Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. september 2009 Býttislig SMS-boð við orðum sum »idiot«, »klovn« og »fuck you« eru gerandiskostur hjá fót bóltsdómarum í Vodafone-deildini. Men nú er mál um beinleiðis hóttan meldað til løgregluna »Tú ert ein klovn. Um tú ikki leggur floytuna og kortini, kanst tú vænta tær eitt alvorligt besøk sunnu­ kvøldið« Soleiðis vóru SMS­boðini, sum ein av føroysku fótbóltsdóm arun­ um fekk sendandi mikukvøldið, og hetta er dropin, sum hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá føroyska fótbóltsdómarafelagnum. ­ Sjálvandi skulu vit dómarar tola nakað, og tað haldi eg eisini, at vit gera. Tað er mest sum gerandis­ kostur, at onkur býttur sendir SMS­ boð til 3. hálvleik á Rás2 ella skræðir seg á onkrari heimasíðu, tá dystirnir eru av, men í stóran mun er hetta nakað, sum hoyrir við til spælið, sigur Petur Reinert, sum er altjóða dómari og formaður í Fótbólts­ dómarafelagnum. Skilja ímillum Petur Reinert leggur afturat, at tað er mest sum gerandiskostur, at dómarar fáa bæði eitt og annað at vita, tá teir hava dømt. Og eisini er tað meira enn so komið fyri, at menn hava fingið nøkur orð við á vegnum, um teir eru í vertsskapi av ymsum slag. ­ Vit hava sjálvandi forstáilisi fyri, at blóðið er heitt eftir dystirnar. Og nú vit eru í avgerandi fasuni av kappingini, stendur sjálvandi eyka nógv á hjá øllum pørtum. Ikki minst okkum dómarum, sum standa fyri nógvum avgerandi støðum, sum hava ávirkan á heiðursmerki ella kanska niðurflyting. ­ Men eitt mark skal vera. Og tá talan verður um beinleiðis hóttanir móti okkum, er farið væl og virði­ liga út um hetta markið. Vit eru familjumenn eins og so nógvir aðrir, og tað er altso ikki serliga stuttligt at fáa at vita, at tú kanst vænta tær vitjan eitt sunnukvøld av onkrum, sum vil tær ilt. Og tá er talan ikki longur um lótir, sum vit bara kunnu lata fara framvið, sigur Petur Reinert. Stevna avsendaranum Og alt bendir eisini á, at talan er um mál, sum fær álvarsligt eftirspæl. Dómarafelagið hevur verið í samband við sakførara um hend­ ingina, og avgerð er tikin um, at málið verður meldað. ­ Vit vita, hvør tað er, sum hevur sent boðini, og hetta verður meldað til løgregluna, sigur Petur Reinert. FM í triahtlon Sunnudagin verður FM í Triathlon á sokallaða OL teininum. Her skal triathleturin fyrst svimja 1500 metrar, síðan súkkla 40 og at enda renna 10 km TriaThlon Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Fyri trimum vikum síðani bleiv kappast um FM heitið í Triathlon á Sprint teininum. Tá bleiv svomið 750 m, súkklað 20 og runnið uml. 5 km, tvs. hálvur OL teinur. Favorittar at vinna kapp ing­ ina sunnudagin eru hjá kvinn­ um Súsanna Skylv og hjá monn um Guðmundur Joensen. Bæði eru flutt av landinum, og tí er ikki vist, at tey verða við sunnudagin. Vónandi verða tey við, og vónandi síggja vit eisini DM vinnararnar fyri lið Joan Bláfoss og Karinu Ottosen. Annars kann sigast, at væl hevur gingist hjá Andarss Joen­ sen og Hans Egholm, og at tað eisini gongur framá hjá Gunnar Dahl­Olsen, ið hevur verið darvaður av einum renniskaða í eina tíð. Føroya Triathlon Felag ætlar í ár eisini at skipa fyri einari triathlon kapping á hálvum ironman teini. Tá verður svomið 2 km, súkklað 90 og runnið hálvt marathon, sum er góðar 21 km. Eftir ætlan verður tann kappingin sunnudagin 27. september. Henda kapping verður tó bert fyriskipað um nóg nógv tekna seg. Kappiningin sunnudagin byrjar klokkan 13 og allir luttakarar skulu møta í Svimji­ høllini í Gundadali klokkan 12. Gudmund Joensen er sterkasta kortið á manssíðuni. Enn er tó ikki greitt, um hann verður við í kappingini sunnudagin Hótta við at knúsa dómara jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Vanliga verða mongu býttisligu SMS-boðini tveitt í gloymibókina, men mikukvøldið bar av, tá føroyskur dómari fekk beinleiðis hóttan sendandi á fartelefonina