Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 179 - 21. september 2009 erðafólkavinnu Einki ávíst tal Hon sigur, at Føroyar ikki hava sett sær nakað ávíst mál fyri, hvussu nógv ferðafólk, vit kundu hugsað okkum at fingið til landið. - Tað koma eini 45.000 ferðafólk til Føroya um árið, og tá eru cruise-ferða- fólkini ikki tald upp í. Tey eru kanska líka nógv eisini. Men hetta er ein annar bólkur, sum kanska ikki er líka áhugaverdur fyri okk- um, tá hesi neyvan leggja líka nógvan pening eftir seg til føroyska samfelagið, sig- ur leiðarin á ferðavinnu- deildini í uttanríkisráðnum, Súsanna Sørensen. Bæði landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum og leiðarin á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum vitjaðu á Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn Mynd: Vilmund Jacobsen Friðurin á borðinum Í morgin fer amerikanski forsetin, Barack Obama, at hava fund við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og palestinska forsetan, Mahmoud Abbas. Teir tríggir hittast, nú Netanyahu og Abbas koma til USA í sambandi við tann árliga aðalfundin hjá ST. Embætismenn í Hvítu Húsunum siga við BBC, at á fundinum fer Obama at eggja hinum báðum til at taka friðarsamráðingarnar uppaftur. Avgerðin hjá ísraelsku stjórnini um at byggja fleiri hús afturat á Vestara Áarbakka er eisini eitt evni eins og søgurnar um ógvusliga ísraelska framferð í Gaza-krígnum. Gongst, sum landsstýris­ maðurin í ferðavinnumálum ætlar, verða tilsamans 27 miljónir krónur nýttar til átøk at fáa útlendsk ferðafólk til Føroya næstu trý árini Travel MarT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit hava tosað nóg mikið um at fáa fleiri ferðafólk higar til lands. Nú eiga vit at handla. Vit eiga at gevast við at tosa um, hvørt okkum vantar eitt wc í Svínoy – ella ein handil í Gásadali. Hesi vóru greiðu orðini hjá landsstýrismanninum í ferðavinnumálum, Jørgeni Niclasen, tá vit hittu hann á Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn. Ferðavinnuráðharrin heldur, at Føroyar hava nógv at bjóða útlendskum ferðafólki, og Føroyar hava eisini nógv at bjóða hvørjum øðrum, sum vilja ferðast í egnum landi, bæði við summarhúsum, gongutúrum, útferðum, spennandi upplivingum og í aðrar mátar. - Tilboðini í Føroyum eru mong, og vit síggja á hvørjum ári nýggj og spennandi tilboð av ymiskum slagi, sigur landsstýrismaðurin. 27 miljónir Ólavsøkupakkin hjá hesi samgonguni hevur verið nógv umrøddur og hevur fingið mong skotini. - Men ein partur av hesum pakka er, at vit skjóta upp at játta 9 miljónir krónur um árið í trý ár til marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannalandi. Jørgin Niclasen sigur, at hesin peningur í fyrsta lagi skal brúkast til at fáa útlendsk ferðafólk til Føroya, eins og ein partur skal brúkast til at fáa føroyingar at ferðast meira í egnum landi. Skotið verður upp at seta hesar fyrstu 9 miljónir krónurnar av á fíggjarlógini fyri komandi ár. - Enn liggur ikki í føstum rammum, hvussu hesin peningur ítøkiliga skal brúkast, men hetta fer ferðavinnudeildin í uttanríkisráðnum saman við føroysku ferðavinnuni at finna út av. Landsstýrismaðurin sigur, at peningurin í øllum førum skal brúkast til marknaðarføring - úti og heima. Fleiri samrøður Sosialurin var við á Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn í farnu viku, og í komandi bløðum fara vit at gera burtur úr hesum tiltaki. Eitt nú fara vit at práta við Jóan Karl Høgnesen, leiðari á Sjómansheiminum Ørkini í Íslandi, sum var partur av íslenska átakinum. Íslendingar vóru væl umboðaðir á ferðavinnustevnuni hesaferð Mynd: Vilmund Jacobsen Sambært Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, skulu tilsamans 27 miljónir krónur brúkast til ferðavinnuátøk næstu trý árini. Hesin peningur skal í fyrsta lagi brúkast til at marknaðarføra Føroyar uttanlands, men eisini til at fáa føroyingar at ferðast meira í egnum landi Mynd: Vilmund Jacobsen 27 miljónir krónur til ferðavinnuátøk