Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 • 18. september 2009 Vikuskifti 26 At liva er at ferðast! Tað er so satt sum tað er sagt fyri Eyðun Müller Thomsen, sum hóast bert 22 ára gamal longu hevur ferðast víða um í heiminum. Og nú stendur hann so framm­ an fyri enn einari áhugaverdari og ikki minst spennandi ferð til Suðuramerika, sum heldur ikki er heilt vandaleys. ­ Hetta er ikki ein vanlig fjakkaraferð. Talan er heldur um eina yvirlivilsis verkætlan, sigur Eyðun Thomsen. Í stuttum gongur ferði út upp á at koyra á motorsúkklu við vongi afturúr úr Peru umvegis Bolivia til Paraguay. ­ Tað er eitt kent felag, sum nevnist The Adventurists, ið skipar fyri ferðum runt um í heiminum. Hóast talan er um eitt kent felag, eru tað kortini ikki so mong í norðanlondum, sum hava hoyrt um tað, sigur Eyðun Thomsen. Sjálvur kom hann at kenna felagið tá hann hjoyrdi um eina líknandi ferð, sum byrjaði í Ong­ landi og endaði í Mongolia. ­ Felagið skipar fyri mongum ymiskum ferðum frá og til mong ymisk lond. Hetta er so fyrsta ferðin, at skipa verður fyri ferðum í Suðuramerika, sigur Eyðun Thomsen. Talan er um tríggjar ymiskar rutur. Ein gongur gjøgnum Brasilia og inn um markið til Paraguay. Ein gongur gjøgnum Chile inn í Paraguay og hin triðja – sum Eyðun og hollendski makkari hansara hava valt – gongur sum nevnt umvegis Bolivia til Paraguay. Fleags fyri alla ruturnar er, at tær byrja Í Lima í Peru og enda í Asuncion í Paraguay. Stórur áhugi Tað ræður um at vera til reiðar at melda til, tí áhugin fyri at sleppa hesar ferðirnar er so ovurhonds stórur. ­ The Adventurists kunngera framman undan, nær tilmeldingin letur upp, og so ræður um at vera klárur. Tað ganga bert fáir minuttir frá tí at latið verður upp fyri tilmelding, til fullteknað er, sigur Eyðun M. Thomsen. Sjálvur var hann klárur, og tað eydnaðist honum og hollendska vinmanninum, Joey Clarkson úr býnum Nijmegen, at gerast eitt av teimum 60 »pørunum«, sum sluppu gjøgnum nálareygað. Nú er hetta felagið sum nevnt ikki so kent í norðanlondum, men tað sigur eitt sindur um stóra áhugan, at Eyðun Thomsen er einasti norðurlendingur, sum slapp við til túrarnar í ár. Makkaran á ferðini hitti Eyðun á ein av sínum mongu túrum runt um í verðini. ­ Vit hittust í fronsku Alpunum á fjør vetur, og gjørdu av at fara at royna at sleppa við hendan nýggja túrin í Suðurameriku, sigur Eyðun Thomsen. Hann fer longu avstað úr Føroyum nú sunnudagin til Keypmannahavnar, har hann steðgar á eina viku, áðrenn leiðin gongur víðari til Santiago, høvuðsstaðin í Chile, har teir skulu halda til í ein lítlan mánað. ­ Vit skulu venja okkum við veðurlagið og annars fyrireika okkum til ferðina, sum byrjar 24. oktober, sigur Eyðun M. Thomsen. Ófyrireikað Og tað er nakað at fyrireika seg upp á, tí einki er lagt til rættis framman undan. ­ Tað er meiri ella minni: Her er rutan, gerið so væl! So mugu vit sjálvir leggja ferðina so til rættis, at vit alla tíðina náa til næstu bensinsølustøð. Tað verður ein av stóru avbjóðingunum, sigur Eyðun Á ferð millum guerrillair og ránsmenn 22 ára gamli Eyðun M. Thomsen byrjar sunnudagin eina mánaðar langa ferð sum kulminerar við koyring á prutli úr Peru umvegis Bolivia til Paraguay. Nógvir vandar eru á ferðini, men hugurin at ferðast vinnur á óttanum fyri vandum á leiðini Útlongsul Leo Poulsen blaðmaður leo@sosialurin.fo Tríggjar vikur eru settar av á motorsúkklu gjøgnum Andesfjøllini, og Eyðun Müller Thomsen skal skiftast við makkaran, Joey Clarkson, at koyra og hvíla Mynd: Jens Kristian Vang