Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 18 Nr. 178 • 18. september 2009 Hermann Jacobsen. Til at spæla undir hjá Hermanni er umframt Svenn Ad Libitum. Svenn Brimheim og David Margolin David og Svenn komu at kennast, tá ið David var í Føroyum í granskingarørindum. David, ið m.a. er útbúgvin fólkalívsfrøðingur, kom at kenna Svenn, og tað rann saman tónleikaliga teirra millum. Á hesi útgávu spæla teir saman og David einsamallur. Nøkur av løgunum eru klassikarar innan amerikanskan blues- og countrytónleik. Svenn og Hermann Teir vóru føddir í Havn í fjørutiárum. Svenn vaks upp í Revagarðinum og Hermann vaks upp í Sverrisgøtu. Teir báðir kendust frá barnsbeini, tí Hermann og familjan búðu undir somu lon sum Herluf og Masa. Masa var ommusystur Hermans, og Herluf var pápabeiggi Svenn. Eftir lokna skúlagongd fóru Svenn og Hermann út á VBV, Svenn leyk støddfrøðiligt studentsprógv og Hermann preliminerprógv, báðir í 1959. Meðan teir gingu úti á VBV, var »Tónleikarfelagið stovnað, og teir fóru upp í felagið. Serliga munnu Svenn og Hermann vera kendir frá V4, har teir spældu við á eini 100 táttum og vísum. Teir riggaðu ógvuliga væl saman tónleikaliga, Svenn við sínum góða gittara, og Hermann við síni góðu rødd, og hetta rann upp í eina hægri eind. Svenn og Hermann til Mentanarstevnuna úti á Læraraskúlanum Svenn og Hermann vóru ógvuliga virknir á tónleikaliga økinum frá 1969 til 1973. Framførslurnar fyrst í sjeytiárum umboða ta mest spennandi og virknastu tíðina í teirra samarbeiði. Um vit fyrst nevna fólkatónleik, so var byrjanin av sjeytiárum ein ógvuliga rík tíð, tá ið ræður um hetta slag av tónleiki í Føroyum. Millum annað tóku einstaklingar og felagsskapir stig til konsertir við fólkatónleiki bæði í Føroyum og hinum norðurlondunum. Á summum av hesum konsertum luttóku Lillebjørn Nilsson úr Noregi, Fred Åkerstrøm úr Svøríki, Sigriður Magnúsardóttir úr Íslandi. Til at umboða Føroyar á hesum stevnum vóru m.o. Svenn og Hermann. Ein konsert varð hildin úti á Læraraskúlanum á vetri í 1971. Árni Conradsson tók konsertina upp av sínum eintingum Til framførsluna sungu og spældu Hermann og Svenn 6 sangir. Hermann sang m.a. meistarliga »Fluguna« hjá Christiani Matras og »Der går en dans på Sunnanø« hjá Evert Taube. Tveir tættir eru eisini við frá Mentanarstevnuni úti á Læraraskúlahøllini, ein barnasangur hjá Simma, ein norsk vísa, og vísan hjá Mouritsi Mohr um »Jettu«. Árni Conradsson hevur tikið konsertina upp. Á Tvøroyri 1977 Árni tók eisini upp trý av løgunum, sum vórðu framførd til eina framførslu í 1977, ið varð hildin á Tvøroyri. Her tulkar Hermann svenska trubadurin Birger Sjöberg. Føroyingar, ið eru komnir so mikið til aldurs, munnu kenna sangin hjá Birger Sjöberg »Den första gang jag såg dig«. Men her hevur Hermann valt »Sig mig, du viskar i natten« og »Aftonstankar vid Fridas ruta«. Tað eru teir úr Ad Libitum, ið spæla tónleikin. Tann seinasta vísan, ið varð førd fram á Tvøroyri, er klassikarin »Omman« hjá Oskari Hermanssyni, ið vit eisini kenna frá plátuni hjá Hermanni við songum eftir m.a. Evert Taube, men á hesi útgávuni verður »Omman« framførd beinleiðis. Upptøkur í Kagganum Á útgávuni Perlur eru eisini tríggir tættir, tveir teirra eru eitt sindur staðkendir um fólk, ið høvdu tilknýti til Kaggan. Tann triði er ein kabaretttáttur frá sekstiárum um Sjálvstýrislandstýrið, har Hermann meistarliga hermir eftir Hákuni Djurhuus, Karsteni Hoydal og Erlendi Paturssyni. Tað er Svenn, ið spælir undir. Tað er Finn Jørgensen, ið hevur tikið upp. Perlur - beinleiðis upptøkur Upptøkurnar við Svenn Brimheim og vinfólki høvdu farið í gloymskunnar hav, um ikki Árni Conradsson og Finn Jørgensen vóru so framskygdir at taka upp tónleikin. Tøkk skulu tit hava, Árni og Finn! Tað er forlagið Glint, ið gevur tvífløguna út, Sára Finsdóttir hevur gjørt húsan, Árni Conrads- son og Finn Jørgensen hava tikið upp, Jóannes Jakobsen hevur margfaldað, Eilif Brimheim og Tórður Johannesarson hava lagt til rættis. David Margolin Hermann Jacobsen Svenn Brimheim