Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 • 18. september 2009 Vikuskifti 22 tú far ikki blíðan inn í ta blánátt, ýva seg upp eigur elli, øðast við skýmd, tak, tak aftur tað ljós, ið hvørvur úr gátt Hesi orðini komu, óvist hví, malandi framfyri, sum eg tendraði telduna nú eitt kvøldið og skuldi fara undir at seta hesa hugleiðing saman, ið tygum nú lesa. Orðini havi eg føroyskað eftir valisiska skaldið Dylan Thomas, tey gera fyrsta örindi í eini sonevndari villanellu. Dylan Thomas yrkti hesa villanelluna, helst gitnastu yrking sína, á vári í 1952. Um hetta mundið er pápi hansara vorðin álvarsliga sjúkur og bregður fyri feigd. Villanellan er ein vevnaður av mótsetningum, bæði fløkt og eyðskild, hvørt um annað harmaróp og lívsfagnaður, ein margkynjað hugleiðing í villingarsomum myndmáli um lívið og tey óumberligu kor tað bjóðar. Men hví taki eg hana fram her? Er tað tí, eg eigi ein pápa, sum bregður fyri feigd? Nei, tað geri eg ikki. Tað eru longu ófá ár síðani, pápi mín legði beinini á sandinum hinumegin, handan tíð og ljós. Hvat er tað so, meðni? Tað er eitt kenslulag ella móguliga ein varhugi heldur ella ið hvussu er ein hugsan ella kanska óskilahugsan, sum javnan hevur hingið og enn hongur við føroyskt máltilvit, so langt nakar veit nakað um mál okkara aftur um tjöldini av misromantiskum og mishugfloygdum tilgitingum um söguna hjá tí, tignina og tilverurættin. Tað er hugmyndin av føroyskum máli á mótinum millum lív og gloymsku, á röðini millum ljós og myrkur, ímyndin av málinum sum upphaldi á fjöllum í hvørvandi dagræði. Longu hjá J. C. Svabo, okkara fyrsta orðabókahövundi, verður vart við henda hugburð, men aftur um hann er tað millum nakað og einki, vit við vissu vita um føroyskt mál – í öllum førum ikki nýføroyskt. Er Svabo eftirfarandi var føroyskt mál á hansara dögum komið í avdeyða, ikki ólíkt tí liði av eyðvalamonnum, sum í villanelluni hjá Dylan Thomas kykna undan tekstinum við rópum um, hvussu glæsiliga teirra neyðarsligu brögd hövdu kunnað dansað á grønum sandi. Hugvísindalig fornfrøði Í hesi hugleiðing fari eg í stuttum at taka umrøðuna um føroyskt mál fyri soleiðis, sum hon hevur artað seg frá á Svabosa dögum fram í fyrru helvt av farnu öld. Eg skal ikki dylja, at eg skjóti viðgerðina frá landi við tað hugvísindaligu fornfrøðina hjá franska spekinginum Michel Foucault, so illgrunaverd sum henda fornfrøðin kortini er farin at sýnast mongum tey seinnu árini. Endamálið er sostatt at kanna umrøðuna um føroyskt mál í mun til tey hugmyndakervi, sum hava verið í gildi söguliga og samfelagsliga í ymsum tíðarskeiðum frá seint í 18. öld og frameftir og vita, hvussu viðkomandi hugmyndakervi ávirkaðu orbragdið í umrøðuni, í teirri vón, kanska fáfongdu vón, at ein slík kanning kann birta nýtt ljós um viðurskifti, sum eru vælkend og ofta lýst í bókum og ritgerðum. Tey smáu tvey hundrað árini, ið her verða tikin fyri, altso frá Svabo fram undir nítjan hundrað og hálvtrýss, falla hugsi eg, umrøðusöguliga mest sum av sær sjálvum í trý rímiliga greitt atskild skeið. Tíðina undir einaveldinum frá um 1770 fram um miðja nítjandu öld. Tíðina frá tí einahandilin varð avtikin fram til um nítjanhundrað og tjúgu, tá ið umskiftið frá tí gamla bygdarsamfelagnum til fiskivinnusamfelag er at kalla afturumlagt og so at enda tíðin frá nítjan hundrað og tjúgu fram til nítjan hundrað og hálvtrýss. Svabo Tá ið Svabo var á dögum, var einaveldið í vælmaktini og tær hugmyndir, tað hevði um seg sjálvt sum eindarríki, dagaðu eins og óryggiligir tindar upp móti einum himmali av sjálvvissu. Og hugburðurin hjá einaveldinum merkir eisini orðbragdið, Svabo hevur í umrøðu síni um føroyskt mál, eitt nú í innganginum til elsta orðabókahandritið. Í hesum inngangi mælir Svabo m.a. til, at føroyingar sleppa máli sínum og fara at brúka danskt burturav í staðin. Sjálvur sigur hann: Jeg kand dessuden ikke andet end forestille mig det som en langt større Fuldkommenhed, at Kolonien , saalænge den med Danmark tilbeder en Gud, knæler for en Konge ogsaa talte med samme tunge som det. Orðbragdið er bæði her og í formálanum annars í einum og öllum lagað eftir tí virðismáti, sum ber tað politiska og mentunarliga tilvitið hjá einaveldinum. Danskt hevur í hesum samanhanginum eitt sjálvsagt gildi sum mál av tí, at danskt er málið, ið tað Gudsgivna valdið beinist í gjøgnum. Íslendskt verður eisini nevnt í formálanum og hevur í sínum lagi gildi og harvið tilverurætt sum mál, av tí tað goymir tann norrøna arvin, so at siga óspiltan, og soleiðis varpar ein gullaldarligan ljóma á einaveldið. Føroyskt afturímóti er hvørki eitt mál, sum vald beinist ígjøgnum, eins og danskt, tíansheldur arvberi hjá einari mentunarliga gullöld, eins og íslendskt, bert ein fölna grein á tí norrønu eikini, eins og Svabo málber seg, og í besta lagi varðveitingarvert sum eitt ilt av einum fornminni. J.H. Schrøter Hjá samtíðarmanni Svabos, Johan Hendrik Schrøter, presti, ið kortini var eitt ættarlið yngri, sæst sama orðbragdið aftur, tá ið hann í innganginum til týðing sína av Matteus Evangelium ger grein fyri føroyskum máli. Inngangurin er helst skrivaður í 1823, men var, óvist hví, ongantíð prentaður. Útgevarin Det Danske Bibelselskab, stovnað 1814, strikaði hann úr handritinum, sum tað Orðbragd og umrøða Hugleiðingar Carl Jóhan Jensen Nakrar hálvgum Foucault-ættaðar hugleiðingar um føroyskt mál og umrøðuna um tað fyrr og nú (Fyrri partur)