fríggjadagur 18. september 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 • 18. september 2009
Vikuskifti 25
leygarkvøldið
20-22
Turrlagdur provo
Hann prentar bløð við naknum føroyskum
damum. Hann hevur drukkið so illa, at hann
mátti leggja av, men nú er hann ein turr
lagdur provokatør. Jógvan á Høvdanum
hevur upplivað mangt og hvat, og hann sigur
okkum sína søgu um at ganga skít, at verða
edrúur, og um at ferðast á markinum fyri,
hvat nógvir føroyingar tola.
Uni spælir live
Uni Arge hevur givið tvær sera vælumtóktar
fløgur út seinnu árini, og fleiri av hasara
sangum eru blivnir hitt. Uni Arge hugleiðir í
sínum tekstum bæði um dagsins samfelag
og um klassisk tema sum kærleika. Uni fer at
framføra nakrar av sínum sangum live á
Hvonn.
Frá skúlanæmingi
til poppstjørnu
Fyri tveimum árum síðani var Ragnhild Dam
ein vanligur næmingur í miðnámsskúla. Nú
er hon poppstjøran í Føroyum. Ragnhild er
ein av teimum fimm kvinnunum í popp
bólkinum Faroe5, og í Hvonn Live hesaferð
greiðir hon frá, hvussu hon hevur upplivað
ferðina frá skulabeinki til festivalpallar.
Fullur lobbyistur í tinginum
Føroyingar eru ósamdir um, hvørt tað skal verða loyvt at keypa
øl og vín í vanligum handlum. Men ein sannførdur maður við
kenning fer í løgtingið at fáa politikararnar at broyta
rúsdrekkalógina, so tað ber til at keypa øl og vín í vanligum
handlum. Tað er skemtið hesaferð.