Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 • 18. september 2009 Vikuskifti 28 Løkirnir Tíðin, sum er ein strangur harri, tykist í tí týska býnum Freiburg at fáa eitt dyggari mótspæl enn manga aðra staðni í Europa. Hóast tey, sum ætla sær ørindir ella út at ferðast, altíð kunnu fara við bili, tykist súkklan vera eitt líka so væl dámt flutnings far her. Harumframt er býurin vælsignaður við einum óvanliga væl útbygdum neti av sporvognum. Tann, sum búði í Keypmanna­ havn fyri einum mansaldri síðani, nikkar, tá hann fer inn í sporvognin, sum heilsar hann upp á ein gamlan vinmann. Lunnavognurin virðir ikki tann stranga tíðarhúsbóndan, koyrir seint, pjakar sær, steðgar í heilum. Her kanst tú so sita og eygleiða heimin ella lesa ella dvølja uppi yvir tínum egnu tonkum. Onkursvegna hevur tú her eina kenslu av at vera stigin út úr tíðini. Men tímin fær í Freiburg eisini mótspæl frá einum øðrum fyribrigdi, sum eg ikki havi sæð í nøkrum býi í Norðurlondum. Tí gjøgnum býarins gøtur streymar reint vatn, gjøgnum veitir við botni av ymisktlittum tigulgróti, eina alin til breiddar og hálvaaðru sponn djúpar. Hvar tú gongur, sært tú hesar streymandi løkirnar, sum rína sissandi og lekjandi við sinnið. Hundar svala sær á í teimum, og børn lata seg skóleys og vassa, meðan mammurnar sita á vegnum og rinda møðina. Hesir løkir hava altíð verið og rópast die Bächle. Silva nigra Áðrenn Freiburg og Colmar og aðrir býir í hesum umráði vórðu bygdir, var øll tann stóra víddin her suðuri takt av tí frumskógi, sum rómverjar róptu silva nigra, og sum týskarar rópa Schwarzwald. Seinni settu fólk búgv inni í skóginum, bygdu gøtur og vegir og ruddaðu trø burtur, so tey eisini fingu bygt býir. Men skógurin, sum – eins og teir svalu løkirnir og tey meditativt seinføru flutningsførini – roynir at fáa fólk at steðga á og vera, er ikki burtur fyri tað. Eg búgvi í tí lítlu, vøkru bygdini Günterstal beint sunnan fyri Freiburg. Tá eg um fyrrapartin fari mín fasta renningartúr, tekur tað mær kanska fimm minuttir at koma inn í skógin. Tað er sum at koma inn í eitt risastórt tempul, har tú gongur millum eina ørgrynni av høgum, steyrrøttum og ofta mjávaksnum grønum súlum, sum bera veldug, kúput leyvtjøld. Her vaksa bók, lind, eik, ahorn, rossakastanja og alskyns sløg av grann og furu. Skógarvegurin er breiður sum ein koyrivegur, men her er sum heild bara loyvt at ganga ella súkkla. Vegurin greinar seg seinni sundur í aðrar, smalari vegir, og ymsastaðni ganga trongir stíggjar niðan ella inn í skógardýpið. Ofta eru við vegamótini gjørdar lækjur, har ferðamaðurin kann leska seg. Martin Heidegger Tað er merkiligt og hugtakandi at hvørva úr býnum inn í hetta velduga, grøna ríkið. Sólin stavar inn ímillum greinaverkið og spælir sær við tey grønu litbrigdini. Viðbendil klintrar, við klóføstum leggjum og kynstruga æðraðum bløðum, upp eftir arrutum risabulum. Einastaðni prangar ein blóðbók, sum ein veldugur tarakrúllur komin beint av havsins botni. Tú steðgar við eina lækju, fær tær vatn upp í lógvan, og meðan tú drekkur, er tað sum tøgnin talar. Hvør ert tú? Hvaðani kemur tú? Hvar fert tú? Líkasum havið norðuri hjá okkum, tykist her suðuri skógurin at hava loyst list og skapan úr lagdi. Og einaferð fekk døkk­ skógurin eitt so talandi mál, at fruktin var ein av heimsins gitnastu heimspekingum. Eg hugsi um tann týska filosoffin Martin Heidegger. Nakað sunnan fyri, har eg eri staddur, slakan hálvan tíma at koyra, er tann lítla bygdin Todtnau. Stutt haðani, við bygdina Todtnauberg, stendur tann gitna smáttan, har Heidegger skrivaði nøkur av sínum kendastu verkum. Martin Heidegger var føddur í 1889 í bygdini Messkirch, har pápi hansara var bøkjari og virkaði sum deknur. Heidegger vaks upp í einum trúgvandi katólskum heimi, gekk á studentaskúla fyrst í Konstanz og seinni í Freiburg, har hann eisini las gudfrøði. Men drongurin fekk tíðliga ein altslúkandi áhuga fyri grikskari heimspeki, og ein tvídráttur tykist hava gjørt vart við seg, millum øðrumegin rótfesta katólska trúgv og djúpt, modernitetsvont afturhald og hinumegin tann frælsa tankan. Hugleiðingar Hanus Kamban Farrin av Freiburg Um at smúgva út úr tíðini og stíga inn í hana aftur Freiburg Smáttan við Todtnauberg