Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. september 2009 – Nr. 178 Ger ikki mistøk Sambært hagtølunum fyri US-Open, er eingin annar spælari, sum slær eins fá vinnarasløg sum danska Caroline Wosniacki. Soleiðis var hon í øllum sínum dystum í undirluta, tá talan var um vinnarasløg. Sjálv leggur Caroline líka í hetta. – Hetta er ikki nakar trupulleiki, tí eg vann meg jú fram til finaluna. Tað snýr se gum at vinna, og tað geri eg fyri tað mesta, sigur Caroline Wosniacki, sum nú er styrkismett sum nummar fimm í heiminum. FCK fekk bank Tað gekk als ikki eftir vild, tá FCK í gjárkvøldið var á vitjan hjá CFR Cluj, ið er gamla felagið hjá Ion Geolgau, sum eitt skifti virkaði sum venjari í Føroyum. Cluj vann dystin við tveimum málum móti ongum, og talan kundi væl verið um fleiri mál til heimaliðið, sum dysturin leið. Og fyri at gera alt verri, mátti Ailton Almeida hjá FCK eisini fara av vøllinum við einum ryggskaða. Hóast tað gongur striltið at vinna seinasta fetið móti gullinum, so heldur venjarin ikki, at talan er um gummibein í HB-leguni Seinastu árini hava givið silvur- merkir í hópatali til núverandi HB-venjaran, Sámal Erik Hentze. Bæði í EB/Streymi og í HB gjørdist næstovasta plássið næstan ein vani. Men tað er nú ikki nakað, sum venjarin ætlar sær at endurtaka. - Tað verður næstan skemta við tí her hjá okkum, men eg haldi ikki, at talan er um nøkur gummibein. Sjálvandi vóru vit keddir eftir dystin móti AB mikukvøldið, har vit kundu avgjørt alt. Men tað er munur á at vera keddur og vónbrotin. Móti B36 vóru vit vónbrotnir, tí vit ikki gjørdu tað, sum vit megnaðu. Tað gjørdu vit móti AB mikukvøldið, har vit spæla ein fínan dystin. Og megna vit at taka tað spælið við til Fuglafjarðar, ivist eg onga løtu í, at fortreytirnar eru góðar fyri, at vit kunnu kom aftur við FM-heitinum, sigur Sámal Erik Hentze. Og hann leggur afturat, at hetta vónandi verður við nógvum áskoðarum í bakinum. - Nú veit eg ikki, um nakað serligt verður fyriskipað. Men eg vóni veruliga, at 12. maðurin verður við okkum, tí tað kann veruliga bera okkum seinasta pettið á málið. Og tað er eingin sum helst ivi um, at spælararnir hava uppiborið tann stuðulin, tí hvør sum ein hava teir framt eitt framúr arbeiði alt kappingarárið, sigur Sámal Erik Hentze. HB spælir móti ÍF, sum við javnleikinum í Sørvági fekk fatur á tí, sum líkist einum avgerandi stigi í royndunum at halda sær omanfyri kriminellu strikuna á stigatalvuni. Enn er ÍF ikki matematiskt tryggjað, men tað skal nú vilja heilt illa til, um teir ikki skulu klára tað. Silvurstríðið Meðan HB tosar um gull, er talan um hart silvurstríð í fleiri øðrum dystunum kring landið. Í Havn kemur NSÍ á vitjan, og tað er ein dystur, har báðir partar hava mest sum alt at spæla fyri. B36, tí teir enn eru langt ífrá vísir í at enda oman fyri niðurflytingarstrikuna. Og NSÍ, tí teir í sínum lagi stríðast fyri heiðursmerkjum og plássi í Europa. Á Argjum skal EB/Streymur royna at halda fast um silvurmerkini, sum teir nú liggja til. Men móti einum AB-liði, sum ikki hevur tapt í átta dystir á rað, verður tað ein alt annað enn løtt uppgáva. Og í Gøtu líkist tað einum sonnum braki, tá B68 kemur á vitjan. Víkingur hevur longu tryggjað sær europisku bilettirnar umvegis steypakappingina, men teir vilja helst eisini tryggja sær heiðursmerki, og júst dystirnir móti B68 plaga at vera nakað serligt a leiðini kring Sarpugerði. Eingi gummibein í HB jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk HB er nú bara ein sigur frá FM-heitinum. Og lítil ivi er um, at áskoðararnir fara manssterkir til Fuglafjarðar Dystaryvirlit Vodafone-deildin Dagur Dystur Dómari 20.09 B36-NSÍ Lars Muller 20.09 AB-EB/S Rúni Gaardbo 20.09 ÍF-HB Petur Reinert 20.09 KÍ-07 Vestur Dagfinn Olsen 20.09 Víkingur-B68 Eiler Rasmussen 1. deild 19.09 TB-NSÍ Birgir Sondum 19.09 Víkingur-VB/S Alex Troleis 19.09 B71-Skála Jón Kári í Brekkuni 19.09 FC Hoyvík-HB Bárður Mortensen 19.09 MB-B68 Bent Tommy Linklett 2. deild 20.09 AB-Undri Jan Hermansen 20.09 B36-TB Jóhan M. Stenberg 20.09 EB/S-ÍF Pætur Albinus 20.09 07 Vestur-Víkingur Símin P. Dam