Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 179 - 21. september 2009 - Vit eiga at marknaðarføra okkum, har vit halda, at møguleikarnir fyri at fáa fleiri ferðafólk hendan vegin eru bestir. Ein vansi er, at vit hava ikki nóg góð hagtøl, og tí er torført at meta um, hvørji átøk eydnast væl, og hvørji kanska eydnast minni væl, sigur Súsanna Sørensen, leiðari á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum Travel MarT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Súsanna Sørensen er onga løtu í iva um, at stórir vakstrarmøguleikar eru innan føroyska ferðafólka­ vinnu. Hon heldur, at henda vinnugrein saktans kann koma at geva uppaftur meira útlendskan valuta til landið, enn hon ger í dag. Í løtuni er ferðafólkavinna helst hin trið størsta í landin­ um, tó nógv minni enn tvær størstu vinnugreinarnar. Handlingsætlan Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Jørgen Niclasen, vísti í Sosialinum í síðstu viku á, at ætlanin er at seta av 9 miljónir krónur um árið í trý ár til tess at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland, serliga úti, men eisini heima, so føroyingar í enn størri mun kunnu síggja møguleikarnar í at ferðast í egnum landi. Súsanna Sørensen sigur, at tey í uttanríkisráðnum nú eru farin í holt við at gera eina handlingsætlan fyri, hvussu Føroyar skulu marknaðarførast. ­ Hetta er ein ætlan, sum vit ætla at leggja saman við ferðavinnufelagnum og ferðavinnuni annars. Her verður hugt at, hvørjum marknaði vit skulu fara eftir, og hvørjum fólkum vit skulu fara eftir á hesum marknaðum – og hvussu vit kunnu røkka teimum. Hon vísir á, at við teirri fíggjarorku, vit hava og við tí fólki, vit hava tøk, er tað ógvuliga týdningar­ mikið, at vit eru fokuseraði upp á, hvar vit fara. ­ Tí er tað so neyðugt, at vit saman finna út av, hvar vit trúgva, at vit hava bestu møguleikar at fáa fólk til Føroya. Hon sigur, at Danmark náttúrliga er høvuðsmarkn­ aðurin, og her skulu vit gerast nógv meira sjónlig. ­ Bretland er eisini ein áhugaverdur marknaður – við beinleiðis flúgving hjá Atlantsflogi til London, sum bert tekur tveir tímar. Í Týsklandi ger Smyril Line eitt stórt arbeiði, og eisini verður tosað um, at Italia kann vera áhugavert. Súsanna vísir á, at vit eisini hava vit sæð ein vøkstur við ferðafólkum úr Hálandi, og tí skulu vit sjálvsagt hyggja eftir, hvat tað eru fyri fólk vit kunnu fáa úr hesum londum. Vánalig hagtøl Leiðarin á ferðavinnu­ deildini í uttanríkisráðnum ásannar, at ein trupulleiki hjá Føroyum er, at vit hava ikki nóg góð hagtøl. Tað er tí trupult at siga, um talan er um øking ella minking í tali av ferðafólkum. ­ Vit fáa tøl frá flutnings­ feløgunum, og vit hoyra frá stóru hotellunum í høvuðs­ staðnum, at tey hava havt nógv færri vitjandi. Eg haldi tað vera ótrúliga neyð­ ugt, at vit hava grund­ leggjandi hagtøl, soleiðis at vit kunnu síggja, hvussu nógv fólk vit fáa hendan­ vegin – og eisini fyri at meta um, hvørt tey átøk vit gera, gera mun. Súsanna vísir á, at Før­ oyar soleiðis kunnu koma at brúka eina rúgvu av pengum á ymisku markn­ aðum, men um vit ikki kunnu máta, um tað koma fleiri ferðafólk til landið av hesum átøkum, eru vit eitt sindur í blindum. Stórir vakstrarmøguleikar í fe Travel MarT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er felagsskapurin NATA (North Atlantic Association), sum stendur aftanfyri ferðavinnustevn­ una Vestnorden Travel Mart, og nú stevnan varð hildin í Keypmannahavn, varð havt á lofti, at NATA helst eigur at fáa sær eina skrivstovu, sum kann taka sær av teimum uppgávum, ið fylgja við einum so stór­ um tiltaki og eini so stórari uppgávu, sum felagsskap­ urin hevur. Sum nevnt aðrastaðni, vóru tað keyparar, sum hesaferð settu dagsskránna, soleiðis at skilja, at tað vóru keyparar, sum lótu NATA vita, hvørjar útbjóðarar tey høvdu hug at hitta á stevnuni. Men tað vóru minni enn so allir útbjóðarar, sum møttu upp á Vestnorden Travel Mart. Ein av føroysku útbjóðar­ unum, sum vóru við, sigur við Sosialin, at tey høvdu avtalu um fleiri enn 30 fundir, men at helmingurin av teimum, tey sambært skránni skuldu tosa við, møttu ikki upp. ­ Hetta er nokso keðiligt, tí vit vistu ikki av hesum frammanundan. Høvdu vit vitað, hvørjir møttu – og hvørjir ikki ætlaðu sær at møta, kundu vit brúkt tíðina betri við at gjørt eitt research­arbeiði, meðan vit kortini bíðaðu eftir keypar­ um. Soleiðis mistu vit nógva tíð, meðan vit bara bíðaðu til næsta avtalaða fund, sum kortini datt niður­ fyri, sigur føroyski seljarin. Hann heldur, at tað átti at borið til at fingið neyvari at vita, hvørjir keyparar koma, og hvørjir ikki koma. ­ Tað er eisini ein spurningur, um ikki onkur seljari kanska hevði sett seg aftur, um tey vistu, at so nógvar frámeldingar vóru, leggur hann aftrat. Ymiskar meiningar eru kortini um, hvussu Vest­ norden Travel Mart eydn­ aðist, nú stevnan hesaferð varð hildin á stóra Scandic Copenhagen. Sosialurin hitti eisini fleiri nøgdar seljarar og keyparar – og eisini teir, sum hildu, at tað ongan týdning hevur, um stevnan varð hildin í Keypmanna­ havn ella í Nuuk, nú Grøn­ land átti stevnuna hesaferð. Nógvir avtalaðir fundir avlýstir Onkur seljari úr Føroyum misti umleið helmingin av avtalaðu fundunum, tí keyparar møttu ikki upp á Vestnorden Travel Mart Mynd: Vilmund Jacobsen - Sum er, koma eini 45.000 ferðafólk til Føroya um árið, og tá eru ikki cruise- ferðafólkini íroknað. Vit hava enn ikki sett nakað tal á, hvussu nógv ferðafólk vit ynskja okkum, sigur Súsanna Sørensen, leiðari á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum Mynd: Vilmund Jacobsen Ársins Virki verður kosið í Norður- landahúsinum fríggjadagin Tíggjunda árið á rað verður Ársins Virki kosið í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Harafturat eru fleiri fyrilestrar á skránni: Liselotte Lyngsø: Innovation i krisetider, Ragnar Johannesen: Foreign Direct Investment – hví ikki eisini í Føroyum?, Vilmundur Jósefsson: Iceland in turbulent times – with good future prospects, Páll Isholm: Lærdómur er lættur at bera – ella er hann? Vinnudagurin viðger støðuna í Íslandi Á Vinnudegnum komandi fríggjadag fer formaðurin í íslendska arbeiðsgevarafelagn­ um at halda fyrilestur, har hann hyggur eftir støðuni í Íslandi og eftir, hvussu framtíð­ arútlitini eru. Vilmundur Jósefsson er búskaparfrøðingur og stjóri í matvørufyritøkuni Gæðafæði. Hann er virkandi formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum, Samtøk Atvinnulífsins, har hann hevur sitið í nevndini síðan 2002. Eisini hevur hann verið formaður í íslendska ídnaðarfelagnum, Samtøk Iðnaðarins, frá 2000 til 2006. Vit vænta okkum á Vinnudegnum at fáa eina góða og objektiva mynd av, hvat hendi í Íslandi, hvussu støðan er nú og eitt boð uppá, hvat framtíðin hevur at bjóða.