mánadagur 21. september 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 179 - 21. september 2009
Sum einasta land í
útnorði kann Ísland
í ár vísa á ein stóran
vøkstur í talinum
av ferðafólki. Hetta
upplýsti íslendski
ferðavinnuráðharrin,
Katrín Júlíusdóttir,
á Vestnorden Travel
Mart
Travel MarT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast tað hevur verið trup
ult hjá íslendskari vinnu,
síð an landið rendi seg í
stóra fíggjarliga kreppu,
hevur ferðavinnan í Íslandi
kotini havt góðar dagar.
Eftir fundin, sum var
ímillum ferða vinnuráð harr
arnar í Føroyum, Íslandi og
Grønlandi, upplýsti Katrín
Júlíusdóttir, ferðavinnu ráð
harri Íslands, at íslendska
ferðavinnan
hevur
havt
góð ar dagar í ár.
Hon segði, at Ísland hig
ar til í ár hevur havt ein
vøkstur í ferðafólkatali upp
á eini 12%.
Ein orsøk er, at alt er
vorðið bíligari í landinum,
nú íslendska krónuvirðið
hevur verið so lágt í mun til
virðið av øðrum gjaldoyrum
uttan um okkum.
Ísland hevur verið eitt av
teimum dýrari ferðamál un
um, men fíggjarliga kreppan
hevur ført við sær, at hetta
er broytt. Aftrat hesum
kem ur, at Ísland hevur verið
rættiliga nógv umrøtt fyri
fíggjarligu støðuna í land
in um.
Katrín segði, at íslendski
parturin av ferðavinnusam
starvinum,
sum
Ísland,
Grøn land og Føroyar hava
um NATA (North Atlantic
Tourism Association), er
ein miljón danskar krónur,
sum fyri ikki so langari tíð
síðan svaraði til 10 miljónir
íslendskar krónur.
Nú íslendska krónuvirðið
er so lágt, svarar henda eina
miljónin í dag til einar 25
íslendskar miljónir.
Kortini ætlar Ísland sær
ikki burtur úr hesum sam
starvi.
Íslendski ferðavinnuráð
harrin segði eisini, at Ísland
í næstum fer at byggja eina
stóra ráðstevnu og konsert
høll dygst við sjóvarmálan
í Reykjavík.
Tó at fíggjarlig kreppa
hevur herjað landið, ætla
ís lendingar sær ikki at gev
ast á hendur, men vilja líta
frameftir eisini á ferða
vinnuog mentanarøkinum.
Kristiliga Sangkórið
aftur undir venjingar
Í annaðkvøld, týskvøldið 22. september, fer Kristiliga
Sangkórið aftur undir vetrarhálvuna. Kórleiðari er
Hanus Joensen, og hann sigur, at nýggir limir eru
vælkomnir upp í kórið. Venjingin í annakvøld er
klokkan 19.30 í KFUM í Havn.
Ísland stóran vøkstur í ferðafólkatali
Katrín Júlíusdóttir er
ferðavinnuráðharri í Íslandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Grønlendski ferða
vinnuráðharrin, Ove
Karl Berthelsen, sigur,
at grønlendingar
arbeiða við at flyta
ferðavinnustevnuna
aftur til Grønlands
Travel MarT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ferðavinnustevnan
Vest
nord en Travel Mart, sum
mikudagin
og
hósdagin
varð hildin á Scandic Cop
enhagen við luttøku úr Ís
landi, Grønlandi og Føroy
um, er løgd aftur um.
Stevnan varð skipað við
fundarborðum – og ikki
bás um, sum hevur verið
van ligt. Hesaferð vóru tað
keyparar, sum settu dags
skránna og lótu seljararnar
vita, hvønn tey høvdu hug
at venda sær til.
Íslendingar vóru nógv
best umboðaðir á ferða
vinnu stevnuni við umleið
8090 seljarum og keyp ar
um. Grønlendska og før
oyska luttøkan var umleið
hin sama, tó við heldur fleiri
umboðum úr Grøn landi.
Annað hvørt ár er Ísland
vertur, og annað hvørt ár er
Grønland ella Føroyar vert
ur.
Næsta ár verður Vest
norden Travel Mart soleiðis
aftur í Íslandi.
Selja úr Danmark
Hetta er aðru ferð á rað, at
Grønland velir at hava
stevnuna í Keypmannahavn
heldur enn í Grønlandi.
Ymiskar meiningar eru
um hetta. Tað eru tey, sum
halda, at Keypmannahavn
er nógv høgligari, tí tað er
bíligari
at
ferðast
til
Danmarkar, og haraftrat eru
fasilitetirnir betri enn í
Grønlandi.
Onnur halda, at Grønland
hevði havt størri møguleikar
at selt seg sum ferða manna
land, um keyparar við
egnum eygum sóu landið
og tey tilboð, sum landið
hevur at bjóða.
Hetta halda onnur ikki
hevur so stóran týdning.
Tá Føroyar eru vertland,
verður stevnan altíð hildin í
Føroyum, og sum fyri skip
arar hava føroyingar gott
orð á sær.
Tað hevði verið óhugs andi,
at ferðavinnan í Før oy um
vildi lagt Vestnorden Travel
Mart í Keypmanna havn.
Sum skilst, arbeiða grøn
lendingar við ætlanunum
um at halda stevnuna aftur í
Grønland, har hon eisini
hevur verið áður.
Hetta kunngjørdi grøn
lendski ferðavinnuráð harr
in, Ove Karl Berthelsen,
eisini eftir ráðharrafund, tá
vit hittu hann.
Ov professionell
Tað vóru eisini tey, sum á
Vestnorden Travel Mart
hildu, at stevnan kanska er
vorðin ov professionell, og
at tað er verri at fáa røttu
sambondini við tað, at um
hvørvið á Scandic Copen
hagen er so stórt.
Haraftrat kemur, at tú
kanska hevur verri við at
halda upp á fólkið, sum lut
tekur á slíkum stevnum, tá
tú ert í einum stórbýi sum
Keypmannahavn.
Tó skulu grønlendingar
eiga, at teir á ymiskan hátt
royndu at seta sín dám á
Vestnorden Travel Mart.
Longu, tá tú komst inn í
forhøllina á stóra hotell in
um, har skrásetingarnar av
luttakarum fóru fram, stóð
ein útstappaður oksi og ein
útstappað ísbjørn. Tá vit
fregnaðust, um hesi bæði
stóru og hábærsligu dýrini
høvdu nakað við Grønland
sum vert fyri Vestnorden
Travel Mart at gera, var
svarið ja.
Hesi bæði dýrini standa
á Norðuratlantsbryggjuni í
Keypmannahavn, og vit
hava havt tey við okkum til
ymisk tiltøk ymsastaðni í
Evropa. Soleiðis hava bæði
oksin og ísbjørnin verið við
okkum, tá vit hava verið úti
sum land, eisini í onkrum
stórbýi.
Tað søgdu fólk, sum
um boðaðu
Grønland
á
Vestnorden Travel Mart.
Tá galladøgurði var hós
kvøldið, sum stevnan varð
liðug, settu grønlendingar
eisini sín dám á við sangi
av ungum fólki í hátíðar lig
um grønlendskum búnum.
Selja útnorður
úr Danmark
Vestnorden Travel Mart varð hildin á Scandic
Copenhagen í Keypmannahavn við luttøku úr
Íslandi, Grønlandi og Føroyum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í forhøllini, har skrásetingin av luttakarum fór fram, høvdu
grønlendingar ein útstappaðan oksa og eina útstappaða ísbjørn
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kvinna og børn myrd
Løgreglan í syðra parti av amerikanska statinum Florida
fann um vikuskifti fimm børn og mammu teirra deyð í
einari íbúð. Tey vóru myrd, og løgreglan leitar nú eftir
pápanum, skrivar AP. Tað var í gjár, at løgreglan í býnum
Naples fór í íbúðina, tí eingin hevði borið eyga við
kvinnuna ella børnini síðani hósdagin. Inni í íbúðini fann
løgreglan líkið av mammuni og teimum fimm børnunum,
sum vóru millum 11 mánaðir og níggju ár. AP skrivar, at
tann 33 ára gamli pápin fór við flogfari til Haiti fríggja
dagin, og hóast hann ikki er skuld settur, vil løgreglan sum
vera man fegin hava orð á hann.