fríggjadagur 18. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 • 18. september 2009
Vikuskifti 23
sendi til prentingar í Randers sama
ár. Í innganginum (hann er ætlaður
donskum lesarum) gevur Schrøter eina
knapporðaða lýsing av heildarlagnum í
føroyskum í samtíð síni. Schrøter greiðir
frá bygdarmálsmunum og málførum, sigur
eitt sindur um bendingar, ljóðskipan o.s.frv.
Føroyskt mál hevur tó eftir orðbragdi
hansara at døma einki gildi í sjálvum sær,
tað er eitt kámt endurskin av fornmálinum
(t.e. norrønum), nakrar spjaddar dialektir,
sum vónleyst hevði verið at savnað
og samskipað til eitt bókmál. Eitt slíkt
átak hevði, sigur Schrøter, í fyrsta lagi
verið tíðarkrevjandi og í øðrum lagi
óneyðugt, danskt er longu bókmál hjá
teimum upplýstu í Føroyum. Hinvegin,
heldur Schrøter fram, hevur hann hildið
tað verið stríðið og kostnaðin vert at
gera týðingina, hon kann skapa teimum
óupplýstu og fákunnu eina betri fatan av
teimum trúarhugtökum, sum danskt og
donsk orð hýsa. At enda í innganginum
roynir Schrøter at førka føroyskt og danskt
tættari móti hvørjum öðrum og vil vera
við, at í framburði líkist føroyskt donskum
og víkir frá norrønum eftir somu reglum
sum danskt. Hartil ætlar hann, at føroyskt
helst eisini hevur staðið donskum nærri í
framburði í fornöld enn íslendskum.
Orðbragdið hjá ávikavíst Schrøter og
Svabo ber saman í tí, at hvørgin aftrar
seg við at høgga av tá og sneiða av
hæli til at fáa føroyskt mál at semja
saman við virðiskervið hjá einaveldinum,
serliga hugmyndina um hitt treytaleysa
eindarríkið.
Einaveldið fellur
Fram undir miðja nítjandu öld fer umsíðir
at ridla undir danska einaveldinum.
Naglarnir, sum hildu tí hugsjónarliga
saman, taka so hvørt at dragna og tað ger
hugmyndin um eindarríkið eisini, tað er ikki
fult so óbroytiligt longur. Hetta ávirkar, ið
hvussu er eitt skifti, orðbragdið í umrøðuni
um føroyskt mál í Danmark. Tað sæst m.a.
aftur í skrivingini hjá Svend Grundtvig,
eitt nú í ritinum Dansken paa Færøerne.
Sidestykke til Tysken i Slesvig, og eyðvitað
í greinunum, sum V. U. Hammershaimb
birti í donskum bløðum miðskeiðis í átjan
hundrað og fjøriti árunum.
Kortini er tað ikki sørt, at ymiskt
sløðist eftir av gamlari hugsan. Tað man
ikki vera av tilvild, at Hammershaimb
næstan ikki fær fullsagt, hvussu nærskylt
føroyskt er við norrønt, bæði málsliga og
arvmentaliga, og seinni evnar stavseting
sína til við støði í einum uppskoti frá
Jóni Sigurðssyni, men umframt at vera
forsprákari fyri íslendskum sjálvstýri fekst
Jón við norrøn frøði í Keypmannahavn.
Tjóðskapartíðin og so
fordánt
Nú gera vit eitt lop fram í ta tíðina, tá ið
føroyska tjóðskaparrørslan so smátt fer
at taka seg upp, fyrst í Keypmannahavn
millum lesandi og seinni í Føroyum við tí
viðgitna jólafundinum í 1888. Í hesum árum
stendur hart stríð um fólkaræðisspurningin
í danska samfelagnum. Harafturat kemur,
at danska tjóðin og danskt sjálvstilvit ikki
meiri enn so dánt eru komin fyri seg eftir
knúskini í krígnum við týskin í 1864. Sviðin
eftir ósigurin er ikki avlinkaður. Danskt
veldi liggur ryggbrotið og búskaparliga eru
tíðirnar trongar.
At hesi viðurskifti settu dám á
orðbragdið í umrøðuni um føroyskt mál í
seinnu helvt av nítjandu øld umgekst ikki,
so nærbundnar Føroyar vóru donskum
stjórnmálum og danskari fyrisiting heilt
fram til seinna heimsbardaga.
Lítið man vera ivast í, at føroyska
tjóðskaparrørslan fyrst og fremst hevði
íkomu sína í tí fólkaræðissinnaða
tjóðskaparumhvørvinum í Danmark. Hetta
sæst eisini týðuliga aftur í orðbragdinum,
sum føroysk tjóðskaparfólk hava í umrøðu
síni um móðurmálið bæði í blaðgreinum og
yrkingum, eitt nú í tí sangskaldskapi, sum
kom fyri almenningseygu í 1892 í savninum
Föriskar vysur/ sungnar av föriskum
studentum í Kjöpinhavn. Í Föriskum vysum
stóð m.a. tann kenda yrkingin hjá Friðriki
Petersen Móðurmál stórt var títt fall.
Men í orðbragdinum, sum tjóðskaparfólk
hava í umrøðuni um málið og stöðuna
hjá málinum, er frá byrjan ein undarligur
tvískinningur. Tað er einki at taka seg
aftur í, at sárlyndið í dönum eftir kríggið
í 1864 og ein donsk ríkisstjórn, ið var
trek til fólkaræði, so at siga forsniða
orðbragdið. Öðrumegin verður eins og
í Móðurmál størt er títt fall gjørt vart
við tann órætt móðurmálið í öldir hevur
liðið undir donskum stýri. Málið krevur
at fáa uppreisn, krevur at fáa rættindi
sum fullgilt mál, um tí skal vera lív lagað.
Hetta samsvarar alt við tær fólkaræðisligu
hugmyndir, sum vóru tyngdardepilin í
norðurlendskari tjóðskaparrørslu í seinnu
helvt av 19. öld. Men hinvegin verða
alskyns fyrivarni tikin, tíðum undarlig og
óneyðug. Dýrt verður t.d. lagt við, at danskt
ikki má setast váða í Føroyum, hvussu tað
so skuldi hent, og menn ( J. Jakobsen t.d.)
koma í tíð og úrtíð við yvirlýsingum um,
at føroyskt onga framtíð eigur sum rættur
mentunarberi o.s.fr.
Seinni partur av »Orðbragd og umrøða«
hjá Carl Jóhan Jensen verður prentaður í
komandi í komandi komandi vikuskifti
Hugmyndin av føroyskum máli á mótinum
millum lív og gloymsku, á røðini millum ljós og
myrkur, hongur enn við føroyskum máltilviti