Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 | vikuskifti | 18. september 2009 | 83. árgangur Vikuskifti Í hesi vikuni kom út tvífløgan Perlur. Á fløguni eru 38 sangir og løg við Svenn Brimheim, Hermanni Jacob­ sen, Brandi Øssurs syni, Guðna Agnari Hermansen og Ad Libitum FLØGUÚTGÁVA Tey, sum hava skil fyri føroyskum tónleiki og eru komin eitt sindur upp í árini, kenna beinanvegin gittarspælið hjá Svenn Brimheim. Svenn hevði ein serligan hátt at spæla upp á gittar ella ein serligan gittarstíl. Sonne Smith nevnir í bókini um »Kaggan« akkordir hansara »Svenn Brimheim–akkordir, og at hann er gávaður við einum óvanliga fínum sansi fyri harmonium«. Hetta kemur eisini fram á útgávuni, har vit fáa eitt fjølbroytt úrval av tónleiki líka frá jazzi til vísutónleik. Jazztónleikur á fyrru fløguni Á fyrru fløguni er jazztónleikur við teimum trimum Svenn Brim heim, Brandi Øssurssyni og Guðna Agnari Hermansen, ið spæla nakrar jazzklassikarar. Upptøkurnar eru frá 1980-árum. Talan er um beinleiðis upptøkur, ið Árni Conradsson gjørdi. Miðskeiðis í sjeytiárum fóru Svenn og Brandur at spæla jazztónleik saman. Teir sam- starvaðu fyrst sum duo, og tað hóvaði teimum báðum væl. Teir dugdu ein hóp av jazzløgum uttanat, og við tí sum grundarlag lá væl fyri at spæla saman, soleiðis at rúm varð fyri báðum ljóðførum. Móti endanum á sjeytiárum og fimm ár fram arbeiddu teir báðir enn meira saman í nýstovnaða jazzbólkinum SEPTETTIN. Tað er frá hesum tíðarskeiðinum, at upptøkurnar stava. Blues-, country-, fólka- og vísusangur Fløgurnar eru ein blandingur av ymiskum tónleiki. Hon er í tveimum, her eru m.a. tveir góðir vinmenn hjá Svenn at hoyra. Tann fyrri er amerikumaðurin, David Margolin og hin seinni er Tvífløgan Perlur við Svenn Brimheim og vinfólki: »Svenn var gávaður við einum óvanliga fínum sansi fyri harmonium« Framhald á næstu síðu