fríggjadagur 18. september 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 • 18. september 2009
Vikuskifti 29
Heidegger valdi tann seinna
vegin og gjørdist heimspekingur.
At vera sær
Tvey høvuðshugtøk í heimspekini
hjá Heidegger hava, beinleiðis
ella óbeinleiðis, samband við
skógin. Um tað fyrra brúkar
heimspekingurin tað vakra
týska orðið Lichtung, sum vit á
føroyskum kunnu rópa “beri” ella
“skóggrøni”. Hann hugsar her um
hesi víðilsini, tú kanst ganga teg
fram á í einum skógi, har jørðin er
vallað, við kanska einari tjørn, har
tú brádliga sær ljós. Hetta er eitt
bílæti av tí kenslu av opinbering,
eitt mennniskja fær, tá ið tað sær
ella tekkir, hvat tað er at vera –
tað, sum Heidegger rópar Sein
t.e. Veran.
Um hitt hugtakið brúkar
meistarin tað týska orðið
Eigentlichkeit. Ein kemur í hesum
sambandi at hugsa um søguna
“Einsamallur á Lítlu Dímun” eftir
Heðin Brú, har Vørðumaðurin, nú
hann er í einingi, lærir at “vera
sær”. At vera “eigentlich” er at
vera sannur ella ektaður, vera tað
heila og tilveruríka menniskjað,
ein av røttum átti at verið. Tað
stendur sum mótsetningur til tað
at vera sum hini, sum fjøldin, tí
tá er ein, sambært Heidegger,
í roynd og veru Niemand, t.e.
eingin.
Afrodite
Í bókhandlinum Zum Wetzstein í
Salzstrasse 31 í Freiburg er tað,
sum ein kemur hesum merkiliga
skógbúgva og hansara hugsan
nærri. Bókhandilin er ikki stórur,
men hevur eitt persónligt og
úrlíka fínt úrval av bókmentum, ið
fata um skaldskap, heimspeki og
gudfrøði.
Handilsins miðdepil er Martin
Heidegger, hvørs ritverk eigur
heiðursplássið inni. Uttanum
síggjast, kagandi fram, verk
eftir m.a. Paul Celan, Friedrich
Nietzsche, Robert Musil,
Hannu Arendt, Edgar Allan Poe,
Robert Bultmann, Karl Jaspers
og Edmund Husserl, sum var
undanmaður og lærumeistari
hjá Heidegger. Inni í handlinum
hoyrist alla tíðina undurvakur
klassiskur tónleikur, og sum ein
hyggur varliga at úrvalinum,
kemur yvir ein eitt huglag av
andakt.
Heystið hevur ikki enn sagt
farvæl her suðuri og mitt um
dagin er enn lýtt. Genturnar í
Freiburg ganga berar, og slíkt
samljóð og yndi er yvir teirra
dimensjónum og formum, at tað
kenst sum at ganga inni í eini
høll, sum er halgað Afrodite.
Men um ein nú kveitir at hinum
kyninum, teimum monnum, sum
fyrr ella seinni gerast sambúgvar
ella menn hjá hesum lýsandi,
mjáu ungmoyggjum, kann ein
fyllast við sorgblídni. Hóast
støðan ikki enn er sum vesturi
í USA, so sær ein týðiliga
tíðarinnar tekin – ta grefligu
ovurfitina – gera vart við seg.
Ein fær hug at geva gamla Karli
Marx rætt, kapitalurin fer avstað
við øllum, eisini menniskjans
heilsu og vakurleika. Ráðini
burtur úr hesum óskili eru at
ganga sína egnu leið, at vera
sær ella velja die Eigentlichkeit.
Hvussu mong okkara megna tað?
Konstanz
Martin Heidegger royndi, sum
teinkjari og menniskja, at stíga
úr tíðini og inn í ævinleikan.
So langt vági eg mær ikki, men
miðøldin kann eisini brúkast. So
ein dagin koyra vit suðureftir til
ein bý, sum í dag er ókendur at
kalla, men hvørs navn einaferð
var á øllum kvøldlandsins varrum.
Býurin eitur Konstanz og liggur
við Bodenvatnið. At koyra úr
Freiburg til Konstanz tekur
hálvanannan tíma.
Okkurt merkiliga dragandi er
við stórum innlandsvøtnum. So
framkomin til henda lítla býin,
hvørs lærdi háskúli er javngamal
við okkara, spákar ein sær beinan
vegin oman til Bodenvatnið.
Sjógvurin er grønur, og hiðani
sigla bátar í fastari rutu til m.a
Friedrichshafen, Lindau og oynna
Reichenau. Ikki langt frá havnini
er tann áhugaverdi bókhandilin
Osiander, innast í handlinum er
ein lítil kaffistova, og haðani
kann eina spáka sær út í ein
lítlan urtagarð og sita har í sólini
og lesa. Hvat um okkara Gamli
Bókhandil, sum ræður yvir einum
urtagarði, tók hetta hugskot upp?
Konstanz er søguliga áhuga
verdur av tveimum grundum. Tann
sonevnda bábyloniska útlegdin,
tá ið pávin hevði sítt setur í
franska býnum Avignon, vardi
sum kunnugt frá 1305 til 1378.
Eftir hana kom eitt tíðarskeið
við klandri og ruðuleika, og eina
tíð vóru í teirri katólsku kirkjuni
tríggir pávar í senn.
Jan Hus
Fyri at koma hesum óskili, sum
var út um alt mark mannminkandi
fyri kirkjuna, til lívs, varð
kallað saman til ein kirkjufund
í Konstanz, sum varð hildin frá
á heysti 1414 til apríl 1418. Tá
búðu 6000 fólk í Konstanz, men
sendimenninir á fundinum vóru
50.000. Teir valdu Martin Fimta
til páva, og hann tók so við eftir
tríggjar mótpávar.
Um hetta mundið fóru eisini
aðrar rembingar gjøgnum tað
kristna Europa. Tann kekkiski
presturin Jan Hus, føddur í
1371, sum eisini virkaði á tí
lærda háskúlanum í Prag, fanst
at kirkjuni og førdi m.a. fram,
at kirkjuligur myndugleiki bara
var lýdni verdur, um kirkjunnar
menn livdu eitt lív í rættlæti, og
at frelsa ikki var nakað, ein kundi
keypa.
Hus varð lýstur í bann av
kirkjuni. Frá Sigismundi keisara
hevði hann fingið loyvi til frítt at
fara, og hann fór í treysti til hetta
lyfti á kirkjufundin í Konstanz
at verja sína trúgv. Hann varð
handtikin, dømdur sum falslærari
og biðin um at taka sína læru
aftur. Hann sýtti fyri hesum og
bleiv tann 6. juli 1415 brendur
á báli á einum stað vestarlaga í
býnum. Í Konstanz eru varðveitt
bæði tað húsið, har Jan Hus
búði ta tíðina, hann dvaldi í
býnum, og, beint við bryggjuna,
tey stóru keypmanshúsini, har
kirkjufundurin varð hildin.
Hóast kirkjumenninir helst
høvdu ta veruligu ábyrgdina av
hesum sviki, skal Sigismundi
ikki hava dámt at verður mintur
á tað. Ógloymandi eru orðini hjá
Karli Fimta keisara, tá ráðgevarar
vildu hava hann at geva Luther, á
fundinum í Worms í 1521, somu
viðferð, sum Jan Hus fekk:
- Eg vil ikki rodna sum
Sigismund!
Inn aftur í tíðina
Jan Hus var ikki bara prestur
og gudfrøðingur, hann var eisini
rektari á lærda háskúlanum í
Prag, var við til at skapa tað
kekkiska skriftmálið og læt
eftir seg verk á kekkiskum máli.
Hann er tí í dag tann kekkiska
tjóðarhetjan.
Á heimvegnum skipar okkara
lítli GPSstýrimaður soleiðis fyri,
at vit koyra eftir hálvoynni norðan
úr Konstanz og víðari gjøgnum
býirnar Geisingen, Neustadt og
Titisee móti Freiburg.
Og her, á tí seinasta strekkinum
er Ravennagjógvin, eitt umráði
við dølum, kluftum og gjáum,
undurvakurt, stórbært og ørandi
øðuligt at koyra ígjøgnum. Vit
koyra eftir eini brúgv høgt uppi,
rundan um okkum er berg við
einum reiki av grannskógi ovast,
longur niðri eru grasvaksnar
brekkur, so er aftur berg, undir
okkum koyra tok eftir smølum
fjallavegnum, og niðri á botni
streymar áin. Eitt panorama
sum hetta tykist koma beint úr
Ringanna Harra ella úr søguni
“The Final Problem”, har greitt
verður frá, tá ið Sherlock Holmes
og professarin Moriarty detta
oman við fossin Reichenbach.
Men her, sum ein situr og
droymir seg aftur til Gandálv,
álvar og hobbar, kemur nútíðin
og tekur í herðatoppin á einum.
Á skeltum, sum eru fest í trø
ella pelar, hyggja tíðarinnar
hetjur móti einum, Angela
Merkel, FrankWalter Steinmeier,
Westerwelle umframt eina
ørgrynni av smærri og meira
staðbundnum andum. Týskland
ger seg til at fara á val. Kanska
verður høvi til seinni at siga eitt
sindur um tað.
Martin Heidegger
Ravennagjógvin