fríggjadagur 18. september 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 • 18. september 2009
Vikuskifti 27
Thomsen.
Talan verður sostatt um at
koma frá A til C umvegis B, og so
er tað upp til luttakararnar sjálvar
at syrgja fyri, at teir klára hetta.
- Vit fáa eina motorsúkklu við
páhangsvogni, eina sokallaða
Tuktuk. So skiftast vit at koyra,
meðan hin situr í vogninum aftan
fyri og hvílir seg, sigur Eyðun
Thomsen.
Fyrireikingin liggur í stóran mun
í at kanna rutuna gjølla og finna
eina leið, har møguligt er at fáa
brennievni á motorsúkkluna. Eitt
annað er, at finna eina so trygga
leið gjøgnum Andesfjøllini, sum
til ber.
- Tað er jú ein kend sak, at tað
ikki er so friðarligt allastaðni
í Suðuramerika. Vit kunnu jú
í ringasta føri møta guerilla-
hermonnum ella gemenum ráns-
monnum, sigur Eyðun Thomsen.
Tað er sjálvandi nakað, sum
hann hugsar um, men – sum
hann sigur – so er spenningurin
og longsulin efrtir at ferðast og
uppliva størri enn óttin fyri, at
nakað ófrættakent skal henda
teimum á vegnum.
- Eg elski at ferðast, staðfestir
Eyðun Thomsen.
Tað er nú áleið eitt hálvt ár
síðani teir meldaðu til, so teir
hava havt rímiliga góða tíð at
fyrireika seg mentalt til ferðina
.
Verja móti sjúkum
Ein partur av fyrireikingunum er
at taka koyrikort til motorsúkklu,
ein annar partur er at útvega
sponsorar til ferðina.
- Eg havi tikið koyrikortið hjá
Førarasetrinum, sum eisini hava
stuðla mær í hesi ferðini, sigur
Eyðun Thomsen.
Og stuðul er rættiliga neyðugur,
tí annars skal peningurin koma úr
egnum lumma, og tað er ikki altíð
bara sum at siga tað.
- Tað er soleiðis, at vit sjálvir
skulu fíggja ferðina, og harum-
framt skulu vit eisini útvega
sponsorar til eina upphædd á
túsund pund, sum fer til eitthvørt
vælgerandi endamál, sigur Eyðun
Thomsen.
Eisini Eyðun Thomsen og
Joey Clarkson skulu útvega hesi
túsund pundini (umleið 8.500
krónur) og velja ein vælgerandi
felagsskap at lata peningin til.
Og teir báðir hava valt
felagsskapin Operation Smile,
sum hevur til endamáls at hjálpa
børnum í Suðuramerika at liva
eitt betri lív.
- Annars er tað ikki tann stóra
pakkingin, ið skal til fyri at verða
við á hesum túrinum.
Tað er ein lítil ryggsekur við
tí allarmest neyðuga og eitt
tjald, og so avstað, sigur Eyðun
Thomsen.
Eitt annað, sum er alneyðugt,
áðrenn farið verður at ferðast í
fremmandum og øðrvísi londum,
eru vaccinatiónir av øllum
handaslag.
- Eg havi fingið fimm ymsar
sproytur fyri alt møguligt,
umframt eina rúgvu av tablettum,
sum eg havi tikið fyri at verja
meg móti øllum teimum ókendu
sjúkum á okkara leiðum, sum vit
kunnu koma út fyri undir øðrum
himmalhválvum, sigur Eyðun
Thomsen.
Hinvegin hevur ikki verið neyð-
ugt hjá honum at útvega sær visa.
- Tað er ikki neyðugt fyri at
ferðast á hasum leiðum, sigur
Eyðun Thomsen.
Tríggjar vikur
Sambært Eyðuni Thomsen eru
stóru miðlarnir í Onglandi sera
áhugaðir í hesum túrunum.
- Í fjør fylgdi BBC TV við einum
av hesum túrunum, og gav síðani
sendingina út á einari DVD, og
tað var sera væl móttikið, sigur
Eyðun Thomsen.
Hann velur at fokusera upp
á tað positiva, og nú hann fer
avstað úr Føroyum sunnudagin,
er hann so væl fyrireikaður, sum
tilber.
- Familja og vinir hildu meg
vera skít svakan, tá eg hevði
meldað til, men tey hava nú
góðtikið hetta, sigur Eyðun
Thomsen.
Teir báðir skulu koyra einar
3000-4000 kilometrar gjøgnum
Andesfjøllini, men kortini er
ferðin sett til at taka ikki meiri
enn tríggjar vikur.
Felagið, sum skipar fyri, hevur
sjálvandi royndarkoyrt rutuna, og
teir hava síðani ásett tíðina. Men
sjálvandi kann ferðin fara at taka
nakað longri tíð, tað veldst alt
um, hvussu umstøðurnar verða.
Regntíðin er byrjað, og tað
kann hava stóra ávirkan á ferðina,
og tí mugu teir báðir verða
fyrireikaðir upp á glopraregn,
kavvastorm ella stóra vindmegi.
- Veðrið er ógvuliga óstøðugt
hesa ársins tíðina, so vit eru
fyrireikaðir upp á alt, sigur Eyðun
Thomsen.
Túrurin gjøgnum Andesfjøllini
er ikki bara sum at siga tað.
Bara tað at koma vegin fram til
Santiago í Chile krevur sín mann.
- Eg flúgvi úr Keypmannahavn
til París og hagani til New York
áðrenn leiðin gongur til Santiago
í Chile. Hetta er ein túrur, sum
tekur 22 tímar, sigur Eyðun
Thomsen.
Tað er meðan ein er ungur, at
ein skal ferðast og uppliva, og
tíðin nú er hin rætta, heldur 22
ára gamli Eyðun Müller Thomsen.
Meira kann lesast um ferðina á
www.mess.fo/tuktuk
Soleiðis síggja tær sonevndu Tuktuk út, sum teir báðir skulu koyra gjøgnum Andesfjøllini við
Tríggjar ymiskar rutur eru at
velja í. Eyðun Thomsen og
makkarin, Joey Clarkson,
hava valt bláu rutuna, sum
gongur úr Peru umvegis
Bolivia til Paraguay
Tey, ið vilja stuðla
tiltakinum, kunnu
flyta pening á konto hjá
Eyðun Müller Thomsen
í Eik Banka 9181 4270683