sum heimsins friðardag. Á hesum degi skuldu allir stríðandi partar halda vápnahvíld og alt stríð skuldi halda uppat hendan eina dagin. Stigtakarin arbeiddi saman við mongum øðrum, serstakliga lesandi, íðin við øllum sínum kontaktum og netverkum við sínum góða hugskoti. Tann 7. september 2001 komu Gilley og hjálparfólk hansara fyribils á mál við tað, at ST aðalfundurin hendan dagin tók undir við hugskotinum og einmælt lýsti 21. september sum alheims friðardag. ST aðalfundurin heitti á allar stríðandi partar um framyvir at binda frið, ikki at nýta vald og harðskap og at umhugsa støðuna í heiminum hendan dag. Síðan hevur verið virkað til tess at fáa almenningin at taka undir við alheims friðardegnum. Væl hevur gingist við tiltakinum, ið serstakliga hevur fingið undirtøku í tónleikaumhvørvum. Skipað hevur verið fyri stórum konsertum til tess at sera fokus á evni og at savna pening inn til friðar- og hjálpararbeiði. Á tiltøkunum fáa áhoyrarnir tilfar um friðararbeiði og hópur av kendum fólki standa fram og lýsa teirra stuðul til Pece One day, ið er vorðið eitt ST tiltak. Millum teirra, sum alment stuðla Peace One day eru Mandela, Kofi Annan, Ban Kee Moon, Mary Robertson, Shimon Perz, Abu Moussa, Oscar Arias, Dalai Lama og mong onnur. Peace One Day verður nú eisini heildin í Føroyum, og tað fegnast vit stórliga um. Leygarkvøldið verður eitt tiltak við áhugaverdari skrá í Sjónleikar- húsinum, sum ungdómsmiðilin Mess hevur tikið stig til, meðan sjálvur dagurin verður mánadagin. Føroyingar hava, meðan Kalda kríggið var sum harðast, havt friðarrørslur, Kvinnur Fyri Friði og Fólk Fyri Friði, ið gjørdu eitt dygdargott arbeiði til tess at upplýsa og skapa fatan fyri linna og avvápnað. Hesar rørslur savnaðu hópin av fólki til fundar, konsertir og til friðargongur, sum vístu umheiminum, at føroyingar sum flestu heimsins tjóðir eru friðarfólk. Vit hava sostatt eina drúgva og virðiliga siðvenju fyri friðararbeiði. Tíðin eftir, at Kalda kríggið var av, hevur víst, at friður á jørð kemur ikki av sær sjálvum. Virkast má staðiliga fyri friði á øllum stigum til eina og hvørja tíð. Peace One day er tí eitt sera gott tiltak, sum vit mæla øllum til at stuðla. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Niðurstøðan av metingini hjá Almannastovuni var frá byrjan, at uppihaldið skuldi leingjast skúlaárið út. Almannastovan heldur ikki, at vit kunnu for­ svara framhaldandi at senda børn og ung av landinum. Tí mugu vit her á landi menna tær van­ligu og serligu skipanirnar, sum varða av børnum og ungum við serligum tørvi. Fleiri misskiljingar og feilir hava verið í teirri skriving, sum seinastu tíðina hevur verið í Dimmalætting, um børn og ung, sum hava uppihald á stovni í Danmark. Við hesum fara vit at gera nakrar rættleið­ ingar og viðmerkingar til tað, sum er komið fram. Onki barn heim í úrtíð Til at byrja við skal viðmerkj­ ast, at tað er við ringum tanna­ biti, at Almannastovan í førum sær seg noyddan til at viðmæla, at børn og ung fara á stovn í Danmark. Eitt afturvendandi uppáhald í skrivingini hevur verið, at Almannastovan hevur avgjørt at taka fleiri ung heim í úrtíð, mitt í einum skúlaári. Hetta má Almannastovan afturvísa. Vit hava mælt landsstýriskvinnuni til at framleingja øll uppihald hjá ungum á donskum stovni við tilknýttari skúlagongd. Í tí eina førinum ynskti lands­ stýriskvinnan tó, at kannast skuldi enn einaferð, um hósk­ andi tilboð var til drongin í Føroyum, áðrenn hon tók støðu. Tí bleiv uppihaldið í fyrstu atløgu bara longt til 1. oktober, meðan Almannastovan kannaði hjá skúlaverkinum, um serligt skúlatilboð til ung við ADHD og bútilboð á næmingaheimi kundi útvegast. Svar kom frá skúlaverkinum fyri nøkrum døgum síðan. Niðurstøðan varð, at drongurin vegna aldur ikki passaði so væl inn í tann bólkin, sum skuldi byrja í nýggja ADHD­serflokkinum. Upplýst varð eisini, at Næmingaheimið bara er ætlað ungum, sum ganga á Skúlanum á Trøðni. Landsstýriskvinnan boðaði sama dag Almannastovuni frá, at tilmælið hjá Almannastovuni frá juni mánaða um, at játta uppihald í Danmark eitt skúlaár aftrat, var gingið á møti. Annars hevur Almannastovan í ár steðgað stovnsuppihaldi í Danmark hjá trimum ungum, sum hava varandi tørv á bú­ og virknistilboði. Nærverkið hevur nú nøktandi tilboð til teirra. Avgerðirnar eru tiknar í samráð við familjuna. Hvør er uppgávan hjá Almannastovuni? Misskiljingar sýnast at valda, tá tað kemur til uppgávuna hjá Almannastovuni í hesum høpi. Almannastovan kemur bara inn í slík mál, tá vanligu skipanir­ nar rundanum tann unga ikki virka nøktandi í mun til tørvin hjá viðkomandi og ongi tilboð eru í hesum samfelag, sum kunnu hjálpa barninum. T.v.s. tá familjur og børn hava fingið sosialar trupulleikar av, at barnið ikki gongur í skúla og ongin serskúli, ráðgevingar­ og viðgerðarstovnur er, sum kunnu hjálpa barninum og familjuni. Almannastovan roynir í fyrstu atløgu at hjálpa við at fáa vanligu skipanirnar at virka soleiðis, at barnið kann trívast. Tá tað ikki eyðnast, er tað upp­ gávan at tryggja, at tað til­ boðið, sum barnið fær, er ført fyri at stuðla og menna barnið til eitt betri lív. Almannastovan skal sostatt ikki gera pedagog­ iskar "handliplanir" inni á teimum donsku viðgerðarstovn­ unumm ella serskúlunum. Tað eru tey sjálvi ekspertar í. Sosialfakligi førleikin Í skriving, sum hevur verið seinastu tíðina og fyrr í vár, hava kreftir verið frammi, sum hava roynt at sáa iva um fakliga før­ leikan hjá Almannastovuni at útinna sítt virksemi. Spurnartek­ in er sett við, um stovnurin er førur fyri at gera eitt nú tær metingar, sum skulu til fyri at seta í verk sosialar hjálparfyri­ skipanir. Tað er altíð gott og konstruk­ tivt at kjakast um okkara vælferð­ arskipanir, umsitingina av teim­ um, hvussu tær virka og um ábøt­ ur eru neyðugar. Vit kundu tó ynskt okkum, at kjakið var meiri sakligt og fakliga undirbygt. Almannastovan ivast ikki í, at okkara starvsfólk hava fakligan og persónligan førleika at umsita sosiallóggávuna, at tey gera eitt dygdargott sosialt arbeiði og umsita lógirnar rætt og skynsamt. Starvsfólkini, sum sita við kjarnu­ uppgávunum, hava útbúgving í sosialari ráðgeving og málsvið­ gerð, ella hava holla skrivstovu­ útbúgving. Harumframt eru fólk í starvi, sum hava hægri útbúgv­ ingar innan løgfrøði, sálarfrøði, læknafrøði, samfelagsfrøði, fíggjarfrøði vm. Ein stórur partur av starvsfólkunum hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan almanna­ økið. Hetta ger Almannastovuna til ein sterkan stovn at sita fyri almannaøkinum. Almannastovan hevur heldur ikki grund til at ivast í dygdini og trúvirðinum í frágreiðingum og kanningum frá serkønum uttanífrá, herundir frá læknum, sálarfrøðingum o.ø., sum liggja til grund fyri okkara ráðgeving, fakligu metingum og avgerð­ um. Hagtølini hjá Kærustovni­ num tala fyri seg. Talið av av­ gerðum, sum vera broyttar av kærunevndini í almannamálum er lágt og støðugt minkandi. Kunnu vit forsvara at senda børn av landinum? Tá tað yvirhøvur kemur fyri, at børn og ung fara á serstovn uttanlands, er orsøkin, at onki nøktandi tilboð er í Føroyum, ið kann hjálpa teimum – og familjuni – at menna seg og læra at liva við sínum trupul­ leikum. Vit tosa um børn og ung, sum kunnu hava djúptøkn­ ar psyko­sosialar trupulleikar. Eitt nú við uppruna í breki sum t.d. ADHD ella Asberger syndrom. Tað er eftir okkara tykki at leggja stein omaná byrðu, at tey ungu, útyvir tungar persónligar trupulleikar, eisini skulu stríðast við at tillaga seg annað mál og aðra mentan langt burturi frá tí um­ hvørvi, tey eru uppvaksin í. Eitt danskt viðgerðar­/skúla­ tilboð er og verður tí altíð ein neyðloysn. Vit mugu handla Okkara samfelag hevur ein grundleggjandi trupulleika, tá vit framvegis eru noydd til at senda okkara ungu við ADHD­ trupulleikum, sálarsjúku ella menningartarni av landinum. At tað yvirhøvur kemur so vítt, at ung og teirra familjur fáa so tungar sosialar og persónligar trupulleikar orsakað av breki barnsins, sigur okkum, at tær skipanir, sum varða av børnum og ungum í okkara samfelag, ikki megna sína uppgávu. Skip­ anirnar á námsliga, heilsuliga og sosiala økinum mugu styrkj­ ast og mennast, so okkara børn við sertørvi kunnu fáa ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar. Skulu vit koma okkum burt­ urúr verandi støðu, er neyðugt at menna sernámsfrøðiligu ráðgevingina, so hon røkkur út til familjur, barnagarðar, skúlar og onnur, ið varða av barni­ num. Fólkaskúlin má fáa umstøður at menna náms­ frøðiliga førleikan og skapa rúm og umstøður, soleiðis at børn við serligum tørvi koma at trívast og mennast. Sosial­ pedagogiskt viðgerðar­ og skúlatilboð má gerast innan skúla­ ella nærverk til ung við ADHD/Damp vm. Ung sein­ ment og lættari menningar­ tarnað mugu fáa eftirskúlatil­ boð, har tey fáa ment seg til eina so sjálvstøðuga og virkna vaksnamanna tilveru sum til ber. Og brúk er ivaleyst fyri sosialpsykiatriskum bú­ og viðgerðarstovni í tilknýti til barna­ og ungdómspsykiatriina fyri børn og ung, ið hava djúp­ tøknar sálarligar trupulleikar ella sálarsjúkur. Heldur enn at kanalisera pengar til danskar stovnar, átti peningurin at verði brúktur til fyriskipanir, sum bøta um støðuna hjá børnum og ungum við serligum tørvi og samstund­ is er við til at skapa arbeiði og fakliga menning her á landi. Rættingar til skriving um ung á stovni í Danmark stjóri PEtrA JoHNSdóttIr JoENSEN