Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 • 18. september 2009 Vikuskifti 21 hann skuldi og framvegis skal samstarva við? – Eg hevði og havi eina ambi­ tión um at fáa fakligan førleika inn í politikkin. Og tað hevur ongantíð verið eitt mál í sær sjálvum at vera uppá tvørs. Eg kom í politiskar orrustur, tí eg royndi at gera upp við tað gamla slagið av politikarum, sum liva uppá rossahandlar heldur enn fakliga grundaðar visjónir um, hvønn veg eitt samfelag skal ganga. Og eg hevði gjørt júst tað sama, um eg fekk kjansin umaftur, sigur Magni Laksáfoss. Sum limur í Fíggjarnevndini kennir hann alt til, hvussu rivini verða býtt ímillum limirnar. Magni er virkin í skótarørsluni, og á ársins fíggjarlóg hálaði hann 400.000 krónur í land til skótarørsluna á spildurnýggjari játtan. Kongurin í Tinganesi Eftir at Magni tók sæti á brúnni í Albert Hall, var skjótt greitt, at føroyingum dámdu tann treiska og órædda búskaparfrøðingin. Í Gallup kanning hjá Dimmu í august 2007 verður Magni suverenur vinnari, tá fólk verða spurd, hvønn landsstýrismann teimum dáma best. Brátt tosa fjølmiðlarnir um »Laksáfoss­ effektina«, og fólkatokkin tykist standa við, hóast fíggjarlógin, sum verður løgd fram tann 21. september, als ikki livir upp til stóru visjónirnar hjá landsstýrismanninum. Í bløðunum samanber andstøðutingmaðurin í Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, Laksáfoss við ein groggy neva­ leikara, sum fjálturstungin roynir at selja produktið, sum ABC hevur fatlað um enni hansara. Fram ímóti jólum verður sam ­ gongustevið verri og verri, og Sam bandsflokkurin tvingar Eides­ gaard at útskriva nýval. Leygarkvøldið 19. januar í 2008 er sannleikans tími komin. Tvær ferðir áður hevði hann verið uppstillaður í Norðoyggjum, á løgtingsvalinum í 2002 og 2004, men báðu ferðina var hann funnin ov lættur. Ein turrur akademikari uttan karisma. Undirritaði ør­ minn ist enn, hvussu hann á veljarafundi á studentaskúlanum í Hoydølum í 2002 tosaði ungdómin í svøvn um gjaldsjavnar, infla­ sjón og oljuprísir. Men eftir átta turbulentar mánaðir á tabu­ rettunum var myndin kollrend. Heili 979 føroyingar seta sín kross við Magna Laksáfoss, sum verður toppskjútti í Sam­ bandsflokkinum og einans yvir hálaður av Høgna Hoydal og Jóannesi Eidesgaard. Stríðið innanborða Hóast Magni ikki longur er hvønndagskostur í dagligu tíð­ indunum, so bendir lítið á, at tíðin í Albert Hall hevur slípað mannin. So seint sum í mars í ár varð enn ein kanónkúla send avstað, tá hann í eirindaleysum lesarabrævi legði eftir Javnaðarflokkinum, og serliga eftir Jóannesi Eides­ gaard og John Johannesen. Skuldsetingin var fyrst og fremst, at fíggjarmálaráðharrin mitt í eini fíggjarkreppu manglar visjónir, politikk og raðfestingar. Javnaðarfólk reageraðu bein an­ vegin og kravdu eina umbering frá løgmanni, sum í stuttari fráboðan tók frástøðu frá Magna Laksáfoss. Og á landsfundinum tann 28. mars varð Magni hart­ aður av sínum egnu. Sjálv ur undrast hann stórliga á fram­ ferðarháttin hjá sínum formanni. – Tað vóru eins nógv sam­ bandsfólk, sum tóku undir við mínum viðmerkingum, tí tær vóru alneyðugar. Og eg undrist stórliga á, at Kaj Leo fór út og tók frástøðu frá mær. Slíkt hendir alla tíðina í øllum flokkum, men hesa einu ferðina reageraði løgmaður. Tað er møguliga ein ábending um mína og ikki minst hansara støðu, sigur Magni. Í innanhýsis kappingini er Magni ivaleysur um, at hann síðani valið er trokaður til síðis. Men hann letur ongan iva vera um, at fær hann eitt gott úrslit á komandi vali, so fer hann at krevja størri ávirkan. – Sjálvandi taki eg dystin upp innanhýsis. Tað er har, at dysturin skal takast. Í politikki er tað soleiðis, at mótstøðufólkini finnast í hinum flokkunum, men fíggindarnir, teir eru í egnum flokki, sigur Magni Laksáfoss. Hann fekk átta mánaðir í Fíggj armálaráðnum til at vinna veljarans hjørtu. Ta uppgávuna loysti hann við stíli. Nú skal hann handfara stríðið innanhýsis. Og tað er eftir øllum at døma ein heilt onnur uppgáva. Hóast hann var toppskjútti á lista B á seinasta løgtingsvalinum eftir átta rokmiklar mánaðir í Fíggjarmálaráðnum, so slapp Magni Laksáfoss ikki aftur í landsstýrið, tá nýggj ABC samgonga varð skipað fyri einum ári síðani. Sambært honum sjálvum stendur hann í dag við rygginum ímóti múrinum í sínum egna flokki, og hann undrast stórliga á framferðina hjá sínum egna formanni, Kaj Leo Johannesen Mynd: Jens Kristian Vang ” – Mótstøðufólkini finnast í hinum flokkunum, men fíggindarnir, teir eru í egnum flokki