fríggjadagur 18. september 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 • 18. september 2009
Vikuskifti
20
– Tað eru nógv tekin um, at fleiri
ynskja meg út á eitt síðuspor í
løtuni.
Orðini eigur ein 39 ára gamal
sambandsmaður í einum horni
á kaféini Hvonn í Vágsbotni í
Havn. Hann sær ikki út sum nakar
stríðshani. Fyrrverandi fíggjar
málaráðharrin við eyðkenda
kóv boyslipsinum, sum frá mai
2007 og fram til løgtingsvalið
í januar 2008 sat á stóru
hornaskrivstovuni á ovastu hædd
í Albert Hall.
Útifrystur
Sum ein teymaleysur tarvur rann
búskaparfrøðingurin í Sam bands
flokkinum inn á polit iska vígvøllin
á sumri í 2007. Og sum heystið og
veturin leið, var maðurin komin
sær í opið stríð á fleiri hermótum.
Javnaðarfólk og fólkafloksfólk
skutu ótroyttiliga eftir Magna
Laksáfoss, sum sambært teim
um hevði destabiliserað ABC
skútuna. Øll Sandoyggin var á
gosi, tí maðurin var ímóti famøsa
undirsjóvartunlinum til Sand
oynna. Føroya Fiskimannafelag
rópti vei, tí maðurin vildi
pilka við sjómannafrádráttin.
Kommunusamskipan Føroya rópti
saman við Tórshavnar Kommunu
neyðarróp, tí maðurin vildi hava
ein felags útreiðslukarm fyri
land og kommunur fyri at tálma
samlaðu útreiðslunum. Ein ætlan,
sum sambært kommununum
eisini snúði seg um at skerja
teirra inntøkugrundarlag. Og vit
kundu hildið á...
Tvey ár seinni stendur Magni
Laksáfoss við rygginum ímóti
múrinum. Hóast 979 atkvøður
gjørdu hann til toppskjútta
á lista B á løgtingsvalinum í
januar 2008, so fekk Magni
einki pláss í landsstýrinum,
tá nýggj ABC samgonga varð
skipað í september í fjør, eftir at
CHEfarsan var farin í søguna.
Meðan Kaj Leo Johannesen,
Johan Dahl og Rósa Samuelsen
mynda Sambandsflokkin í
Tinga nesi, mátti Magni taka til
takkar við formanssessinum í
Mentanarnevndini og limaskapi í
Fíggjarnevndini.
Buldrið og brakið hevur eftir
øllum at døma havt sín prís. Og
Magni ásannar uttan at blunka,
at í løtuni er hann trýstur til síðis
av sínum egnu.
– Tað var natúrligt, at Sam
bandsflokkurin ikki fekk fíggjar
mál, tá semja var um, at vit fóru
eftir løgmanssessinum. Hesi
strategi tók eg undir við. Men tað
eru nógv tekin um, at fleiri ynskja
meg út á eitt síðuspor í løtuni,
sigur Magni Laksáfoss í dag.
»Kvaj« Leo
Tað var annars ein brølari av
teimum heilt komisku, sum slepti
tarvinum leysum. Tann 10. mai í
2007 vórðu forsíðurnar ruddaðar.
Stórtíðindi bórust um, at landið
hevði mist fíggjarmálaráðharran
Bárð Nielsen til føroyska oligarkin
í Íslandi, Jákup á Dul Jacobsen,
og hansara milliardaverkætlan
við navninum Stóratjørn. Ein
verkætlan, sum nú er tveitt á
øskudungan.
Sambandsformaðurin Kaj
Leo Johannesen bretti upp um
ermar og boðaði beinanvegin
frá, at hann sjálvur fór at stýra
landsins finansum. Men ólukkutíð
hevði Kaj Leo gloymt ta lítlu
detaljuna, at borgarstjórin í
Havn, Heðin Mortensen, var
næst ur á listanum og nú fór at
fáa sæti á tingi. Og tá Heðin
stutt frammanundan var rýmdur
úr flokkinum og vorðin partur
av Javnaðarflokkinum, eftir at
hann hevði lumpað Sambandið
og Fólkaflokkin í býráðnum í
Havn, sat Kaj Leo við skegginum í
postkassanum.
Í neyðini var ein búskapar
frøð ingur búsitandi í Hvalvík
hál aður úr ermuni. Og formaðurin
proklameraði í viðtalu við Dimmu,
at »vit hava fingið fatur á einum
tungvektara, sum kennir føroyska
búskapin so væl sum nakar«.
Ímóti skattalættanum
Frá fyrsta bríksli kom Magni
í fokus. Fyri summi var hann
eitt frískt og kærkomið lot í
eini stirvnari samgongu, hvørs
yvirornaða politiska prosjekt
var trupult at fáa eyga á. Og fyri
onnur var hann ein útfarandi og
óstýriligur landsstýrismaður, sum
ikki virdi samgonguskjalið, og
sum ikki dugdi at rógva í takt.
Longu áðrenn hann bleiv
lands stýrismaður, hevði Magni
alment kritiserað partar av
búskaparpolitikkinum hjá ABC,
fyrst og fremst skattalættan, sum
hann sjálvur hevði verið við til
at mynda sum ráðgevi á heysti í
2003. Tí mátti hann í viðtalu við
fjølmiðlarnar undirstrika, at hann
virdi fyriliggjandi samgonguskjal.
Men avbjóðingin at balansera
ímillum egnar sannføringar og
eitt samgonguskjal, sum ikki
heilt passaði inn í hugaheimin
hjá Magna, bleiv ein rokmikil
affera. Gandaorðið hjá Magna
var frá byrjan at tálma ein
ovur hitaðan búskap. Tí var
óða mannaverk at fara í holt við
ein sandoyartunnil. Tí skuldi
skattalættin strikast. Tí skuldi
sjómannafrádrátturin minkast.
Og tí skuldi kommunubúskapurin
regulerast.
– Tað stóð greitt í samgongu
skjalinum, at vit skuldu føra ein
konjunkturregulerandi politikk.
Skattalættin var sniðgivin, tá
búskapurin hevði brúk fyri honum,
men veruleikin var ein heilt annar
á heysti í 2007. Tí hevði eg fulla
heimild til at arbeiða soleiðis,
sum eg gjørdi, sigur Magni Laksá
foss í dag.
Lukturin á bakarínum
Skjótt var eldur í ABCskálanum,
og kórið av bonskum útsagnum
ímóti Laksáfoss úr egnum
rekkj um vant uppá seg. Fyrst í
juli er løgmaður í fjølmiðlunum
og minnir Laksáfoss á, at nú er
hann ikki bara búskaparfrøðingur
longur, men eisini politikari.
Men Laksáfoss heldur óræddur
fram og skrivar eina umstrídda
kronikk í Sosialin tann 8. august,
har hann endurtekur sínar
búskaparpolitisku visjónir.
Aftursvarið frá samgongu
feløgum kemur prompte. Ger hard
Lognberg ýlir sum ein skáld að ur
grísur. Anfinn Kallsberg eftir
lýsir politiskt medvit. Óli Breck
mann skuldsetur Magna fyri
at niðurgera arbeiðið hjá Bárði
Nielsen og fyri óbiðin at kleyra
inn á málsøkir hjá øðrum lands
stýrisfólkum. Og formaðurin
í tingbólki Javnaðarfloksins,
Kristian Magnussen, gevur
Magna greið boð í Sosialinum.
– Um Laksáfoss ikki dámar
luktin á bakarínum, skuldi hann
bara havt sagt nei takk til hetta
arbeiðið.
Men hví valdi Magni at arbeiða
soleiðis, sum hann gjørdi? Og
hvat fekk hann burturúr, annað
enn politiskar fíggindar og eitt
ringt umdømi millum teir flokkar,
Politiskt portrett
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Ein útifrystur
stríðshani
Fyrst var hann ein politiskur outsidari. Men eftir átta mánaðir í Fíggjar
mála ráðnum við nógvum buldri og braki bleiv hann fremsti atkvøðu
slúkurin hjá Sam band inum. Men í dag er hann – við egnum orðum –
útifrystur í flokkinum. Vit hyggja nærri at mest um strídda lands stýris
manninum seinnu árini, Magna Laksáfoss
Fakta
Føddur í 1969. Giftur við
Bodil Hentze Laksáfoss.
Tvær døtur. Útbúgvin
búskaparfrøðingur frá
Københavns Universitet.
Ph.D. lesandi á Roskilde
Universitetscenter um
føroyskan búskap. Hevur
starvast á Hagstovu Før
oya, Grønlands Stati stik,
grønlendskari KTfyritøku
og verið limur í Búskapar
ráðnum. Landsstýrismaður
frá mai 2007 til januar
2008. Løgtingslimur síð
ani januar 2008. Limur
í Fíggjarnevndini og
formaður í Mentanar
nevnd Løgtingsins.
”
– Tað eru nógv
tekin um, at fleiri
ynskja meg út á eitt
síðuspor í løtuni
”
– Eg undrist stórliga
á, at Kaj Leo fór út
og tók frástøðu frá
mær